ST-hermenn til Mali

Trygdarráðið hjá ST samtykti í gjárkvøldið, at ST skal senda hermenn inn í afrikanska landið Mali. Talan verður um hermenn úr afrikonskum londum, og teir skulu taka seg inn í landið norðaneftir, har islamskir uppreistrarbólkar hava tikið valdið.

ST sigur í samtyktini, at tað eru yvirgangsmenn, sum ráða fyri borgum í norðara parti av Mali, og at ráðið tekur undir við øllum royndum, sum hava til endamáls at reka teir frá valdinum. Eygleiðarar siga, at í hvussu er summir av uppreistrarbólkunum hava tilknýti til al-Qaeda og vápn frá fyrrverandi stýrinum í Libya.

Ætlanin er, at meiri enn 3.000 hermenn skulu manna ST-herliðið, og teir eru úr londum í Vesturafrika.