hevði hildi áfram við rútara, ja so vann sunnan meldið uppá eina skvis. Hann skal bara minnast til, at taka fyri hjartar ess áðrenn hann spælur sparin. Tað einasta hann so skal gera, er at hyggja um hjartar [...] KQ39865 KQJ4A963 QJ9573 KQ7 A42 1072 AK82 WestNorthEastSouth 1 Pass1Pass1 NT AP K Sunnan vísur her 15-17 hp og javna hond. NS spæla við veikum 1NT opningum. Vestan spælur rútar kong út. Hann fær kall (lágt) [...] hjartar kongur og dama falla. Gera tey ikki tað, so er bara at taka fyri kleyvaran!! Áðrenn síðsti sparin er støðan hendan: 3 J 106 K98 QJ973 AK82 Til spar 3 kastar sunnan ein kleyv. Men neyðardýrið vestan
vitjaður. Eini hundrað fólk vóru mestir í Norðurlandahúsinum, tá tað vóru mest. Bókadagurin byrjaði kl. 15 og hildið varð á til kl. 18. Bókadagurin í ár var skipaður eitt sindur øðrvísi enn okkurt árið frammanundan [...] at við seks ymisk høvi lósu tveir rithøvundar upp ávíkavíst í forhøllini og klingruni. Hetta merkti so, at fólk kundu sjálvi velja, hvønn tey vildu lurta eftir. Upplesararnir umfataðu bæði meira og minni [...] nýggjastu bók, sum hevur tað heldur sermerkti heitið Tá ið eg havi málað summarhúsið. Umframt at lesa upp, so slap Oddvør Johansen eisini framat í einari samrøðu. Guðrun Gaard, sum í løtuni er í ferð við at skriva
fjórða sett 25-15. Við hesum kom TB upp á tíggju stig, og leiðslan er enn trygg. Næsti dystur er á heimavølli móti Mjølni, sum er um at koma fyri seg, og um tvær vikur skulu TB-kvinnurnar so spæla úti móti [...] nýggjum venjara. Hann verður helst eisini útlendskur, tí føroyski marknaðurin er ikki serliga stórur, og so slettis ikki, tá liðið, sum skal venjast, er úr Suðuroynni. Í TB vóna tey at finna onkran, sum eisini [...] venjarin var farin. Sjálvandi sást tað aftur, at Lili Popescu ikki var við. TB kundi ikki avgera álopini so skjótt, sum tær fyrr hava gjørt, men av tí sama bleiv tað meira spæl og tí meira undirhaldandi hjá
annars plaga at luttaka í. Møguleiki verður fyri at gerast limur í landsdansifelagnum Sláið Ring, sum so aftur gevur nógvar ymsar fyrimunir. Serliga verður hugsað um fíggjarliga fyrimunir, sum fáast kunnu [...] hava líkasum hildið seg aftur, skilst, um tey einki ættarligt samband hava til Eiðis. Tað er nevniliga so, at dansað hevur verið í hølunum hjá Eiðis Fornminnisfelag, og tí hevur tað mestsum ligið í luftini [...] enn bygdarsavn, og varð tí boðið fólki, sum hevði hug at dansa, at taka saman í húsinum. Hetta hevur so verið gjørt hvørt týskvøld hesar seinastu vetrarnar. Byrjað verður vanliga umleið mánaðarskiftið s
kreativ fólk. - Tey tosa ikki so nógv um tað, tey gera, men gera tað bara, sigur býráðsformaðurin. Hann sigur seg vera errnan av, at fólk eru í kommununi, sum hætta sær undir so stór tiltøk, sum slíkar stevnur [...] fram. - So leingi, fólk seta føtur undir egið borð, verður ein slík stevna, sum bústevnan, altíð áhugaverd at vitja, sigur býráðsformaðurin. Nógv bygging Runt um í Runavíkar kommunu standa eini 15-20 hús
kappróðrarbári. Tær eru so mætir rógvarar, at tær komu á danska landsliðið við harðari og miðvísari rógving. Hóast tær siga, at danskir rógvarar líkasum fyrireika seg til landsliðsrógving frá 15 ára aldri, vóru [...] gullmerki í eini altjóða svimjikapping í Kanada. Í hesi kappingini hevur hon eisini sett heimsmet, so eiðisgentan er ikki ein og hvør svimjari, og tað eru vit sjálvandi ómetaliga stolt av. Ikki nóg mikið [...] nøkur ferðafólk til oyggjaldandið, sum í hesum døgur fjalir seg í mjørka og keðiligum summarveðri. So kunnu vit spyrja, um hesi úrslit eru eina og aleina einmansavrik, ella tey eru sprottin úr góðum lið-
kanska í so bílig, men tað skal ikki taka nakað frá spælarunum hjá Stjørnuni, ið vístu varierað og hugflogsríkt spæl frá byrjan til enda. Tær flestu á liðnum taldust enntá millum málskjúttarnar, so breiddini [...] spenning, tí talan var um einvegis ferðslu allan vegin. Gamaní vóru tær úr Tjaldri á odda 1-0 og 2-1, men so var teirra leiklutur eisini liðugur í hesum dystinum, ið gjørdist rein Stjørnu-uppvísing. Longu í [...] í veruleikanum er. Í øllum førum fæst tá onnur mótstøða enn nú sunnudagin! Stjørnan-Tjaldur 33-19 (15-10) Málskjúttar: Stjørnan: Danijela Ercevic 10 (4), Natasha Stamenkovic 5, Davina Sundskarð 5, Bára
ikki vera ónøgd við eina hækking av hyggjaragjaldinum - eini meirinntøku á umleið 5 mió. kr. - uttan so mikið sum at rætta hond frá síðu. Sjálvandi leggur tað trýst á stovnin. Umleið 2/3 skal brúkast til [...] viðmerking Mikkjal Helmsdals er: ??hevði niðurskurðurin av bæði starvsfólkahópinum og virkseminum verið so ógvusligur, at rættast hevði verið at tikið málið upp, hvørt tað yvirhøvur gevur eina meining framhaldandi [...] ein stjóraløn, tað næsta er ein niðurskurð í umsitingini til minst 2/3 av tí hon samlað er í dag - og so eru bæði útvarps- og sjónvarpsfólkini før fyri at gera bæði sløgini av sendingum (flestu hava álíkavæl
ynskja sær sjálvum og feløgum sínum tillukku við einari søguligari stórhending, tá limatalið í ES fer úr 15 upp í 25. Forsætisráðharrin hevur ongantíð latið nakran vera í iva um, hvussu týdningarmikið hann metir [...] Evropa. Tað er ikki bara forsætisráðharrin, sum er væl fyrireikaður til toppfundin. Ongantíð áður hava so nógvir løgreglumenn verið í Keypmannahavn, har helvtin av allari donsku løgregluni er savnað í hesum [...] annað at hugsa um enn at taka nýggj lond upp í samveldið. Týski kanslarin, Gerhard Schrøder, hevur so stórar trupulleikar í heimlandinum sum sjáldan fyrr. Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, er komin
tankar vóru um, hvat gerast skuldi við gamla klokkuspælið. Nú er so gjørt av, at klokkuspælið fyribils verður standandi. Støða verður so tikin, tá kirkjutornið verður umvælt, ætlandi í komandi ári. Tað [...] Harra prísa, (Gamalt føroyskt sálmalag). Kl 12.00: Tíðin rennur sum streymur í á (J. Waagstein). Kl 15.00: Harra Gud, títt dýra navn og æra (Gamalt føroyskt sálmalag. Kl 18.00: Kirkjan, hon er eitt gamalt [...] sigur, at kirkjan nú er høvuðsumvæld øll sum hon, enn vantar bert tornið. Arbeiðið er gjørt í stigum, so sum fíggjarvánirnar hava verið. Hvørjum standi tornið er í, veit hon ikki rættuliga at siga, tí tað