Deyvafelag Føroya stoltleiki okkara er 50 ár - Tað var stovnað 12. februar 1972.
Stovnarnir av felagnum vóru 10 deyvir føroyingar:
Jan Tausen Zachariassen, Norðragøtu
Hermundur Zachariassen, Argir
Arnbjørg Antoniusen, Norðragøtu
Bruno Antoniusen, sáli, Norðragøtu
Kjartan Kollstein, sáli, Nes
Hilmar Heinesen, sáli, Miðvági
Benedikt Dahl Hermansen, sáli, Hósvík
Jón Petersen, Tvøroyri
Jóhann Pauli Poulsen, Klaksvík
Jan Tausen Zachariasen, ein av fyrstu nevndarlimunum , og seinni formaður, sigur soleiðis um orsøkirnar til at Deyvafelgaið bleiv stovnað, og greiðir eitt sindur frá søguni:
“Vit vita øll, at í gomlum døgum, fóru øll deyv niður til Danmarkar á deyvaskúla. Tey fyrstu árini sluppu tey bara heim í summarfrí aftan á eitt 5 ára skeið. Okkara elsti deyvi heiðurslimur, Hilmar Heinesen, sum doyði 2012, stutt áðrenn Deyvafelag Føroya fylti 40 ár, 101 ára gamal. Segði frá at hann fór til Danmarkar sum 7 ára gamal og kom heim fyrstu ferð sum 12 ára gamal. Fyrst kendi hann ikki pápa sín, sum tók ímóti honum í Havn, men teir sigldu heim til Miðvágs, og hann mintist stað og heimið og mammu sína.
Síðani sluppu tey heim bara um summarið, men eftir kríggið, eisini í jólafrí.
Tað var so fá deyv, sum búðu fast í Føroyum tá, tí tey flestu búðu í Danmark og fingu arbeiði og giftust har.
Tað er náttúrligt at deyv leita upp onnur deyv. Sum Hilmar fortaldi, tá ið hann var í Havn, att hann vitjaði ofta systkiniHeini og Elsebeth Marie Rubeksen, ið vóru deyv og eisini Karla Kjærbo á Gripsvegnum. Tó, tey doyðu í 40 árunum. Meðan tey deyvu vóru heima, leitaðu tey flestu eftir øðrum deyvum. Á henda hátt, kundu tey greiða hvørjum øðrum frá hvat hendi ymsa staðni í Føroyum.
Eg, ið sjálvur eri føddur deyvur, at eg fekk ov lítið at vita um umstøður rundan um okkum. Tey, ið vóru hoyrandi dugdu ikki at tosa nóg týðiliga við ein. Eg minnist, tá ið fleiri menn komu saman til túnatos og tosaðu um alt millum himmal og jørð, fekk eg einki burturúr hesum. Hetta er orsøkin, at tey deyvu einki fingu burturúr samfelagnum, og tí savnaðust tey við øðrum deyvum, sum kundu fortelja teimum um alt, hvat tey høvdu upplivað.
Í 50-60-unum búðu nøkur deyv fast í Føroyum, so sum Hilmar, Hermundur, Arnbjørg og Jón. Seinni deyv børn fingu skúlagongd á Skansavegnum. Skúlin byrjaði í 1962. Eg var hin fyrsti av 6 deyvum næmingunum. Tá byrjaðu fleiri deyv at finna saman, t.d. hjá Hermundi í bakaríinum hjá Frants Restorff ella heima á Argjum og Jón á Skipasmiðjuni í Havn. Men Hermundur fór til Gøtu at baka í 1966, og har búði Arnbjørg eisini. Í 1967 kom Kjartan til Føroya at búgva á Nesi. Eg var liðugur í 1968 á skúlanum og fór at búgva í Gøtu. Tey flestu deyvu búðu í Eysturoy tá, og vit komu ofta saman og tosaðu um alt millum himmal og jørð. Tað var stórur tørvur á at savnast.
í 1972 stovnaðu vit Deyvafelag Føroya heima hjá Arnbjørg í Norðragøtu. Tað var einmælt samtykt at stovna felagið Eg minnist vit tosaðu um navn til felagið, og eg fekk hugskot um navnið: Deyvafelagið “Tjaldur”, tí tey deyvu hava siglt við “Tjaldrinum” millum Føroyar og Danmark. Navnið fekk ikki undirtøku, so kom felagið at eita Deyvafelag Føroya.
Vit byrjaðu at seta 20 kr. av hvønn mánað fyri at fremja nøkur tiltøk í felagnum. Vit byrjaðu at koma saman eina ferð um mánaðin. Vit ferðaðust ymsastaðni í Føroyum og vitjaðu virkir o.m.a. Vit keyptu ymisk spøl av og á fyri at stuttleika okkum, t.d. luftbyrsu, talv og tílíkt. Vit fingu film frá Almannastovuni og Døvefilm frá Danmark at vísa fram, og nógvir upplýsingar vóru útvegaðir til frama fyri tey deyvu. Á henda hátt stimbraðu og mentu vit okkum nógv.
11 ár seinni kom Deyvahúsið at standa á Kinatrøðni ella rættari, Íslandsvegnum, og er húsið ein savningarmiðdepil fyri tey deyvu.
Gjøgnum árini eru fleiri tiltøk komin afturat: So sum “Tíðindi fyri deyv” Seinni kom Tulkatænastan og deyvaráðgevi. Serliga takka vit Sólbjørg, konu Hermund og Tova, konu Jón, sum hava ofrað nógva tíð fyri at tulka fyri okkum deyvu tað fyrstu tíðina. Eg minnist ein dagin, at eg vildi hava tolk við á fund í mínum fakfelag, men eg fekk noktað, tí tolkurin var ikki limur í felagnum. Eg royndi at greiða frá , at eg havi rætt til tolk á fundinum, men fekk nei. Skilaloysi. Men sama árið í 1981 kom “Ár teirra brekaðu”, og eg greiddi frá mínari støðu. Hetta var eisini orsøkin til, at tey brekaðu í Føroyum funnu saman og stovaðu MBF í 1984, sum bøttu nógv um hjá okkum
Nógv ymiskt mál eru loyst, og vit kenna nú í dag, at samfelagið er meira opið enn í gomlum døgum.”
Mangt er hent hesi 50 árini, men nógv er eftir enn at stríðast fyri:
- At menna føroyska teknmálið og mentanina.
- At gera føroyska samfelagið meira atkomuligt hjá okkum deyvu.
- At betra um teknmálstulkaviðurskiftini í Føroyum!
- At fáa setta eina teknmálsútbúgving á stovn í Føroyum.
- At fáa Dag & Vika senda beinleiðis teknmálstulkaða. Ikki stroymda á netinum, sum er tilboðið í dag . Tað sama við øðrum viðkomandi sendingum
- At fáa allar føroyskar sjónvarpssendingarnar teknmálstulkaðar.
- Fáa undirvísing í teknmáli í Deyvahúsinum fyri okkum deyvu, eins og fyri familjur og onnur avvarðandi.
Nógv annað kundi verið nevnt, ment hettar er nakað av tí mest átrokandi. Aðalmálið hjá felagnum er at bøta um livikorini hjá deyvum í Føroyum. Tað merkir, at vit vilja luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.
Vit eru sera takksom fyri at hava eitt felagshús. Deyvahúsið er karmur um okkara mál og mentan, og virksemið er við til at menna teknmálið, tí øll mál hava tørv á at fylgja við tíðini. Húsini eru fyri kortum vorðin nýtímansgjørd, og standa nú glæsilig og prýða Íslandsvegin,. Møguleikarnir at nýta húsini eru nógv fleiri, enn teir vóru áðrenn umbyggingina. Korona farsóttin, hevur sum kunnugt verið ein meinbogi fyri at nýta Deyvahúsið til fulnar seinastu tvey árini - tað hevur verið ringt at lagt tiltøk til rættis í góðari tíð. So vit gleða okkum at fara í gongd komandi tíðina, har vit hava tiltøk, koma saman og menna tað føroyska teknmáli og mentanina enn meira.
Í nevndini í Deyvafelagum sita:
Maria Ellefsen Næss
Ásmund Reyðberg
Høgni Leitisstein
John Sigurd Andreasen
Meifríð Weihe Hansen
Í dag er ein hátíðardagur, og okkara limir fara at hugna sær saman. Móti sumri verða nøkur størri tiltøk eisini ætlað almenninginum
Til seinast vilja vit takka okkara samstarvspartnarum fyri gott samstarv øll árini. Bæði tykkum her heima, men sanniliga eisini uttanlands.
Størsta tøkkin skal vera til tær eldsálir, ið stovnaðu felagið. Uttan tey, vóru vit ikki har vit eru í dag.
Enn er langt á mál, og nógv gongur sera seint, men vit eru á røttu kós.
Maria Ellefsen Næss , forkvinna