skrivaðir á enskum, og eru rættiliga hugtungir. Teir innihalda hugleiðingar um ymisk persónlig viðurskifti, um kærleika, trúgv og um tað at vera til. Til tíðir rættiliga áhugaverdar hugleiðingar, sum tó eru [...] húsanum. Tónleikurin Tónleikurin á fløguni er í tyngra endanum av tónleikatónastiganum, um tað ber til at siga sovorðið um tónleik. Tað er torført at siga nágreiniliga, men orð sum rock og grunge koma mær í [...] sigst, at einu tíðina var Bjørk størsta inntøkukeldan hjá Íslandi! Sjálvsagt er tað torført at vita, um vit her í Føroyum eru før fyri at gera altjóða tónleik, sum kann seljast fyri hundraðtals milliónir
Bankin hevði fyrra hálvár 1998 eitt yvirskot áðrenn skatt á 124,7 mió krónur móti 128,7 mió kr sama tíðarskeið í fjør, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka. Í frágreiðing frá bankanum sigur [...] útlán Innlán bankans vóru 3,2 mia kr tá fyrra hálvár 1998 var liðið móti 3.0 mia kr somu tíð í fjør. Í sama tíðarskeiði eru bókaðu útlán bankans hækkað úr 2,0 mia kr til 2,3 mia krónur. Samlaði fíggjarjavnin [...] krónum frá 175 mió kr til 100 mió krónur, og við at 75 mió kr verða fluttar av tiltakspeningi bankans. Um óskattaða úrslitið fyrra hálvár 1998 verður íroknað, er bankans eginpeningur eftir hetta 953 mió kr
tá munandi longri tíð um at koma fyri seg aftur, enn aðrar hava tað. Vón fyri stavn Um dagarnar var stundum harðligur orðadráttur í tinginum undir viðgerðini av løgmansrøðuni um, hvør ið hevði skyldina [...] ritið frá vinnumálastýrinum um vinnupolitikk, so síggja vit, at tað var tann politiska búskaparfrøðin, ið stýrdi hesum øki saman við restini av landinum á húsagang, meðan sama frøðin lat eyguni aftur fyri [...] húsagang. Aftan á ein av hesum gav landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum bindandi lyfti um, at hann skuldi standa við mína lið, um eg vildi standa við hansara í royndunum fyri at fáa latið flakavirkið í Vági uppaftur
danskar løgfrøðingar um, at grundlógin ikki forðar Fólkatinginum í at lóggeva soleiðis, at talan í veruleikanum er um avgerðir, sum svara til ein dóm. Talan er við øðrum orðum um, at grundlógarteksturin [...] leggja uppskot fyri tingið um at seta eina grundlógarnevnd. Grundlógar-spurningurin verður viðgjørdur í fýra setningum, og hetta kann neyvan sigast at vera nógv, tá hugsað verður um, hvussu avgerandi týdning [...] hevur verið at hoyrt frá ymsu flokkunum á tingi, um hvørja støðu teir hava í grundlógarspurninginum. Ivaleyst kemst hetta av, at tað munnu vera fáir flokkar, um nakar, sum hava tikið støðu til hvat tað er,
runt roknað 17.000 krónur um mánaðin, íroknað nevndarsamsýningar. ? Skulu vit hækka tingmannalønina upp í 25.000 um mánaðin, fer tað at kosta landskassanum umleið 2,5 millión um árið. ?Nú eri eg so nýggjur [...] arbeiði eisini, hevði eg hinvegin ikki havt fortreð av tí, um teir fingu 25.000 krónur um mánaðin í løn. ? Karsten Hansen heldur, at skal talan verða um lønarhækking, hevur tað størstan týdning, at tað verður [...] viðmerking hann hevur til kjakið, sum hevur verið seinastu tíðina um at hækka lønirnar hjá tingmonnum, kanska upp í einar 25.000 krónur um mánaðir. Tað var partamaður hansara, Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður
inni í Aberdeen, fáa ferðafólkini eisini møguleika fyri at fara á ymsar útferðir í Aberdeen og har um leiðir, sum Smyril Line fer at skipa fyri. Enn er ikki heilt greitt, hvussu nógvar útferðir verða gjørdar [...] mikukvøldið 14. oktober. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 20 skotska tíð, og longu á midnátt sama kvøld fer Norrøna avstað aftur úr Aberdeen. Norrøna verður aftur á Havnini hósdagin 15. oktober klokkan
sigur, at í ár hava skúvoyingar ligið um 200 lundar í miðal uppá dagin og tað er heldur meiri, enn vanligt hesi seinastu árini. ? Eg haldi ikki, at nakar í Skúvoy klagar um fleygingina í ár, leggur hann afturat [...] fegnir fyri og sum allir taka undir við tað er ongin, sum tosar um at taka fyriskipanirnar av. Og hóast tað er eitt sindur av kapping um sessirnar, er hetta ikki nakað, sum ?oyðileggur? dagin fyri nakran [...] kl. 6.30 hvønn morgun, har teir kasta lut um sessirnar. Seinna partin í fleygingartíðini møtast teir kl. 7. 30. Hetta er ein skipan, sum teir halda fast um. Leo heldur, at lundin er væl fyri og deyða
fyri 300.000 krónur, og sum fær 40.000 í løn um mánaðin. Hann spælir á sama plássi sum Julian Johnsson, men hevur ikki fingið ta stóru spælitíð ? eitt gott dømi um, at venjarin vísir 23 ára gamla føroyinginum [...] eg royndi at lobba upp um hann. Tað gjørdi tað ikki minni keðiligt, at tann dysturin endaði 0-0, meðan Twente vann hin dystin 2-0. Misnøgdur Tá vit ringdu til Julian Johnsson um middagsleitið í gjár, hevði [...] sigur hann. ? Í løtuni havi eg tvey gul kort, og um eg fái eitt afturat í kvøld, havi eg leikbann, og so verður trupulleikin loystur av sær sjálvum. Um ikki, kann tað enda við, at eg komi til venjaran
Áskoðararnir kunnu vóna, at GÍ fer at megna tað sama, men tað kann roknast við, at hugburðurin hjá ungverska liðnum í kvøld verður rættur, tí talan er um fyrru royndina, og teir vilja tryggja sær góða [...] útgangsstøðu, áðrenn returdystin í Bukarest um tvær vikur. Jóhan Nielsen, venjarin hjá GÍ, er ein sera jarðbundin venjari, og hann plagar ikki at billa sær inn, at nakað føroyskt lið kann røkka langt í [...] finaluna ímóti Vesturtýskalandi. Síðani jarntjaldið fall, eru nógvir av bestu spælarunum farnir vestur um at spæla. Orsøkin til at teir fara er tann, at pengarnir og møguleikarnir fyri stórari inntøku eru
sett, nú Klaksvíkin helt 90 ára dagin. Nógv og sera ymisk tiltøk vóru á skránni um vikuskiftið og skráin minti ikki sørt um Norðoyarstevnu. Men so var ikki. Millum tiltøkini, sum vóru á skránni, vóru fyrilestrar [...] tað er synd at siga, at Klaksvíkin gekk í »smáum skóm«, tí fyrilestrarnir snúðu seg um handilsmøguleikar í Russlandi og um samstarv føroyinga við ES. Fyrilestrahaldarnir vóru sera kendir persónar. Ella tað [...] International, og hann røddi um handilsmøguleikar í Russlandi. Hin fyrilesturin helt fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Schlüter. At hann veit hvat hann talar um, er eingin ivi. Hann er ES-politikari