Norrøna til landsdyst í Skotlandi

Í sambandi við landsdystin hjá føroyingum ímóti skotum í Aberdeen í oktober fer Smyril Line at skipa fyri Cruise-ferð til Skotlands og dystin

Terji Nielsen


Mikudagin 14. oktober skulu føroyingar og skotar dystast á heimavøllinum hjá skotska felagnum Aberdeen, ið nevnist Pittodrie Park. Í hesum sambandi fer Norrøna at sigla til Aberdeen.

Smyril Line sigur, at ferðin verður gjørd í tøttum samstarvi við áhugafelagið hjá landsliðnum, 12. maður.

Í somu viku, sum ferðin verður gjørd, hava skúlarnir heystfrítíð, so hetta skuldi gjørt tað møguligt hjá heilt fitt av fólki at komið við til Skotlands og stuðla okkara landsliði. Givið er, at hevur landsliðið møguliga einar 3-400 føroyingar at stuðla seg, so spenna leikararnir seg enn meiri út.


Fýra dagar burtur

Norrøna fer av Havnini mánamorgunin 12. oktober klokkan 10. Kósin verður sett beint ímóti Aberdeen, har skipið væntandi verður týsmorgun klokkkan 7.

Meðan skipið liggur inni í Aberdeen, fáa ferðafólkini eisini møguleika fyri at fara á ymsar útferðir í Aberdeen og har um leiðir, sum Smyril Line fer at skipa fyri. Enn er ikki heilt greitt, hvussu nógvar útferðir verða gjørdar, men tær verða helst ikki so nógvar í tali.


Heim beint eftir dystin

Sum áðurnevnt, so verður landsdysturin mikukvøldið 14. oktober. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 20 skotska tíð, og longu á midnátt sama kvøld fer Norrøna avstað aftur úr Aberdeen.

Norrøna verður aftur á Havnini hósdagin 15. oktober klokkan 20.


Aberdeen

Býurin Aberdeen er væl kendur millum føroyingar. Rættiliga nógv handilssamband hevur verið millum Føroyar og henda skotska havnabýin, sum hevur einar 265.000 íbúgvar.

Í gomlum døgum vóru tað sera nógv føroysk fiskiskip, sum sigldu til Aberdeen at selja fiskin.

Nú á døgum er nógv samstarv millum føroyingar og vinnulívið í Aberdeen í sambandi við eina møguliga oljuvinnu.

Sjálvsagt verður eisini góður møguleiki hjá ferðafólkunum at vitja handlar og keypa. Býurin hevur ein hóp av handlum, sum bjóða alt hugsandi fram.


Prísir

Smyril Line hevur skipað soleiðis fyri, at tey, sum koma við á ferðini, koma at búgva umborð á Norrønu, eisini meðan skipið liggur við kaj í Aberdeen. Hetta ger, at fólk sleppa undan at fáa sær kamar á gistingarhúsi í býnum og gjalda í dýrum dómum fyri tað.

Ferðaseðlaprísurin liggur frá knøppum 2.000 krónum og upp til 4.500 krónur. Í hesum kostnaðum er eisini íroknaður morgunmatur umborð allar dagarnar.