Týsdagin kom Heidi Andreasen aftur til landið, eftir at hava svomið seg til fleiri gullmerki í eini altjóða svimjikapping í Kanada. Í hesi kappingini hevur hon eisini sett heimsmet, so eiðisgentan er ikki ein og hvør svimjari, og tað eru vit sjálvandi ómetaliga stolt av.
Ikki nóg mikið við hesum. Heidi hevur saman við venjarum sínum, einsum svia og einum føroyingi, sett sær nýggj mál, og tað er at koma við til Olympisku leikrinar í Athen næstuferð. Hetta eru høg mál, og sjálvandi vóna vit, at at tað eydnast henni at koma við og at røkka góð úrslit.
Heidi er saman við øðrum ítróttarfólkum góður ambassa-dørur fyri land okkara.
Herfyri vunnu føroyingar fleiri kappingar í frælsum ítrótti á eini kapping fyri tarnað í Írlandi og gjørdu tað, at bæði Merkið og tjóðsangurin varð spældur fleiri ferðir.
Nýliga hava tveir kvinnuligir rógvarar, Sigrid Svartá og Katrin Olsen, staðið seg væl í altjóða kapping - eini HM-kapping - í donskum kappróðrarbári. Tær eru so mætir rógvarar, at tær komu á danska landsliðið við harðari og miðvísari rógving.
Hóast tær siga, at danskir rógvarar líkasum fyrireika seg til landsliðsrógving frá 15 ára aldri, vóru tær 20 og meira, áðrenn tær fóru at rógva við donskum bátum. Men í samrøðu við Sosialin siga tær, at tann góði føroyski kappróðrarandi hevur verið teimum ein góð hjálp. Næsta málið hjá teimum eru olympisku leikirnir.
Aðrar føroyingar hava eisini staðið seg væl í fræslum ítrótti. Nevnast skal fimleikari Helgi W. Olsen, sum eisini hevur kappast um DM-heitið.
Við hesum dømunum kunnu vit ikki siga annað, enn at nakrar føroyingar eru komnir langt ávegis í serliga frælsum ítrótti, og tað er sjálvandi at fegnast um. Hesi ítróttarfólk eru saman við landsliðum okkara - ikki minst í fótbolti - góðir ambasadørat fyri land okkara.
Hesi eru við til at staðfesta støðu Føroya í heimskortinum og í hugaheimi hjá fólki og tað dregur kanska nøkur ferðafólk til oyggjaldandið, sum í hesum døgur fjalir seg í mjørka og keðiligum summarveðri.
So kunnu vit spyrja, um hesi úrslit eru eina og aleina einmansavrik, ella tey eru sprottin úr góðum lið- ella felagsarbeiði, ella tí vit hava ein góðan og miðvísan ítróttarpolitikk.
Spurningurin skal ikki svarast. Men vit haa ongan miðvísan ítróttarpolitikk. Hesin skal nú orðast, men í hesum arbeiðnum mugu vit ikki bara hugsa um "elituna", men sanniliga eisini um breiddina, tí tað ræður um at fáa øll við. Bæði at stytta sær stundir og halda likam og sál viðlíka.
Heidi og hinum ynskja vit hjartaliga tillukku.