Hon vaks upp við Trongisvágsfjørð, men hjúnarband og arbeiði førdu hana til Havnar fyri sløkum seksti árum síðani. Hóast hon hevur búð meginpartin av lívinum í Havn, tosar hon framvegis sevmýrismál, og hon er tvøroyrarfólk við rættiliga stórum T.
Trúføst – sum er eitt lyndiseyðkenni hennara – leitar hon hvørt ár suður um Suðuroyarfjørð. Í frítíðarhúsum sínum á Tippinum kann hon so njóta heimbygdina, umhvørvið og útsýnið yvir á Oyrnafjall, Gálgatanga, Lítlahólm og vøkru náttúruna við fjørðin. Trúgv vitjar hon á gátt hjá skyldfólki, kenningum og vinfólki, hóast tey fækka í tali.
Føðingardagsbarnið er dóttur Annu Hammer Mortensen og Frederik. Hann arbeiddi á bedingini, smíðaði, málaði og hevði annað fyrifallandi arbeiði. Hevði jørð, neyt, seyð og høsn. Hon var handilskvinna og hevði toyhandil, eitt skifti tveir, og seymistovu. Smáu handilshúsini hjá Annu á Sevmýri bera enn eyknevnið “Silkeborg”. Í góðum heimi og hugnaligum umhvørvi vaks Jutta upp saman við beiggjanum Meinhard. Nógv gott hevur mamman lagt í gentuna, tí hóast hon bert var 12 ár, tá mamman doyði, hoyrist føðingardagsbarnið javnan taka til, hvussu mamman bar seg at í matgerð og annars legði húsliga arbeiðið til rættis.
Jutta hoyrir til tað ættarliðið, sum annar heimsbardagi hevði stóra ávirkan á. Hjá summum vóru krígsárini ein avbjóðing. Hjá øðrum ein forðing at leita sær út um landoddarnar at fáa sær eina útbúgving. Eftir lokið realprógv arbeiddi hon øll krígsárini í krambúðini hjá handils- og reiðaravirkinum T.F. Thomsen. Har hitti hon fiskafólk og sjómenn úr øllum landinum. Góð og spennandi ár – við krígsótta og myrkalegging, men eisnin við gleimi, dansi og veitslum saman við eingilsku hermonnunum – Jim, George og John ella hvat teir nú nevndust. Mangar eru myndirnar frá túrum í haga og í Ásdali, sum man hava verið ein yndisblettur hennara.
Síðst í fjøruti-árunum flutti hon, nýgift, saman við manninum, Hans, til Havnar, har hann hevði fingið arbeiði á Telegrafstøðini. Væl fall hon til, fekk vinnkonur og kom í bindiklubba. Enn hittast tær, sum eftir eru, regluliga.
Jutta er vinsæl, løtt í sinni og hevur lætt at kom í tal við fólk. Hon er gestablíð, og mong eru tey tvøroyrarfólk, sum hava gist í heimi hennara. Fyrst á Húsabrúgv og seinri í Jóannes Paturssonargøtu.
Hon er framvegis løtt á fótum og er nærum dagliga at síggja í havnargøtum. Hon vitjar fólk, er til tiltøk og er trúfastur kirkjugangari.
Í kvøld heldur hon føðingardagin saman við skyldfólki og vinum, og vit ynskja henni hjartaliga tillukku við hesum stóra degi og eydnu í komndi tíðum.
J