vitjaði hann, tá heystfrítíðin var, og vit fóru í studio og innspældu eitt kassettuband við løgum, sum hann hevði lagt til rættist og sang. Tað, sum eg minnist allarbest við Jóhan er, at hann var eitt [...] ljós allastaðni, hann var. Hann hevði eisini eini ótrúlig evni at síggja tað komiska í tí heila, og tær ferðirnar, vit hava verið næstan fyrilagstir av láturkrampa eru ikki so fáar. Hann var ein sovorðin [...] ein vinarumbøn inn á Facebook vangan frá mínum lærara og mentori Jóhan Mortensen. Eg sendi eina heilsan í innbakka; vónaði, at hann hevði tað gott. Fríggjadagin, lítla viku seinni, gekk leiðin so í Glyvra
starvsfólkum og brúkarum. Allir hesir brúkarar vildu hava sítt, øll kendu Dánjal, og nærlagdur sum hann var, tók hann nógv á seg og megnaði altíð at finna loysnir. “Ikki stemplað” stendur í klokkuskipanini hjá [...] ein hugsar um, at júst Dánjal altíð var tøkur, um tað so var jólaaftan ella páskadag. Hann var altíð til taks, hann umsat eitt ómetaliga stórt arbeiðsøki og var helst tann í kommununi, sum hevði beinleiðis [...] umleið 20 ársverk. Øll ítróttarfólk kendu Dánjal. Flestu onnur kendu hann eisini, tí Høllin á Hálsi er ein mentanardepil, og altíð sást hann til ymisku tiltøkini í høllini. Í tílíkum starvi er trupult at vera
arbeiðis, so arbeiddi hon heimanífrá. Borgarhjørt var dóttir Torgerð og Hans Kragsteen, sum bæði eru farin. Hon var gift við Hans Mortensen. Borgarhjørt átti synirnar Jón, Hallur og Brandur. Eisini var hon omma [...] tá hetta hóttafall hendi. Men her komu vit ásanna orðatakið, at »eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.« Borgarhjørt kom í nærum 40 ár at arbeiða á landsumsitingini. Tað var í hesum sambandi [...] slíkum grunni. Skrivari í nógv ár var Jens Pauli Ellendersen, fulltrúi á Landsskrivstovuni. Tá ið hann legði frá sær, tók Borgarhjørt við. Hon gekk uppí hetta arbeiðið við lív og sál. Tað var ein partur
tosað var um hvussu ein ynskti at doyggja, tá segði hann so, »At jeg dør med støvlene på«, her hugsaði hann, at hann hevði arbeiðsstivlarnar á, tað kom hann so at uppliva. Aril vitjar Føroyar Í november mánað [...] og visjonerur maður, hetta kundi føra hann til tíðir inn í misskiljingar, men hann stóð fastur uppá visjónina, sum Harrin hevði givið honum. Í 1965 stovnar hann Troens Bevis, hetta skuldi vísa seg at [...] Aril var ein virkin maður, hann megnaði at skriva 50 bøkur, tó var tað mesta um trúgv og evangelisering. Ein filmur er gjørdur um hann, sum ber heitið Himmelen revner. Hann plagdi at taka so til, tá tosað
stolt yvir, vælvitandi at lívsleið tín ikki altíð hevur verið eins bjørt. Foreldur tíni vóru Bette Mortensen av Argjum og Johan Kjærbo úr Sumba, og vart tú yngst av trimum systrum. Tú var ikki fylt tvey ár [...] suður aftur at ganga í skúla og bleiv fermd í Vági. Pápi tín giftist upp aftur, og í hesi giftu fær hann trý børn, sum tú hevur stak gott samband við, børnum tínum til stóra gleði. Seinni fert tú til Havnar
Sørensen, fødd Andreassen, er dóttur Magnus Andreassen úr Fuglafirði og Fíu (í Fjósi) fødd Hansen. Hans Sørensen er úr Trongisvági og er sonur Janus Sørensen og Sigrid Sørensen, fødd Lindberg. Vit fimm [...] spákandi eftir havnargøtum, stundum sum gestir í svimjihylinum og til tíðir sitandi saman á beinkinum í SMS. Babba, tín yrkisleið hevur verið frá hýruvognsførara á ungum døgum áðrenn tú gjørdist rørleggjari
at kenna aftur. Hann broytti ham eftir einum eygnablunki. Royndi at sissa hann, men hetta var vónleyst. Hann hevði hug at glepsa eftir mær, tá eg vildi kanna, hvat møguliga var galið. Hann hevur gott, stútt [...] tað var ikki tí, hann var blivin so ræddur. Vist ikki hvat tað var, sum kundi havt gjørt hann so bangnan mitt í tí heila. Eingin bilfloyta ella rakett-buldur, og heldur ikki hevði hann traðkað í glassplitni [...] Effersøesgøtu, bleiv hann knappliga púra frá viti og sansi. Hevði ongan hóming av, hvat var áfatt. Høvdu júst gingið langan tein uttan nakran truppuleika. Mitt í tí heila fer hann at leika í. Fer at goyggja
Heimkomin úr Íslandi bleiv hann heilsubrekaður í longri tíð, men hann fall ikki í fátt og kom fyri seg aftur. Hann keypti sær ein lastbil, og tá onki var at koyra, arbeiddi hann sum hjálparmaður hjá sys [...] fleiri ár koyrdi hann olju fyri Esso, til allar bygdirnar í sunnaru helvt og skipini við. Seinnri fór hann at smíða aftur, og hann var kendur sum ein sera raskur smiðir. Eitt kundi hann tó ikki fordraga [...] skriva rokningar fyri arbeiði, men hann var álítandi og vælgjørdur, og hann fekk altíð sítt. Hann hevði eisini til ítriv at mála, landsløg einamest, og tað fæst hann við enn hóast 88 ára gamal. Tað eru
fekk hann flutning aftur í Eysturoynna. Hann smíðaði bátin í eina viku. Óli Debes var handilsmaður við Gjógv. Hann hevði biðið Hermann abbabeiggja smíðað sær ein lossibát, og tað gjørdi hann. Hann var [...] nøkur ár, til hann fór á Forngripasavnið, har hann nú stendur. Sum áður sagt, so róði eg við honum í 13 ár. Eg kenni hann sum mína høgru hond. Hann er ein gongubátur. Ein dygdarbátur. Hann er góður allar [...] Óli í Skúlanum. Hann doyði í apríl 1938, 86 ára gamal. Tá ið hann hevði verið klokkari í Eiðis kirkju í 50 ár, fekk hann kongsins tænastumedalju, »Dannebrogsmændenes hæderstegn«. Hann var klokkari í fleiri
kenningum og vinfólki, hóast tey fækka í tali. Føðingardagsbarnið er dóttur Annu Hammer Mortensen og Frederik. Hann arbeiddi á bedingini, smíðaði, málaði og hevði annað fyrifallandi arbeiði. Hevði jørð, [...] ein yndisblettur hennara. Síðst í fjøruti-árunum flutti hon, nýgift, saman við manninum, Hans, til Havnar, har hann hevði fingið arbeiði á Telegrafstøðini. Væl fall hon til, fekk vinnkonur og kom í bindiklubba