KÍ?B68
Fyri triðju ferð síðani tað í 1988 varð soleiðis, at stevnudystirnir samstundis skuldu vera landskappingardystir, hittust KÍ og B68 á norðoyastevnu, og fyri triðju ferð endaði tað við javnleiki. Hinar báðar ferðirnar varð úrslitið 1?1. Hesa ferð kom einki mál.
Toftamenn høvdu undan ferðini um Leirvíksfjørð fegnir viljað selt túrin fyri eitt stig, og tað var ikki verri fyri teir, at teir vunnu brotssparkskappingina og harvið stóra steypið, sum Kjølbro heilsølan hevði givið, og sum gamli málrevurin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen, stjóri í Heilsøluni og løgtingsmaður, handaði toftamonnum.
Serliga klaksvíkingar hava havt trupulleikar við at halda tætt í verjupartinum. Nú hava teir fleiri ferðir fokuserað upp á tann partin, og tølini siga, at tað er væl tættari. KÍ er tvær ferðir farið av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur skorað. B68 hevur spælt tríggjar dystir á rað, uttan at mótstøðuliðið hevur fingið mál. Í tveimum dystum hevur KÍ skorað eitt mál, og B68 hevur í tríggjar ferðir 90 minuttir fingið tvey mál ? eitt brotsspark og eitt sjálvmál!
Lítið trýst
Tá ið bæði liðini í útgangsstøðu bara hava ein mann á toppinum, og tá ið spælararnir í næstu røð ikki eru altráðir at koma fram í brotsteigin, sigur tað seg sjálvt, at trýstið á málini ikki verður nakað serligt.
Tá ið so nógvir eru á miðvøllinum, so kundi kanska roknast við, at spælið var rótut, men soleiðis var tað ikki. Nærdystirnir vóru dyggir viðhvørt, men teir vóru ikki serliga nógvir, og ofta megnaðu liðini fleiri samanhangandi sendingar. Mest sum ongantíð vóru long skift millum borðini at síggja. Tað vil siga, at javnvágin í verjuspælinum fór so at siga ikki um koll.
B68 hevði onga beinleiðis roynd á málið hjá Kartini Joensen, og KÍ hevði ein møguleika ímóti Alberti Sævarson, men tað skuldi valdast møguleiki. Tríggjar minuttir eftir, at Aleksander Djordjevic, sum leingi hevur verið skaddur og ikki enn er komin heilt fyri seg, var komin á vøllin, legði hann úr høgru og í brotsteigin, har Atli Danielsen, tá ið hann royndi at temja við bringuni, varð skumpaður í ryggin. Brotsspark. Men Allan Joensen sendi ov langt til vinstru fyri seg sjálvan, so bólturin tók uttaru síðuna av stólpanum.
Niklas á Líðarenda leiddi hóvliga. Hann setti ongantíð seg sjálvan í miðdepulin. Fimm minuttir undan steðginum kundi hann havt reyða kortið á lofti, men hann valdi bleytu loysnina, og hon kundi eisini brúkast. Hjalgrím Elttør var komin framum B68 verjuna, og var mitt fyri og eitt lítið vet til høgru á veg í brotsteigin, tá ið Dánial Hansen kom úr høgru og royndi at takla. Hjalgrím fór um koll, dómarin bríkslaði fyri frísparki, og gula kortið kom úr lummanum. Radikalara loysnin hevði sjálvandi havt aðrar fyritreytir við sær fyri seinna umfarinum. Men tað er, so segði maðurin, ein hypotetiskur spurningur.
KÍ?B68 0?0
KÍ: Kartin Joensen ? Harley Bertholdsen, Sámal Eyðfinn Akursmørk, Ove Nysted, Símun Joensen ? Atli Danielsen, Leon Bjartalíð, Allan Joensen, Jan Joensen (Aleksander Djordjevic, 75.), Erling Fles ? Hjalgrím Elttør
B68: Albert Sævarson ? Dánial Hansen, Hans Fróði Hansen, Arnbjørn Danielsen, John Heri Dam ? Bogi Petersen, Fróði Benjaminsen, Jann Ingi Petersen (Kristian Anton Andreasen, 84.), Øssur Hansen, Øssur Jacobsen (Jóhan Petur Poulsen, 70.) ? Súni Fríði Johannesen
Gult kort: Hans Fróði Hansen, Dánial Hansen
Dómari: Niklas á Líðarenda









