Hon hevði verið til arbeiðis sama dagin og var farin heim væl til passar, tá hetta hóttafall hendi. Men her komu vit ásanna orðatakið, at »eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.«
Borgarhjørt kom í nærum 40 ár at arbeiða á landsumsitingini. Tað var í hesum sambandi, at hon kom at vera skrivari í Hjálpargrunninum fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn. Hetta er ein grunnur, sum varð stovnaður í 1938. Hóast umstøðurnar eru nógv broyttar, er framvegis tørvur á einum slíkum grunni. Skrivari í nógv ár var Jens Pauli Ellendersen, fulltrúi á Landsskrivstovuni. Tá ið hann legði frá sær, tók Borgarhjørt við.
Hon gekk uppí hetta arbeiðið við lív og sál. Tað var ein partur av lyndinum hjá Borgarhjørt at kunna lívga tann, sum er minni væl fyri.
Tað sum kom at merkja nógv í hesum sambandi var ta jaliga lyndið Borgarhjørt hevði. Hon var nakað av einum lívsstykki, og tað var altíð so hugaligt at hava við hana at gera. Hon var altíð blíð og altíð fyrikomandi at koma á tal við.
Hóast heilsubrek, so fall hon ikki í fátt, og hon arbeiddi alt hon orkaði. Kundi hon ikki fara til arbeiðis, so arbeiddi hon heimanífrá.
Borgarhjørt var dóttir Torgerð og Hans Kragsteen, sum bæði eru farin. Hon var gift við Hans Mortensen. Borgarhjørt átti synirnar Jón, Hallur og Brandur. Eisini var hon omma.
At hon var væl umtókt, sást eisini sunnudagin á tí stóra skaranum, sum fylgdi henni til gravar.
Vit vilja við hesum fáu orðum takka Borgarhjørt fyri tað, sum hon gjørdi fyri Hjálpargrunnin.