ES-verkætlanin NACLIM (North Atlantic Climate), sum varð góðkend síðst í apríl í 2012, er byrjað, og fyrstu fundirnir hava longu verið.
Høvuðsendamálið við NACLIM er at eftirkanna í hvønn mun, tað er møguligt at spáa um havveðurlagið (vatnskorpuhitan vm.) í Norðuratlantshavi.
- Parturin hjá okkum er at gera streymmátingar og annað á djúpum sjógvi kring Føroyar og at eftirmeta hesar mátihættir og mátistøð.
Tað sigur Havstovan í morgun.
Haraftrat skal Havstovan saman við øðrum gagnnýta forsagnir til at siga nakað um komandi broytingar í vistskipanum í Norðuratlantshavi og serliga hjá uppsjóvarfiski.
Tilsaman 17 granskingarstovnar úr níggju evropeiskum londum eru við í hesi verkætlan.
Meiri er at lesa um verkætlanina á naclim.zmaw.de










