Microsoft og Hyundai/Kia samstarva

Microsoft og koreanska Hyundai & Kia-konsernin samstarva um menning av kunningartøkni í bilum.

Amerikanski teldurisin Microsoft og koreanska Hyundai & Kia-konsernin hava saman við almenna koreanska stovninum Information Technology Advancement-institut, gjørt eina samstarvsavtalu um menning av kunningartøkni í bilum.

Orsøkin til samstarvið um hesar verkætlanir er at partarnir rokna við at kunningartøkni kemur at hava ein stóran leiklut í bilum í framtíðini.

Talan er m.a. um telekommunikatión, navigatiónsskipanir og aðrar tøkniligar tænastur.

Fyrstu úrslitini av hesum samstarvi vera at síggja í Hyundai og Kia bilum í 2010, men ætlanin er at Microsoft seinni skal marknaðarføra nýggju tøknina aðrastaðni á altjóða marknaðinum.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum