Kvinnuhondbóltur
Stjørnan, sum í grundini als ikki ætlaði sær at melda lið til bestu kvinnudeildina í vetur, vísti sunnudagin sera gott spæl, tá botnliðið Tjaldur var á vitjan.
Sjálvandi var bakgrundin kanska í so bílig, men tað skal ikki taka nakað frá spælarunum hjá Stjørnuni, ið vístu varierað og hugflogsríkt spæl frá byrjan til enda.
Tær flestu á liðnum taldust enntá millum málskjúttarnar, so breiddini sær heldur ikki út til at bila nakað, nú Stjørnan er komin í gongd.
Dysturin móti Tjaldri var fullkomuliga uttan spenning, tí talan var um einvegis ferðslu allan vegin.
Gamaní vóru tær úr Tjaldri á odda 1-0 og 2-1, men so var teirra leiklutur eisini liðugur í hesum dystinum, ið gjørdist rein Stjørnu-uppvísing.
Longu í hálvleikinum vóru fimm mál á muni, og hóast tað skjótt kann vera at dovna undir slíkum umstøðum, har mótstøðan ikki er tann størsta, gjørdi Stjørnan sítt til at fáa sum mest burturúr.
Hetta er júst rætti hugburðurin, um liðið ætlar sær longur fram. Og tað er ikki sørt, at tað tykist vera ætlanin hjá Stjørnuni, nú liðið hevur fingið tak á rætta endanum.
Einki uppspæl
Hjá Tjaldrinum sær støðan hinvegin bæði vón- og troystarleys út í botninum, har liðið framvegis bara hevur tvey stig ? og tey eru enntá fingin á útivølli móti Kyndli!
Lenka Ribaric og Melica Ergic eru einastu dygdarspælararnir hjá Tjaldri, og uttan tær báðar var liðið ikki nógv vert.
Hetta vísti seg eisini sunnudagin, tí Tjaldur hevði stórar trupulleikar við uppspælinum, var ikki onnur av teimum útlendsku millumstøð.
Men sjálvt ikki Ribaric og Ergic kundu gera nakað við liðið hjá Stjørnuni, sum við ferð og skjótum spæli fullkomuliga niðurspældi Tjaldur.
Tekniskt góðu og skjótu spælararnir hjá Stjørnuni vóru ov góðir til, at nakað kundi spyrjast burturúr hjá Tjaldri, og tí kundi tað ikki enda við øðrum enn stórsigri til heimaliðið.
Stjørnan hevur nú vunnið seg upp á fjórðaplássið, fimm stig aftan fyri oddaliðið VB, men bara tvey stig frá næstfremsta plássinum og VÍF og StÍF.
Næstu ferð er talan um útidyst í Vestmanna, og tá fæst kanska sjón fyri søgn, hvussu gott liðið hjá Stjørnuni í veruleikanum er. Í øllum førum fæst tá onnur mótstøða enn nú sunnudagin!
Stjørnan-Tjaldur 33-19 (15-10)
Málskjúttar:
Stjørnan: Danijela Ercevic 10 (4), Natasha Stamenkovic 5, Davina Sundskarð 5, Bára S. Klakkstein 3, Rannvá Andreasen 2, Irdi Mikkelsen 2, Súsanna Hansen 1, Gunvør Isaksen 1, Maria við Neyst 1
Tjaldur: Melica Ergic 6 (1), Lenka Ribaric 5 (3), Kristine Ellingsgaard 3, Oddvá Fossdalsá 3, Heidi Heinesen 2
Brotskøst: Stjørnan 4, Tjaldur 5
Útvísingar: Stjørnan 4, Tjaldur 4
Dómarar: Hallur Danielsen og Jákup Símun Simonsen










