HSBC, sum er tann størsti bankin í Bretlandi, hevur fingið 1,9 milliard dollarar í bót fyri samskifti við rúsevnasmuglarar, og hetta er nógv tann størsta bótin, sum nakar banki hevur fingið í slíkum málum.
Í summar kom ein nevnd hjá amerikonsku Kongressini við einari frágreiðing, sum avdúkaði, at HSBC hevði tikið sær av pengaviðurskiftunum hjá einum rúsevnakervi í Meksiko. Harumframt hevði bankin brotið forboðið ímóti at hava samskifti við ávís lond.
Sambært blaðnum Wall Street Journal hevur bankin viðgingið, at hann hevur brotið reglurnar, men leiðslan skal hava sagt, at hetta komst av, at innaneftirlitið hjá bankanum var ikki nóg gott.
HSBC kunngjørdi fyri einum mánað síðani, at hann hevði sett 1,5 milliard dollarar av til bótina.