NSÍ: Eru í samráðingum við venjara

Tað sigur Kinna F. Olsen, forkvinna í NSÍ. Hon vil ikki koma nærri inn á hvør tað er, men váttar at talan er um føroyskan venjara.

 

NSÍ hevði avgjørt eitt góðkent kappingarár í fjør, tá hugsað verður um stóru frágongdina fyri kappingarbyrjan. Felagið hevur tó ikki valt at halda fram við Kára Reynheim sum venjara. Felagið er í samráðingum við nýggjan føroyskan venjara.

 

-Eg kann vátta, at vit eru í samráðingum við ein venjara. Vit vóna, at tað kemur upp á pláss um vikuskiftið, ella fyrst í komandi viku, sigur Kinna F. Olsen.

 

Forkvinnan sigur eisini, at felagið arbeiðir við at styrkja um verjuna.

 

Mynd: Kinna F. Olsen og Viljormur Davidsen, tá hann fyrr í ár kom til felagið.