Ungarskur áleypari í Víkingni

Víkingur hevur í seinastu havt ein áleypara úr Ungarn í felagnum. Jógvan Martin Olsen hevur verið í Ungarn saman við ungarska málmannunum hjá Víkingi, Geza Turi.

«Tað er ongin loyna, at vit halda okkum mangla ein áleypara, ásannar Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.
«Eg hava roynt at funnið ein áleypara í Føroyum, men tað hevur ikki eydnast. Áleyparar hanga ikki á trøunum, staðfestur Brandur.
Sosialurin veit, at Víkingur hevur spurt seg fyri hjá bæði Arnbirni Hansen og Lukasz Cielsewicz, men at Arnbjørn helst heldur fram í EB/Streymi, meðan støðan við Luksaz er ógreið. Hann hevur sáttmála við B36, men hevur frítt at fara úr sáttmálanum.
Tað er framvegis óvist um tað verður til nakað samstarv millum ungarska áleyparan og Víking.
«Vit tosa saman, men tað er ikki vist, at vit koma á mál, sigur Brandur Jacobsen við Sosialin í dag.