Tónleikur í Føroyum hevur tikið stór stig tey seinastu árini. Sera nógvar føroyskar fløguútgávur koma á gøturnar, og tónleikurin gerst betur og betur. Tíverri er ikki serliga nógvur peningur í fløguframleiðslu í Føroyum, í mun til t.d. fiskaframleiðslu. Hetta, hóast tað at tónleikur er ein tann størsti ídnaðurin í heiminum, og kann vera sera inntøkuríkur fyri eitt samfelag. Tað sigst, at einu tíðina var Bjørk størsta inntøkukeldan hjá Íslandi!
Sjálvsagt er tað torført at vita, um vit her í Føroyum eru før fyri at gera altjóða tónleik, sum kann seljast fyri hundraðtals milliónir krónur, men tað hevði verið áhugavert at sæð eina
roynd .
Vit her í Yngd vóna, at ein verulig roynd skjótt verður gjørd. Til tá vísa vit okkara stuðul við at gera eina roynd at ummæla nýggjar fløguútgávur. Hesa ferð verður tað Visible Fish við fløguni ?Doing Lounge Jesus?.
Doing Lounge Jesus
Visible Fish hava verið at hoyrt kring landið í eina tíð. Nú hava teir givið sína fyrstu fløgu út við heitinum ?Doing Lounge Jesus?.
Bólkurin er mannaður við Petur Jensen, sangari og sangskrivari, Derhard Olsen, guitar, Eiler Hansen, guitar, Bogi á Lakjuni, bass og Ásbjørn Bertelsen, trummur. Jón Heðin Tróndheim hevur ljóðblandað live-upptøkurnar av sangunum í RMS-studio í Runavík.
Tekstirnir
Eg má tíverri viðganga, at eg ikki havi skonkt heitinum á fløguni nóg nógvar tankar til at meta um hvat tað merkir. Á sjálvum tekstunum sæst eitt sindur av gospelkendum tilfari, men eg haldi ikki beinleiðis, at fløgan kann skrásetast at vera gospeltónleikur. Tekstirnir eru skrivaðir á enskum, og eru rættiliga hugtungir. Teir innihalda hugleiðingar um ymisk persónlig viðurskifti, um kærleika, trúgv og um tað at vera til. Til tíðir rættiliga áhugaverdar hugleiðingar, sum tó eru torførar at lesa við tí sermerkta mátanum, sum teksturin er uppsettur á húsanum.
Tónleikurin
Tónleikurin á fløguni er í tyngra endanum av tónleikatónastiganum, um tað ber til at siga sovorðið um tónleik. Tað er torført at siga nágreiniliga, men orð sum rock og grunge koma mær í huga, og ein blanding av bólkum sum Pearl Jam, REM og Soundgarden.
Flestu sangirnir hava eina rættiliga seina rútmu og eru rættiliga eins. Røddin hjá Petur er ikki nóg sterk til at bera allan tónleikin á fløguni, trummurnar einstáttaðar og ljóðblandingin er ikki av tí besta. Fyri tað mesta ein keðilig fløga.
Soleiðis kendist fløgan mær í fyrstani. Eftir at hon fyri triðju ferð er komin í fløguspælarin, hevur hon vunnið nógv longur inn í mítt hjarta. Ljóðblandingin er enn ikki av tí allarbesta, og røddin hjá Petur hevur sínar veikleikar, men sangirnir eru vorðnir nógv betur.
Tað besta við fløguni er, at hon er gjøgnumførd.
Sangirnir fella væl yvir í hvønn annan, og av tí sama fær fløgan sína egnu lítlu nissja, sum ein skal venja seg við. Tað eru tey nógvu, smærri frábrygdini, sum leggjast skulu merki til. Røddin hjá Petur vísur kanska ikki tað størstu variatiónina og teknikkin, men hon riggar væl til tónleikin, og minnir nógv um røddirnar hjá øðrum kendum sangarum, sum ikki ljóða serliga gott í fyrstani, men eftir eina tíð oftani verða áhugaverdari at lurta eftir, enn teir meira ópersónligu, men tekniskt góðu sangararnir.
Tónleikararnir tora eisini væl at spæla ymiskt, sum ikki altíð vildi verið tað mest eyðsýnda at spælt. Kanska er tað ikki altíð líka týðiligt, men mær dámar tað væl. Og av tí at fløgan gongur í einum róligu tempo, so gerst hon dámlig at lurta eftir, og ikki so sjálvhátíðarlig. Í endanum av fløguni er eisini ein sangur afturat, sum ikki er nevndur á fløguni.
Hann kemur uml. 5 minuttir eftir at sangur nr. 11 er liðugt spældur. Kanska eitur hann ?I swalloved flies?? Fyri mær ein frískligur máti at enda eina fløgu, sum eg sat leingi og flenti eftir.
Sum heild ein góð fløga, sum ikki kann vera nógv betur við tí fígging og møguleikum annars, sum tónleikabólkar hava í Føroyum. Av eini fyrstu fløgu at vera, so skuldi teir havt nógvar møguleikar sum tónleikabólkur í framtíðini. Við einari betri ljóðblanding og eitt sindur meira arbeiði við tónleikinum, haldi eg at fløgan kundi staðið seg fult so væl við allar aðrar útlendskar fløgur. Vónandi fer Visible Fish at menna seg, og geva fleiri fløgur út.