sigur seg nú betri skilja støðuna hjá teimum á Kalsoynni. Jógvan Sámal, sum sjálvur eru í Mikladals/Trøllanes kommunu, hevur tó betri vónir nú, at teir fáa hækka hesa játtanina, nú Norðoyggjar eru so væl [...] milliónir eru nýttar á Kalsoynni ísambandi við vegagerð og tunlar. Ætlanin hevur allatíðina verið at gjørt eina ferjulegu á Syðradali, so Dúgvan kann leggja at á veg um Leirvíksfjørð, og Kalsoyggin á tann hátt [...] 100 metrar hvørt ár, tað er alt, sigur Jógvan Sámal Heldarskarð. Alt ov óeffektivt Nú er ein smoltstøð komin at liggja á hesum vegastrekkinum, og tað hevur hjálpt eitt sindur, soleiðis at meir er gjørt.
ein mann á toppinum, og tá ið spælararnir í næstu røð ikki eru altráðir at koma fram í brotsteigin, sigur tað seg sjálvt, at trýstið á málini ikki verður nakað serligt. Tá ið so nógvir eru á miðvøllinum [...] minuttir eftir, at Aleksander Djordjevic, sum leingi hevur verið skaddur og ikki enn er komin heilt fyri seg, var komin á vøllin, legði hann úr høgru og í brotsteigin, har Atli Danielsen, tá ið hann royndi [...] Serliga klaksvíkingar hava havt trupulleikar við at halda tætt í verjupartinum. Nú hava teir fleiri ferðir fokuserað upp á tann partin, og tølini siga, at tað er væl tættari. KÍ er tvær ferðir farið av
tryggja føroyingum kappingarførar tænastur á tryggingarmarknaðinum. Rakstrarútreiðslurnar, sum vóru 22,4 mió. kr. í 2009, øktust nakað samanborið við 2008, men eru tó á einum hóskandi støði. Fallið í búskapinum [...] hevur ikki verið nógv keyp og søla av ognum, ið skulu tryggjast, men vit eru hóast alt nøgd við, at felagið alsamt styrkir um støðu sína á føroyska tryggingarmarknaðinum, sigur Jean Djurhuus. Fíggjarligu [...] og tað er ein hækking á 1,3 milliónir krónur samanborið við 2008, svarandi til 1,4%. Hesin vøksturin stavar lutvíst frá meirsølu og lutvíst frá prísjavningum, sum vórðu gjørdar á heysti 2008 og í 2009
vera til tær eldsálir, ið stovnaðu felagið. Uttan tey, vóru vit ikki har vit eru í dag. Enn er langt á mál, og nógv gongur sera seint, men vit eru á røttu kós. Maria Ellefsen Næss , forkvinna [...] Føroya. Vit byrjaðu at seta 20 kr. av hvønn mánað fyri at fremja nøkur tiltøk í felagnum. Vit byrjaðu at koma saman eina ferð um mánaðin. Vit ferðaðust ymsastaðni í Føroyum og vitjaðu virkir o.m.a. Vit keyptu [...] felagnum er at bøta um livikorini hjá deyvum í Føroyum. Tað merkir, at vit vilja luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Vit eru sera takksom fyri at hava eitt felagshús. Deyvahúsið er karmur um okkara
Kotulettirnar vóru nú brasaðar. Inn komu tær á tveimum føtum. Stórar upp á fót, stórar í vav og drignar í raspi og eyggjablommum. Tá ið tær lógu á borðiskinum, líktust summar Írlandi á heimskortinum og onkur [...] Republique í Paris og til Lítlu oyggj á Áarvegnum í Havn. Jólatræið á Áarvegnum á Lítlu oyggj gav ungdóminum stjørnur í eyguni, og tá ið Frelsunnarherurin við Óla í Horni á stórutrummu fór oman Áarvegin og [...] bóru boð um at læraraskúlanæmingar vóru í veitsludámi og jólahýri. Vit møttu Martin Holm á Áarvegnum. Hann steðgaði á og sá hvørjum lagi vit vóru í. Hann smírdist eitt sindur. Hann kom óivað at hugsa um sínar
spurnarkapping á skránni. Meðan tey fyrr vóru munandi fleiri til hetta hugnaliga tiltakið, eru tey nú sum oftast bert eini trý-fýra savnaði saman. -Vit eru munandi færri nú, tí tey deyvu nú er spjødd meiri [...] fýra ymiskar linjur, og eg valdi so at fara á ta praktisku linjuna. -Her gjørdu vit alt møguligt ? vit plantaðu trø, plantaðu blómur, gjørdu gøtur og so gjørdu vit eisini snikkaraarbeiði. Tað dámdi mær sera [...] deyvum, sum eru góð hvørt við annað. Tey funnu tó upp á ráð: Tey byrjaðu at chatta saman, og tí dag er hátøknin komin í hásætið umvegis web-myndatólini. -Gjøgnum hetta myndatólið kunnu vit halda sambandið
har vit tjentu væl. Trolbáturin hevði loyvi at fiska alt árið og øll fiskasløg. Vit royndu við troli og seldu veiðina á fiskamarknaðum – alt eftir á hvørjum leiðum, vit royndu. Onkuntíð seldu vit til ávísar [...] mikumorgunin. Kósin varð sett á leiðirnar vestur úr Trøllhøvda. Tveir mans á bátinum, Rúni Poulsen og Marnar á Skúr. Teir høvdu 25 stampar við. Seint mikukvøldið ringdu vit til Rúna, sum eigur bátin saman [...] Fyrimunirnir eru tó nógv fleiri enn vansarnir. Tað man vera á fáum útróðrarbátum, at menn skiftast um at verða umborð og í landi, men hesa skipan hava brøðurnir umborð á Tóru. - Tríggir mans eru knýttir at
teldufyritøkunum, nú eru útbúgvin, ella um tað er tí, at teldufyritøkurnar nú seta fólk, sum hava bókliga førleikan upp á pláss, skal verða ósagt. Kortini er nakað sum bendir á tað seinna. ? Nú eru tað serliga [...] tíðina hava vit skrivað nokkso nógv um nýggjar teldútbúgvingar, ið eru settar á stovn í Føroyum, ella sum ætlanin er at seta á stovn. Tí hevur tað kanska ljóðað, sum hevur tað verið púra øskukalt á útbúgvi [...] her í fleiri ár, men vit hava eisini havt lærarar úr Odense og í fyrstuni brúktu vit lærarar frá edv-skúlanum í Keypmannahavn, greiðir Ragnar frá. Annars vísir Ragnar á, at tað eru møguleikar fyri fra
til vildar tann dagin. Vit sóu einki, tí mjørkin lá tjúkkur; men tað, sum vit hoyrdu var jarmandi seyður og kátur fuglur. Komin norður á Kallin, løgdu vit hondina á vitan, og vit hoyrdu tokulúðurin boða [...] meir enn komin inn á sjómansheimið Ørkina, tá systkinabarnið hjá mammu, Kollbein Ólafsson, stóð í durinum. Hann er úr Oyggjunum og var eins og vit komin til Reykjavíkar til steypafinalu. Vit vóru í hvør [...] framtíð í føroyskum sjónleikalívi. Nú gleði eg meg bara til at síggja frumframførsluna av hesum nýggja sjónleikinum hjá Jóanesi Nielsen einaferð í vár. Her eru vit veruliga á einum vegamóti. Tað blíðkar fyri
fyrst er komin. Góð byggilist skapar trivnað og ring byggilist mistrivnað. Tí er neyðugt at byggilistin altíð er á einum nøktandi støði. Um vit í býráðnum t.d. søgdu við tykkum borgarar, at vit hava tveir [...] júst tí, at byggilistin er á einum høgum støði. Hví eg samanberi hesar báðar bygningar? Jú, tí teir faktiskt eru líkir á tann hátt, at teir eru ætlaðir til sama endamál, nevniliga mentanartiltøk. Munurin [...] er broytt, og í dag gleðast vit øll um Norðurlandahúsið. Íløgan var jú ikki so stór, um vit hugsa um tað stóra nøgdsemið, sum er komið burturúr. Moralurin í hesum er, at vit ALTÍÐ skulu byggja vakrar bygningar