Ein kend bygdamynd eru tey, sum bæði tey eldru og tey yngru eru góð við. Sum t.d. ta ferðina tey vóru farin til Havnar júst tann dagin VB vóru blivnir føroyameistarar í fótbólti. Sum vera man vóru tey nakað sein íland av Smyrli, og komu tey tí beint ímóti teirri øgiligi og ovurfegnu mannamúgvu, sum skuldi umborð suður til Vágs at feira sigurin. Nú var vandi á ferð. Men so róptu nøkur av teim ungu, tá tey sóu hesi bæði gomlu koma raggandi beint móti streyminum: "Oh jússøs, hygga Herborg og Torkil, kom og passa uppá tey"! Og so gjørdu hesi ungu manngarð so tey sluppu væl og trygt allan vegin gjøgnum ta stóru mannfjøldina, íð trokaði seg umborð.
Mamma er fødd 11. juni 1917 í Øravík. Foreldur hennara vóru Jóan Petur Mortensen og Hansina f. Hansen úr Tórshavn. Tey búðu í Mýruni í Øravík og har vaks mamma upp.
Mamma var tann sjeynda av tíggju systkin , og var bert 8 ára gomul, tá pápi hennara doyði.
Tað var tungt hjá ommuni at syrga fyri hesum stóra barnaflokki, men var tað ein stór hjálp at tann elsti sonur hennara var farin til skips og tí kundi hjálpa til við húsarhaldinum. Tað sum keypmennirnir á Tvøroyri fingu hendur á av fastari ogn, tað tóku teir, har var eingin miskunn. Undir sjúkalegu abbans vóru teyð komin at skylda eitt sindur í onkrari krambúð.
Tá mamma var 15 ár gomul fór hon til Havnar í húspláss hjá Dia á Bø, hann var skyldur við mammu hennara, tvey ár seinri fór hon suður til Vágs og var í húsplássi har, til pabba og hon komu at kennast og seinnri giftist.
Vit vóru nógv í húsi - nógv stríð og strev, men altíð var mamma ljós í sinni, og tí var eisini lætt og ljóst inni. Hentleikar vóru ongir av tí slagnum, sum í dag gera alt arbeiði lættari. Men mamma hevði altíð stundir til okkara, var altíð har við onkrum góðum, tá vit komu úr skúla, hon fortaldi søgur og hon sang fyri okkum. Hon var hjartað og pulsurin í barnaheimi okkara. Seinni tá øll ommubørnini komu, hava tey øll fingið teirra rúm í breiða fangi hennara - og sum hon sigur: tað tekur longri og longri tíð at sovna um kvøldið, tí hvørt einasta navn skal nevnarst í kvøldbøn teirra.
Pabba er føddur í Vági 28. juli 1913. Foreldur hansara vóru Niels Petur Strøm, timburmeistari og Maria f. Hjelm, hann var frá Kráir og hon av Løðhamar. Pabba vaks upp á Løðhamri, saman við einum eldri bróðuri og einari yngri systir.
Hann smíðaði saman við pápa og beiggja sínum. Teir bygdu hús, og um vetrarnar smíðaðu og umvældu teir umborð á skipunum, tað var altíð nokk at gera. Tey fyrstu áruni eftir seinra heimsbardaga bleiv minni at gera, men tá fór pabba saman við øðrum timbirmonnum til Íslands at smíða nøkur ár. Heimkomin úr Íslandi bleiv hann heilsubrekaður í longri tíð, men hann fall ikki í fátt og kom fyri seg aftur. Hann keypti sær ein lastbil, og tá onki var at koyra, arbeiddi hann sum hjálparmaður hjá systkinabarni sínum, Viggo Dahl, sum hevði handilsvirki á Tjørn. Í fleiri ár koyrdi hann olju fyri Esso, til allar bygdirnar í sunnaru helvt og skipini við. Seinnri fór hann at smíða aftur, og hann var kendur sum ein sera raskur smiðir. Eitt kundi hann tó ikki fordraga, tað var at skriva rokningar fyri arbeiði, men hann var álítandi og vælgjørdur, og hann fekk altíð sítt.
Hann hevði eisini til ítriv at mála, landsløg einamest, og tað fæst hann við enn hóast 88 ára gamal. Tað eru mangar myndir sum hanga víða hvar í nógvum heimum. Tað, sum hann sá í nattúruni í okkara vakra landi, tað festi hann á lørifti sera hepnisliga.
Í nógv ár var pabba formaður fyri stýrið í missiónshúsinum í Vági. Nógv mugu tey eisini vera kring oyggjarnar, ið minnast blíðskapin í okkara heimið. Altíð høvdu tey fólk gistandi, tá missiónsvika var, og spennandi var at hoyra prátið við tey fremmandu í húsinum og hoyra nýggjar søgur.
Søgan um pabba og mammu er eisini søgan um eini hjún, sum nú í 65 ár hava elskað og styðjað hvønnannan, og har ein innilig guðstrúgv í øllum hesum langa og umskiftiliga tíðarskeiði hevur verið tann grundarsteinurin, íð samlív teirra hevur bygt á. Henda livandi gudstrúgv hevur borið gjøgnum trongar eins og ljósar tíðir, og hevur givið teimum styrki og tryggleika til at liva lívið í gleði og vón. Hetta eru teir tættirnir, teirra lívstráður er vovin av: guðstrúgvin, gleðin yvir allar lívsins gávur, og kærleikin til hvønn annan og alla teirra slekt.
Við hesum fylgdi eisini tað góða humørið, sum altíð lá ovast. Ótaldar eru løturnar, tá láturin rungaði í okkara heimi yvir allar tær stuttligu søgurnar, ið vóru havdar á lofti. Mong vóru tí eisini tey, sum javnan stukku inn á gólvið, tí tað var hugnaligt og lívgevandi. Og sjálvt um allir teirra javnaldrar nú eru farin, so er tað tíbetur enn so, at eisini tey yngru í grannalagnum og í familjuni støkka inn á gólvið, so tey sita ikki í einsemi um dagarnar og kúra. Er tað ein góður dagur, tá sólin sær, so kunnu tey seta seg útum á trappuna, og altíð støðgar onkur á, sum fer framvið.
Hóast túrarnir nú eru sjáldnir og stuttir, so frøast tey enn sum fyrr um náttúruna. Ikki bara ferðirnar niðan á Eggjarnar, Múlan, Ryskivatn ella vestur á Eiðið - eisini úr køksvindeyganum lærdu tey okkum at frøast um náttúruna: hagani fylgdu vit við hvørt einasta vár, hvussu sólin petti fyri petti kom longur oman í Hvannadal, tá vit aftur hoyrdu tey fyrsti tjøldrini, tá lombini aftur sóust niðanfyri garðarnar og bøurin bleiv gulur av sóljum - tá mátti tú syngja, og sangur var nógvur í okkara heimi.
Mamma og pabba høvdu vakra songrødd og vóru nógv ár í kirkjukórinum "Ljómur". Pabba var við frá fyrsta degi, mamma kom uppí skjótt eftir tað. Hvønn sunnudag og hvørja hátíð setti kórið dám á guðstænasturnar. Fram um alt var tann árliga konsertin allahalgannasunnudag - "Nú hvítna tindar fjøllum á" var fastur á skránni, og enn ornar hjartað hvørja ferð við hendan sálmin. Her í Ljómi vórðu tey við í einum ríkum samfelagi við Edith Dahl á odda. Her varð eisini nógv skemt og látur. Tey spældi sær á útfluktum norður í Dal ella á Lopranseiðið, tey spentu seg út og hugnaðu sær saman til konsertir kring oyggjarnar, og tey høvdu minniríka ferð til Noregs og Danmarkar saman.
Alt hettar vit hava nevnt - og nógv aftrat, sum her ikki er rúm fyri - eydnaðist mammu og pabba at geva víðari til okkum, teirra børnum, ommu- og abbabørnum.
Nú sól stendur lágt, vóna vit fyri tykkum, at roðin av vesturskininum vil gylla tað av lívsleiðini, sum tykkum er máld at vera eftir. Við orðunum íð standa undir hesu vøkru myndini av tykkum báðum, ynskja vit tykkum hjartaliga tillukku á krúndiamantbrúdleypsdegnum.
Hetta sálmaørindi er eitt av yndisørindunum hjá mammu og pabba:
Ótøld sum sandskorn smá og heimsins sáðið,
sum heimsins dýpi blá er Harrans náði,
við henni hvønn dag sál hann yvirhellir,
hvønn morgun mær í skál, ein náði uttan mál,
ríkt omanvellir
???????
Tórgir, Marita, Jonhild, Hans Pauli og Maria