Tríggir fáa bót fyri at tosa í fartelefon

Gjáramorgunin gjørdi løgreglan kanningar í Runavíkar-økinum, har tríggir bilførarar nú fáa hvør sína bót

Tað kemur framvegis fyri, at bilførarar tosa í handhildnari fartelefon, meðan tey koyra bil.

 

Soleiðis var eisini, tá løgreglan gjáramorgunin gjørdi kanningar í Runavíkar-økinum.

 

- Vit tóku tríggjar bilførarar, sum tosaðu í handhildnari fartelefon, meðan tey koyrdu.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at hesir bilførararnir fáa hvør sína bót.