Eg havi fyrr funnist at kringvarpsskattinum - og harvið eini hækking av sjónvarpsgjaldinum.
Tá heitti eg á mentamálaráðharran um at leggja ÚF og SvF saman í ein stovn. Hesa meining havi eg styrkt eftir avgerð mentamálaráðharrans um at hækka hyggjaragjaldið og eisini eftir viðmerking Mikkjal Helmsdals í bløðunum í farnu viku.
Sjálvandi kunnu tey á SvF ikki vera ónøgd við eina hækking av hyggjaragjaldinum - eini meirinntøku á umleið 5 mió. kr. - uttan so mikið sum at rætta hond frá síðu.
Sjálvandi leggur tað trýst á stovnin. Umleið 2/3 skal brúkast til loypandi tøkniíløgur, og kravi er enn umleið 3 mió. kr. fyri at halda somu framleiðslu.
T.v.s. at hesar 3 mió. kr. skulu brúkast til lønir - ella hvussu?
Tí sama framleiðsla má merkja tað sama sum líka nógvar endursendingar og líka nógv útlendskt tilfar.
Eg haldi als ikki vit kunnu liva við hesum!
Ljóspunktið í viðmerking Mikkjal Helmsdals er: ??hevði niðurskurðurin av bæði starvsfólkahópinum og virkseminum verið so ógvusligur, at rættast hevði verið at tikið málið upp, hvørt tað yvirhøvur gevur eina meining framhaldandi at hava eitt alment føroyskt sjónvarp.?
Tað er júst tað!
Er yvurhøvur nøkur sum helst meining at hava SvF sum egnan stovn í framtíðini?
Lat okkum nógv heldur fáa lagt ÚF og SvF í ein og sama stovn. Tað fyrsta vit høvdu spart var ein stjóraløn, tað næsta er ein niðurskurð í umsitingini til minst 2/3 av tí hon samlað er í dag - og so eru bæði útvarps- og sjónvarpsfólkini før fyri at gera bæði sløgini av sendingum (flestu hava álíkavæl arbeitt á báðum stovunum), og helst hevði ikki verið neyðugt við øllum fólkunum, sum í dag eru á stovnunum.
Munnu ikki einar 5 mió. kr. longu vera spardar her?
Samanlegging krevur fleksibilitet hjá starvsfólkunum, men við víðkaðum møguleikum fyri at breiða seg fjølbroyttari, trúgvi eg, at ein samanlagdur stovnur hevði havt nøgdari starvsfólk - og størri møguleika fyri at yvirliva við sama samlaða hyggjara-/lurtaragjaldi, sum vit hava í dag - og enntá kanska við nakað minni.
Fleiri eru tey, sum høvdu valt SvF frá um møguleikin var fyri tí. Eg eri ein av teimum heilt fáu, sum bert havi SvF at taka til, men eg eri fyri langari tíð síðan vorðin troyttur av endursending av endursendingum, og uppafturtøkur av sjónvarps raðsendingum og gomlum filmum.
Hygg bara í SvF m.a. 14. december, tá verður sendur filmurin ?Eitt jólaævintýr? og 15. december ?Tá jólamenn eru ringast?.
Nær vóru hesir filmar sendir seinast?
Í fjør?
Eg meini tað!










