Til mammu og babba á diamantbrúdleypsdegnum

Í dag, tann 10.09.09, hava Hans og Kamilla Sørensen diamantbrúdleyp.

Kamilla Sørensen, fødd Andreassen, er dóttur Magnus Andreassen úr Fuglafirði og Fíu (í Fjósi) fødd Hansen. Hans Sørensen er úr Trongisvági og er sonur Janus Sørensen og Sigrid Sørensen, fødd Lindberg.

Vit fimm sysktini við familju eru í tí hepnu støðu, at vit sleppa at uppliva, at foreldur okkara kunnu feira 60 ára brúdleypsdag . Tá lagnan hevur víst tykkum tað blíðsemi, at tit framvegis hava hampuliga heilsu og nú sleppa at uppliva henda dag saman, so er nógv at vera takksamur fyri.

Í gjøgnum hetta langa hjúnarband hava tit verið búsitandi í Havn, og kann tað av røttum sigast, at tit eru vorðin ein býarmynd. Stundum spákandi eftir havnargøtum, stundum sum gestir í svimjihylinum og til tíðir sitandi saman á beinkinum í SMS.

Babba, tín yrkisleið hevur verið frá hýruvognsførara á ungum døgum áðrenn tú gjørdist rørleggjari. Tú starvaðist hjá Mariu Poulsen í fleiri ár, var sjálvstøðugur og seinni umsjónarmaður á Telefonverk Føroya Løgtings í 25 ár.

Mamma, áðrenn tú bleiv gift starvaðist tú fyrst hjá Heinesen og síðani hjá Niels Arge. Men sum kvinnur flest tá á døgum gavst tú við hesum fyri at passa heimið, sum gjørdist miðdepilin í okkara lívi. Her hevði tú nógv um at vera, tí húsið tíðum var fult av gestum, tí ferðasambandið ikki var so gott sum í dag.

Vit hava øll havt gleði av tínum serliga góðu evnum at tekna og mála. Tú hevur teknað okkum øll stór sum smá, og prýða hesar myndir tykkara og okkara heim í dag.

Nú, tá tit hátíðathalda diamantbrúdleyp, er stuttligt at minna tykkum á, hvussu tit hittust á fyrsta sinni, og var hetta sum í einum røttum ævintýri. Tit vóru í somu veitslu, tá mamma var so óheppin, at hælurin á skónum datt undan. Ímyndast kann, hvussu keðilig støða hetta er at koma í hjá eini veitsluklæddari kvinnu. Mamma lovar, at tann, ið megnar at hjálpa sær við at fáa hælin fastan aftur, skal verða løntur við einum kossi. Einasti persónur, ið megnaði hesa uppgávu, var tú góði babba. Og her byrjaði tykkara lívsleið saman. At júst tú, babba, megnaði hesa avbjóðing, undrar okkum als ikki, tí tað sigur so nógv um tíni góðu evni. Tú er ein sera handaligur og arbeiðssamur maður, so trupult er at finna tín líka.

Eftir 60 ára hjúnarband, er familjan vorðin stór. Tit eiga fimm børn, sum eru Tummas, Sigrid, Sofía, Maja og Sonja. Tit eiga 15 ommu- og abbabørn, 10 langommu- og langabbabørn, umframt at eitt er á veg.

Á diamantbrúdleypsdegnum eru tit burturstødd. Tit hava sæð tykkum føran fyri at fara til dóttir tykkara í Ålborg og vóna vit, at tit fáa ein góðan dag saman.

Hjartaliga tillukku elskaðu mamma og babba. Ynskja børn, svigerbørn, ommu- og abbabørn og langommu- og langabbabørn.