ur siga, at læknarnir eru úr Kina, men aðrar siga, at teir eru úr Suðurkorea. Fólk í Potiskum hava greitt myndugleikunum frá, at læknarnir møttu ikki til arbeiðis í morgun, og tá tey fóru at vita, hvat [...] bagdi, funnu tey teir tríggjar deyðar í íbúðini. Nigerisku myndugleikarnir siga seg hava illgruna um, at menn hjá tí islamistiska yvirgangsfelagsskapunum Boko Harem hava beint fyri teimum læknunum. Boko Harem [...] mánaðin, og í síðstu viku myrdi felagsskapurin tvey heilsuhjálparfólk, sum vóru farin til eina bygd at vaksinera fólk.
MCS kann hava við sær, at nógvir bretar fara at gevast at keypa makrel. Fyrr hevur MCS mælt fólki frá at keypa og eta fisk, sum ikki er veiddur á burðardyggan hátt, og tá hava kendir kokkar sum Jamie Oliver [...] leggur afturat, at avgerðin hjá Marine Conservation Society er ein beinleiðis avleiðing av makreltrætuni milllum ES og Noreg øðrumegin og Føroyar og Ísland hinumegin. Blaðið skrivar, at avgerðin hjá MCS
indiskur sakførari vil verja teir seks menninar, sum eru skuldsettir fyri at hava neyðtikið og bukað eina 23 ára gamla kvinnu so illa, at hon doyði av løstunum. Málið byrjar í rættinum í Dehli í dag, men tá [...] verja menninar, søgdu allir 2.500 nei. -Vit hava tikið ta avgerð, at eingin sakførari skjal verja menninar, tí vit halda tað vera ómoralskt, at nakar skal virka sum verji í einum tílíkum máli, sigur sakførarin [...] sakførararnir hava málið avgreitt í rættinum sum skjótast, og tá er best, at eingin verji er. Summir sakførarar hava tosað fyri at boykotta alt rættarmálið.
samtyktini, at tað eru yvirgangsmenn, sum ráða fyri borgum í norðara parti av Mali, og at ráðið tekur undir við øllum royndum, sum hava til endamáls at reka teir frá valdinum. Eygleiðarar siga, at í hvussu [...] Trygdarráðið hjá ST samtykti í gjárkvøldið, at ST skal senda hermenn inn í afrikanska landið Mali. Talan verður um hermenn úr afrikonskum londum, og teir skulu taka seg inn í landið norðaneftir, har islamskir [...] uppreistrarbólkunum hava tilknýti til al-Qaeda og vápn frá fyrrverandi stýrinum í Libya. Ætlanin er, at meiri enn 3.000 hermenn skulu manna ST-herliðið, og teir eru úr londum í Vesturafrika.
uttanríkisráðharin, Villy Søvndal, sigur, at tað er bæði harmiligt og skaðiligt, at Ísrael ætlar at byggja meiri á Vestara Áarbakka og í Eysturjerusalem. [...] Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini at byggja 3.000 bústaðir afturat á Vestara Áarbakka og í Eysturjerusalem, nú Palestina hevur fingið eygleiðarastøðu í ST, hevur fingið øði í fleiri lond. Í London fekk [...] fekk tann ísraelski sendiharrin fingið boð um at koma í uttanríkisráðið á fund, og somu boð fingu ísraelsku sendiharrarnir í Keypmannahavn, París og Stockholm. -Avgerðin hjá ísraelsku stjórnini er sera ørkymlandi
vátta, at vit eru í samráðingum við ein venjara. Vit vóna, at tað kemur upp á pláss um vikuskiftið, ella fyrst í komandi viku, sigur Kinna F. Olsen. Forkvinnan sigur eisini, at felagið arbeiðir við at styrkja [...] er, men váttar at talan er um føroyskan venjara. NSÍ hevði avgjørt eitt góðkent kappingarár í fjør, tá hugsað verður um stóru frágongdina fyri kappingarbyrjan. Felagið hevur tó ikki valt at halda fram við
Høvuðsendamálið við NACLIM er at eftirkanna í hvønn mun, tað er møguligt at spáa um havveðurlagið (vatnskorpuhitan vm.) í Norðuratlantshavi. - Parturin hjá okkum er at gera streymmátingar og annað á djúpum [...] djúpum sjógvi kring Føroyar og at eftirmeta hesar mátihættir og mátistøð. Tað sigur Havstovan í morgun. Haraftrat skal Havstovan saman við øðrum gagnnýta forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar [...] ki. Tilsaman 17 granskingarstovnar úr níggju evropeiskum londum eru við í hesi verkætlan. Meiri er at lesa um verkætlanina á http://naclim.zmaw.de
havt heilt greiðar leiðreglur at gingið eftir, sum eisini hevði gjørt tað munandi lættari at lagt fiskiskapin til rættis. Tað sigur Fiskimannafelagið. Lagt verður aftrat, at tá regluverkið ikki er nøktandi [...] øgunum stórar trupulleikar við at halda skil á. - Tað hevur í fleiri førum verið trupult at vitað, hvat er galdandi, tá ymisk skip úr ymiskum skipabólkum eru saman um at fiska. Vit eru komin við fleiri
bankin viðgingið, at hann hevur brotið reglurnar, men leiðslan skal hava sagt, at hetta komst av, at innaneftirlitið hjá bankanum var ikki nóg gott. HSBC kunngjørdi fyri einum mánað síðani, at hann hevði sett [...] við einari frágreiðing, sum avdúkaði, at HSBC hevði tikið sær av pengaviðurskiftunum hjá einum rúsevnakervi í Meksiko. Harumframt hevði bankin brotið forboðið ímóti at hava samskifti við ávís lond. Sambært
«Tað er ongin loyna, at vit halda okkum mangla ein áleypara, ásannar Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi. «Eg hava roynt at funnið ein áleypara í Føroyum, men tað hevur ikki eydnast. Áleyparar hanga ikki [...] ikki á trøunum, staðfestur Brandur. Sosialurin veit, at Víkingur hevur spurt seg fyri hjá bæði Arnbirni Hansen og Lukasz Cielsewicz, men at Arnbjørn helst heldur fram í EB/Streymi, meðan støðan við Luksaz [...] B36, men hevur frítt at fara úr sáttmálanum. Tað er framvegis óvist um tað verður til nakað samstarv millum ungarska áleyparan og Víking. «Vit tosa saman, men tað er ikki vist, at vit koma á mál, sigur