Bókadagur
Seinasta fríggjadag var vinnudagar í Norðurlandahúsið. Sunnudagin rakti eitt nýtt rák Norðurlandahúsið, tá ið árligi bókadagurin stóð á skránni. Hesin eini dagurin um árið hevur áður verið hildin um tíðliga út á heystið, men er fluttur nakað longur út á árið. Bókadagurin er rætt og slætt eitt forkunnugt og sermerkt høvi. Hendan eina dagin um árið hittast rithøvundar og áhugaði til nakrar tímar, har bøkurnar eru settar í hásæti.
Í ár var bókadagurin hildin sunnudagin í Norðurlandahúsinum. Rithøvundafelagið, sum í dag telur einar 100 limir, og Norðurlandahúsið skipaðu í felag fyri degnum, ið eisini var heilt hampuliga væl vitjaður. Eini hundrað fólk vóru mestir í Norðurlandahúsinum, tá tað vóru mest.
Bókadagurin byrjaði kl. 15 og hildið varð á til kl. 18. Bókadagurin í ár var skipaður eitt sindur øðrvísi enn okkurt árið frammanundan. Gunnar Hoydal, formaður í Rithøvundafelagnum, greiðir frá, at teir í ár royndu at gera bókadagin meira livandi, har forumið var rættiliga café kent.
Bókadagurin var skipaður soleiðis, at bæði forhøllin og klingran í Norðurlandahúsinum vórðu tikin í nýtstlu. Upplestur var tað, sum einamest merkti skránna. Tað var skipað soleiðis, at við seks ymisk høvi lósu tveir rithøvundar upp ávíkavíst í forhøllini og klingruni. Hetta merkti so, at fólk kundu sjálvi velja, hvønn tey vildu lurta eftir. Upplesararnir umfataðu bæði meira og minni kendar føroyskar rithøvundar. Millum teir meira kendu rithøvundarnar vóru Oddfríður M. Rasmussen, Carl Jóhan Jensen og Oddvør Johansen. Hini, sum lósu upp, vóru Elias Askham, Malan Poulsen og Marjun Kjelnæs. Oddvør Johansen kundi á bókadegnum eisini leggja fram sína nýggjastu bók, sum hevur tað heldur sermerkti heitið Tá ið eg havi málað summarhúsið. Umframt at lesa upp, so slap Oddvør Johansen eisini framat í einari samrøðu. Guðrun Gaard, sum í løtuni er í ferð við at skriva eina Phd. ritgerð, spurdi á bókadegnum Oddvør Johansen ymisk um hana og hennara skaldskap.
Marjun Kjelnæs og Elias Askham hoyra bæði til tað nýggja ættarliðið av føroyskum rithøvundum. Teirra stóra gjøgnumbrot hava verið stuttsøgukappingarnar, sum hava verið fyriskipaðar seinastu tíðina.
Gunnar Hoydal heldur tað verið áhugavert, at tað yngra ættarliðið av føroyskum rithøvundum eisini velur at skriva prosa.
Felags fyri allar rithøvundar er at teirra størsta søluhøgtíð nærkast. Gunnar Hoydal sigur, at jólini eru lívsæðrin hjá forløgunum heldur enn sjálvum rithøvundum, tá ið tað ikki gevur nakað stórvegis av pengum at vera rithøvundur í Føroyum.
-Sum støðan er nú, so eru fleiri av forløgunum rættiliga illa fyri, og í ár eru eisini komnir færri bøkur enn í fjør, sigur Gunnar Hoydal.
Eftir hvat skilst, er tað trupult at fáa neyðugan stuðulin til bókaútgávur.
Á bókadegnum var bókasølan í SMS eisini umboðað.