Runavík við at gerast messubýur

- Tað er okkum ein gleði at bjóða gestum bæði nær og fjar higar at síggja, hvat kreativ fólk her á staðnum kunnu megna at reisa á føtur, sigur Rodmundur Nielsen, býráðsformaður

Seinnu árini eru sølustevnurnar, sum javnan verða hildnar her heima á klettunum, í størri og størri mun farnar at bera dám av messum, soleiðis sum vit kenna tær uttanlands.
        Rodmundur Nielsen, býráðsformaður í Runavíkar kommunu, dylur ikki, at hann er errin av, at bústevnan, Hús og Innbúgv, sum verður komandi vikuskiftið, verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík.
 
Stevnudepil
       
- Eg haldi, vit kunnu siga, at okkara kommuna er farin at líkjast einum depli fyri stevnur og messur. Bústevnan er bara ein av eftirhondini fleiri í Runavík seinastu árini, har stóra fiskarímessan, sum nú aftur stundar til, er hin størsta.
        Rodmundur sigur, at hesi stóru og umfatandi tiltøk í kommununi eru vorðin til, tí her búleikast kreativ fólk.
        - Tey tosa ikki so nógv um tað, tey gera, men gera tað bara, sigur býráðsformaðurin.
        Hann sigur seg vera errnan av, at fólk eru í kommununi, sum hætta sær undir so stór tiltøk, sum slíkar stevnur í veruleikanum eru.
        - Tað er okkum ein gleði at bjóða gestum bæði nær og fjar higar at síggja, hvat fólk her á staðnum kunnu megna at reisa á føtur, sigur Rodmundur.
        Hann vónar, at teir lunnar, sum eru lagdi, fara at geva stigtakarum mót til at halda fram.
        - So leingi, fólk seta føtur undir egið borð, verður ein slík stevna, sum bústevnan, altíð áhugaverd at vitja, sigur býráðsformaðurin.
 
Nógv bygging
 
Runt um í Runavíkar kommunu standa eini 15-20 hús í gerð í løtuni.
        Rodmundur sigur, at ein ávís bygging fer fram í at kalla øllum bygdum í kommununi, bæði í Æðuvík, Rytuvík, Saltangará, Lamba og Søldarfirði.
        - Á Høgaleiti, har nógv bygging hevur verið, standa fleiri hús í gerð og somuleiðis millum Runavík og Saltangará.
        Hann sigur, at á Høgaleiti eru fyribils 12 grundøkir eftir. Hesi eru ikki seld enn, men verða væntandi klár tíðliga í summar.
        - Eini 40-50 fólk, sum ætla sær at seta búgv í kommununi, eru á bíðilista.
Rodmundur vísir á, at kommunan ikki endaliga hevur tikið støðu til enn, hvussu byggjast skal víðari, tá ið grundøkini, sum enn eru eftir, eru seld, men arbeitt verður við hesum, soleiðis at grundøkjatørvurin kann verða nøktaður innan rímiliga tíð.
 
Arbeiði og ansing
 
Býrðsformaðurin fegnast eisini um nógva og fjølbroytta virksemi, sum er í kommununi, her arbeiði er til allar hendur.
        - Her eru fleiri stór arbeiðspláss ? ikki minst innan fiskivinnuna, men eisini innan ídnað og handil.
Rodmundur Nielsen sigur, at nýggi barnagarðurin, sum bygdur verður omanfyri Vistarheimið á Mýrum, verður liðugur tíðliga í summar, og við hesum vónar hann, at tørvurin á barnaansing verður loystur.