ES-toppfundur
Árni Joensen:
Tann nýggi James Bond-filmurin »Die Another Day« verður nýttur sum samanbering við møguleikarnar hjá donsku stjórnini at sleppa burtur úr tí sera týdningarmikla ES-toppfundinum við skinninum á nøsini. Tað eru tey, sum halda, at Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri og sjónleikarin Pierce Brosnan líkjast ikki sørt. Tann seinni hevur staðið seg væl í tí kravmikla leiklutinum sum James Bond, og nógv bendir á, at danski forsætisráðharrin eisini fer at standa seg væl, nú hansara veruliga fyrsta royndarstund er komin.
Men tað leikar hart á. Øðrumegin borðið hevur hann tey stóru ES-londini, sum framvegis kenna seg sum stórveldi í evropeiska samveldinum, og sum hava sett seg væl og virðiliga á pengakassan hjá ES. Hinumegin hevur forsætisráðharrin umboðini hjá umsøkjaralondunum, sum hvørt í sínum lagi royna at fáa sum mest úr hesum sama kassa. Og í gjár var sjálvur George W. Bush, forseti í telefonini úr Washington við einari inniligari áheitan á danska forsætisráðharran um at geva Turkalandi ein dag fyri, nær samráðingarnar um turkiskan limaskap í ES kunnu byrja.
Í Keypmannahavn tykist semja kortini vera um, at tá saman um kemur kann Anders Fogh Rasmussen lyfta sjampanjuglasinum og ynskja sær sjálvum og feløgum sínum tillukku við einari søguligari stórhending, tá limatalið í ES fer úr 15 upp í 25. Forsætisráðharrin hevur ongantíð latið nakran vera í iva um, hvussu týdningarmikið hann metir hetta stigið, og hann hevur heldur ikki dult fyri, at fyri Danmark hevur tað sera stóran týdning, at hetta hendir júst í Keypmannahavn. Tað fer at geva Danmark og Keypmannahavn eina serstøðu í søgubókunum hjá ES og Evropa.
Tað er ikki bara forsætisráðharrin, sum er væl fyrireikaður til toppfundin. Ongantíð áður hava so nógvir løgreglumenn verið í Keypmannahavn, har helvtin av allari donsku løgregluni er savnað í hesum døgum.
Moyrir leiðarar
Men fleiri av leiðarunum, sum nú koma til Keypmannahavnar, hava annað at hugsa um enn at taka nýggj lond upp í samveldið. Týski kanslarin, Gerhard Schrøder, hevur so stórar trupulleikar í heimlandinum sum sjáldan fyrr. Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, er komin í eldin í heimlandinum, eftir at kona hansara hevur nýtt ein svikafullan millummann í einum húsakeypi. Spanski forsætisráðharrin, Jose Maria Aznar, er fyri hvøssum atfinningum í landspartinum Galicia, har fólk í túsundatali hava mist arbeiði orsakað av oljudálkingini frá »Prestige«. At enda skal svenski forsætisráðharrin, Gøran Persson, skiljast, og tíðindini um skilnaðin komu fyrr út enn ætlað.
So tá saman um kemur munnu menn vera nakað moyrir, og tí munnu teir fara at góðtaka eina ella aðra loysn hjá danska forsætisráðharranum, sum ikki hevur teir stóru heimatrupulleikarnar at hugsa um.