? Sum støðan er í løtuni kemur onki uppskot frá mær um at hækka lønirnar hjá tingmonnum.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri heldur ikki, at hetta er rætta løtan at hækka lønirnar hjá tingmonnum.
Vit hava spurt hann, hvørja viðmerking hann hevur til kjakið, sum hevur verið seinastu tíðina um at hækka lønirnar hjá tingmonnum, kanska upp í einar 25.000 krónur um mánaðir.
Tað var partamaður hansara, Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, sum reisti spurningin og síðani hava fleiri politikarar givið sítt íkast til kjakið, m.a. Heini O. Heinesen, Vilhelm M. Johannesen, Sámal Petur í Grund og Bjarni Djurholm, umframt fyrrverandi løgtingsformaðurin, Jógvan I. Olsen, sum var politikari í 28 ár.
Men skulu politikarar hava meiri løn, verður tað Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum skal játta pengarnar.
Og hann heldur ikki, at rætta løtan er komin til at tosa um lønarhækking.
?Sjálvandi er tað uppgávan hjá løgtingsformanninum at síggja til, at tingmenn hava so góðar umstøður sum gjørligt at arbeiða undir so at tingarbeiðið gongur so væl sum gjørligt.
Men hann sigur, at sum støðan er í løtuni, fer hann ikki at leggja fram uppskot um at hækka lønirnar, hvørki hjá tingmonnum, ella hjá landsstýrismonnum.
Men Karsten Hansen heldur eisini, at tað er óheppið, at tað ikki er eitt ella annað, sum regulerar lønirnar hjá politikarunum.
? Allar aðrar lønir verða ásettar við samráðingum hvørt ár, ella annaðhvørt ár, ella so.
? Men teir einastu, sum kunnu áseta lønirnar hjá politikarum, eru politikarir sjálvir og tað haldi eg er óheppið.
Karsten Hansen heldur, at tað kundi tí verðið umhugsa at funnið eina ella aðra skipan, sum reguleraði lønirnar hjá tingmonnum av og á.
Hann minnist ikki, nær tingmannalønirnar eru reguleraðar seinast.
? Eg veit ikki um tær so frægt eru prístalsreguleraðar, so tað ikki verið órættvíst at funnið eina fasta skipan at regulera tær eftir.
Kostar 2, 5 millión
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at ein løgtingsmaður tjenar runt roknað 17.000 krónur um mánaðin, íroknað nevndarsamsýningar.
? Skulu vit hækka tingmannalønina upp í 25.000 um mánaðin, fer tað at kosta landskassanum umleið 2,5 millión um árið.
?Nú eri eg so nýggjur í politikki, at eg dugi ikki enn at meta um, hvussu umfatandi tingarbeiði er.
? Og skal tingmannalønin upp í 25.000 krónur, haldi eg, at hon kemur at standa í ósamsvari við landsstýrismannalønina, sum er 32.000 krónur um mánaðin, tí eg haldi, at ein landsstýrismaður hevur nógv fleiri arbeiðstímar enn ein løgtingsmaður og í hvussu so er nógv fleiri tímar enn ein lønarmunur uppá 7.000 krónur um mánaðin vísir.
Karsten Hansen leggur tó dent á, at ætlanin er ikki at hækka lønirnar hjá landsstýrismonnunum, hóast ábyrgdin hjá hvørjum tingmanni á ongan hátt kann samanberast við ábyrgdina hjá hvørjum einstøkum landsstýrismanni - og sjálvt um aðalstjórarnir eisini eru betri løntir enn landsstýrismenninir hóast tað eru landsstýrismenninir, sum hava endaligu ábyrgdina.
So skal tað vera full
tíðarstarv
Karsten Hansen sigur, at hann skilir og góðtekur, at tingmenn skulu hava eina rímiliga løn, tí at talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið starv.
Hann vil tó ikki seta tal á, hvat hann heldur vera eina hóskiliga løn.
Men hann heldur, at skal tingmannalønin hækka, skal orsøkin til hækkingina vera, at dygdin á tingarbeiðnum verður so mikið nógv betri aftaná, at tað rættvísgerð eina lønarhækking upp á 8.000 um mánaðin.
?Og so krevst at tingarbeiðið verður fulltíðarstarv og at tingmenn ikki sleppa at hava annað arbeiði eisini.
? Landsstýrismenn kunnu ikki hava nakað sum helst av øðrum arbeiði, og tað haldi eg er í lagi.
Hinvegin kunnu løgtingsmenn hava hvat tað skal vera afturat tí politiska arbeiðnum.
? Og hækka vit bara tingmannalønina, uttan nakrar sum helst treytir, er tað ein stórir spurningur, hvussu nógvir tingmenn veruliga fara at taka farloyvi frá sínum borgarligu starvi, ella størvum fyri at halga seg tingarbeiði burturav. ? Hvussu nógvir tingmenn kunnu vit rokna við, fara sjálvbodnir at siga farvæl til eitt borgarligt starv og eina løn uppá kanska 200-250.000 krónur?
? Kunnu tingmenn ikki hava annað arbeiði eisini, hevði eg hinvegin ikki havt fortreð av tí, um teir fingu 25.000 krónur um mánaðin í løn.
? Karsten Hansen heldur, at skal talan verða um lønarhækking, hevur tað størstan týdning, at tað verður viðgjørt nágreiniliga, hvussu samfelagið fær sum mest burturúr lønarhækkingini, tí tað er tað einasta sum telur og ikki tingmaðurin sjálvur.
? Vit kunnu ikki hækka lønina, uttan at vit eru heilt vís, at tað fer at lyfta tingarbeiðið uppá eitt heilt annað støði.
Hann sigur, at hækkar tingmannalønin, er tað neyðugt, at eisini almenningurin følir, at hann fær nakað fyri pengarnar, við tað, at dygdin í tingarbeiðnum hækkar. Tey mugu ikki sita eftir við teirri fatan ,at hetta er bara fyri at tingmenn skulu sætta sær sær og sínum.
? Tey mugu veruliga føla, at tey fáa eina tænastu, sum er betri enn hon, sum var frammanundan og at hetta ikki bara er fyri at ?tveita skattakrónur burtur?.
? Men eg má viðganga, at í løtuni hevur fær hetta tosið um at hækka tingmannalønina ikki hesa kensluna fram í fólki.
veruleikin er ikki akademiskur
Er tú samdur í, at at tað hevði hækka ?dygdina? á valevnunum, um lønin var hægri?
? Tað ivist eg í. Spurningurin er, hvat ?dygd? er. ? Eftir mínum tykki er mínum tykki er ein høg útbúgving ikki tað sama sum at tú ert ein góður politikari.
? Eg haldi, at tað hevur ómetaligan týdning at hava vanlig fólk við í politikki
? Mín størsta ræðsla er, at politikarar skulu missa sambandi við veruleikan.
?Og veruleikin er ikki akademiskur. Okkara samfelag er bygt upp av teimum, sum arbeiða seg kropslliga móð og fáa skitnar hendur.
Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit ikki skapa eitt samfelag við akademiskari slagsíðu, heldur Karsten Hansen.