Eingin indiskur sakførari vil verja teir seks menninar, sum eru skuldsettir fyri at hava neyðtikið og bukað eina 23 ára gamla kvinnu so illa, at hon doyði av løstunum.
Málið byrjar í rættinum í Dehli í dag, men tá rætturin bað onkran av teimum skrásettu sakførararunum verja menninar, søgdu allir 2.500 nei.
-Vit hava tikið ta avgerð, at eingin sakførari skjal verja menninar, tí vit halda tað vera ómoralskt, at nakar skal virka sum verji í einum tílíkum máli, sigur sakførarin Sanjay Kumar við blaðið Times of India. Sum skilst vilja sakførararnir hava málið avgreitt í rættinum sum skjótast, og tá er best, at eingin verji er.
Summir sakførarar hava tosað fyri at boykotta alt rættarmálið.