? Føroyar klára seg ikki uttan valutasamstarv

Í sambandi við 90 ára hátíðarhaldið, sum var í Klaksvík um vikuskiftið, var fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schüter, boðin til Klaksvíkar at halda fyrilestur um ES og okkara samstarvsmøguleikar við ES

Øll segl vóru sett, nú Klaksvíkin helt 90 ára dagin.

Nógv og sera ymisk tiltøk vóru á skránni um vikuskiftið og skráin minti ikki sørt um Norðoyarstevnu.

Men so var ikki.

Millum tiltøkini, sum vóru á skránni, vóru fyrilestrar.

Og tað er synd at siga, at Klaksvíkin gekk í »smáum skóm«, tí fyrilestrarnir snúðu seg um handilsmøguleikar í Russlandi og um samstarv føroyinga við ES.

Fyrilestrahaldarnir vóru sera kendir persónar. Ella tað eru teir í øllum førum í Danmark. Oluf C. Jacobsen, er stjóri í J. B. International, og hann røddi um handilsmøguleikar í Russlandi.

Hin fyrilesturin helt fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Schlüter.

At hann veit hvat hann talar um, er eingin ivi. Hann er ES-politikari sjálvur og situr m. a. sum næstformaður í formansskapinum í ES-tinginum.

Tí er lítið at siga til, at hann sær nógvar fyrimunir við at vera í ES og tað merkti eisini fyrilesturin.

Vit hava hoyrt okkum fyri hvat tað var hann røddi um.


Føroyingar skulu sjávlir avgerða samstarvsháttin

Í fyrilestri sínum kom segði Poul Sclhüter, at tað eru føroyingar sjálvir, sum avgera samstarvsháttin við ES.

Møguleikarnir eru nógvir.

Ein kann velja als einki samstarv at hava, ein kann velja at fara upp í ES-samstarvið, ella ein kann finna eina skipan, sum liggur onkustaðni í millum hesar báðar møguleikarnar.

Men Schlüter er vísur í, at tað er neyðugt fyri Føroyar at hava greitt samstarv við ES, eitt nú viðvíkjandi gjaldoyranum.

Í ES-samstarvinum er eitt rættiliga víttfevnandi gjaldoyrasamstarv, sum um stutta tíð endar við, at meginparturin av ES fær nýtt gjaldoyra, kallað ECU.


Ongar kursbroytingar

Ein tann størsti fyrimunurin við gjaldoyrasamstarvinum er at tað verða ongar kursbroytingar, tí londini brúka øll sama gjaldoyra. Hetta merkir, at handilssamstarv yvir landamark í ES, verður einfaldari.

Fær Føroyar eitt slíkt gjaldoyrasamstarv við ES, stendur føroyska vinnulívið sera sterkt, metir Schlüter

Danmark, sum vit hava »gjaldoyrasamstarv« við í dag, er ikki við í europeiska gjaldoyrasamstarvinum, men har kjakast menn dúgliga um hvat skal gerast.

Niðurstøðan hjá Poul Schlüter viðvíkjandi gjaldoyranum var í øllum førum, at føroyingar klára seg ikki uttan gjaldoyrasamstarv.

Uttanríkismál

Men tað var nú ikki bara gjaldoyrasamstarvið, sum Schlüter metti hava týdning.

Tað hava uttanríkismálini eisini .

Í tí sambandinum nevndi fyrrverandi danski forsætisráðharrin, at hann metti tað verða neyðugt, at Føroyar samstarva við ES eisini á tí økinum.

ES hevur eitt stórt »apparat«, sum tekur sær av slíkum, og tað kann gerast ein stórur fyrimunur, fyri Føroyar at verða við í hesum samstarvinum.

Schlüter er »europeari« burturav og heitur talsmaður fyri at eitt nú donsku fyrivarnini verða tikin burtur og tað tykist, at hann metir at føroyingar skulu umhugsa at gerast limir í ES.


Føroyar óáhugaverdar sum sjálvstøðug tjóð

Í hesum sambandinum spurdi ein áhoyrari, um Føroyar ikki skuldu gerast sjálvstøðugar áðrenn vit fara upp í ES.

Til hetta svaraði Schlüter greitt nei.

? Eg vil ikki »anbefala« at tit melda tykkum úr ríkisfelagsskapinum við Danmark og Grønland yvirhøvur. Fyri ES er Føroyar eitt lítið áhugavert land, um tær eru sjálvstøðugar.

Og so kann mann verða samdur ella ósamdur við honum í tí.

Men tað er eingin ivi um, at Schlüter er ein sera áhugaverdur maður, sum hevur drúgvar royndir, bæði sum vinnulívsmaður og sum politikari.

Tað er tí sera áhugavert, at Klaksvíkar kommuna tekur stig til at fáa ein slíkan »tungvektara« til Føroya, at halda fyrilestur um eitt so eymt mál, sum ES-spurningurin er í Føroyum.