Í kvøld klokkan 18 spæla føroysku hondbóltsmenninir móti Bosnia-Herzegovina í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Ein av fortreytunum fyri at spæla EM-undankappingardystirnar var, at hetta kundi gerast á gólvi, sum einans er merkt til hondbóltsdystir, og hetta bar til, tá Tórshavnar Kommuna valdi at gera íløgur í gula gólvið, sum hevur verið nýtt til landsdystir og steypafinalurnar.
Og nú Tórshavnar Kommuna heldur 100 ára hátíðarhald í hesum døgum, verður hondbóltslandsdysturin móti Bosnia-Herzegovina eisini partur av hesum.
Mikudagin boðaði Kommunan nevnliga frá, at avgerð er tikin um, at ókeypis atgongd verður til dystin. Hetta á tann hátt, at kommunan rindar Hondbóltssambandinum fyri tey atgongumerki, sum áskoðarin annars skuldi goldið fyri.









