Til mammu á 75 ára degnum

Jastrid Enghamar

Góða mamma, í dag 14. november 2006 kunnu vit seks systkini heiðra teg á 75-ára degnum, og tað eru vit bæði glað og stolt yvir, vælvitandi at lívsleið tín ikki altíð hevur verið eins bjørt.
 
Foreldur tíni vóru Bette Mortensen av Argjum og Johan Kjærbo úr Sumba, og vart tú yngst av trimum systrum. Tú var ikki fylt tvey ár, tá mamma tín doyði. Pápi tín var sjómaður, og búsettist tú tí á Argjum hjá familju, men fór seinni suður aftur at ganga í skúla og bleiv fermd í Vági.
 
Pápi tín giftist upp aftur, og í hesi giftu fær hann trý børn, sum tú hevur stak gott samband við, børnum tínum til stóra gleði. Seinni fert tú til Havnar at arbeiða, millum annað húspláss og á Landssjúkrahúsinum. Í Havnini hittir tú ein fuglfirðing, ið nevndist Jørgen, ið seinni gjørdist maður tín. Tìðirnar, mitt í fimmti árunum, vóru ikki eins góðar og ynskiligt og fluttu tit tískil til Fuglafjarðar, henda leið gekk seinni víðari til Klaksvíkar, fyri síðani at búsetast í Havn.
 
Tykkum eydnaðist at fáa seks børn á lívi, tríggjar dreingir og tríggjar gentur. Alt hetta gekk so mikið skjótt fyri seg, at tit enn ikki høvdu fingið sett føtur undir egið borð.
 
Eg minnist tá fyrst í sjeytiárunum, tá babba stoltur byrjaði at tosa um at keypa hús á Tórsbyrgi, og vóru tú og babba sera glað og spent til hetta, men so skuldi ikki verða. Babba var fyri tí lagnu, at gerast sjúkur og andaðist 23. desember 1974, bert 46 ára gamal. Ikki var lætt at sita einkja, einans 42 ára gomul og við seks børnum. Men góða mamma, sjálvt ikki hetta fekk fótafestið undan tær, men við sterkum sinni tók tú hond um tíni, fór út at arbeiða í køkinum á Landssjúkrahúsinum og síðani á Sjómansheiminum, har tú ognaði tær vinfólk fyri lívið.
 
Heimurin hevur fostrað manga megnar kvinnu, m.a. Margareth Thatcher, Golda Meir og Elisabeth I, men fyri tíni børn koma hesar tær ikki til kníggja.
 
Góða mamma, tú kann við gleði hyggja rundan um teg og síggja, at alt stríðið ikki var til fánýtis. Harrin signi teg.
 
Við kvøðu
 
Elsti sonur tín