Bretska náttúruverndarsamtakið Marine Conservation Society hevur nú tikið makrelin av listanum yvir fiskasløg, sum verða veidd á burðardyggan hátt, og sum fólk kunnu eta við góðari samvitsku.
Tað skrivar Daily Telegraph á heimasíðu síni og leggur afturat, at avgerðin hjá Marine Conservation Society er ein beinleiðis avleiðing av makreltrætuni milllum ES og Noreg øðrumegin og Føroyar og Ísland hinumegin.
Blaðið skrivar, at avgerðin hjá MCS kann hava við sær, at nógvir bretar fara at gevast at keypa makrel.
Fyrr hevur MCS mælt fólki frá at keypa og eta fisk, sum ikki er veiddur á burðardyggan hátt, og tá hava kendir kokkar sum Jamie Oliver og Hugh Fearnley-Whittingstall fylgt tilmælinum, skrivar Daily Telegraph