Hava fiskað fyribilskvotuna

Tróndur í Gøtu bíðar nú eftir, at fiskimálaráðið fer at geva skipunum loyvi at fiska meiri svartkjaft Fiskimálaráðið hevur givið skipunum loyvi at fiska 3.000 tons av svartkjafti í part fyribnils. Men tað røkkur ikki langt hjá skipunum. Hjá Tróndi í Gøtu tók tað tveir túrar, skrivar Vinnan á heimasmíðuni.

Jupiter landaði leygardagin góð 1.500 tons av svartkjafti hjá Loðnuvinnsluni í Fáðskrúðsfirði í Íslandi Teir høvdu roynt í ES sjógvi. Teir eru ikki lidnir við síni 3.00 tons enn, men koma til Føroyar fyrst at skyfta manning og annað.

Tóndur í Gøtu ér harafturímóti liðugur við sína kvotu, og skipið liggur nú á Fuglafirði og bíðar eftir at fáa nýggja kvotu frá fiskimálaráðnum, sigur reiðaríið.