kann elva til heilaskaðar. Nú eru amerikanarar ikki mest kendir fyri at vera áhugaðir í fótbólti ? fótbólti, sum vit kenna hann her í Europa ? men kortini má niðurstøðan hjá hesum granskarunum sigast at [...] heilaskaðar av sínum ítrótti. Tekinini um heilaskaðar hjá hesum spælarunum vóru millum annað, at teir ikki mintust so væl, og evnini til at tilrættisleggja vóru eisini versnað. Sum sagt koma skaðarnir fyrst
verður tað ikki meir. Eg skrivi nógv, sum ikki kemur út og eg geri eisini ymsar royndir. Til dømis havi eg roynt at skriva til pall. Tað er ógvuliga torført, eg dugi ikki enn, men eg havi heldur ikki mist dirvið [...] síðani. Eg haldi ikki, at tað ger nakað, at vit taka tað afturlítandi við. Hyggja vit rundan um okkum verða rættiliga nógvar søguligar skaldsøgur skrivaðar. Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu skriva úr [...] ummælari eigur ikki at koma sær bert at kaga eina bók ígjøgnum. Hann má geva sær ta tíðina sum krevst. At sápla ting niður kann ikki brúkast til nakað. Tú eigur at vera sakligur og ikki døma ein høvund
skifta bilin út ella keypa nýggjan bil. Tað er ikki vanligt at sølan veksur í desember mánaða, og tað ger hon heldur ikki í ár, sigur Eivind av Reyni, sum kortini er nøgdur við sølutølini fyri árið. Finnbjørn [...] Schumann Hjaltalin, stjóri í Handiskjarnanum: Nei, eg hugsi ikki, at júst vørusløgini í okkara handlum, sum selja harra- og damuklæðir, leikur og skógvar, fara at selja meira í ár, enn í fjør. Fólk [...] Mín meting er, at sølan fer at liggja umleið eitt pst. hægri í ár, í mun til í fjør. Fólk hava kortini meira pening um hendi í ár, men eg hugsi, at tey nú fara at keypa húsbúna, bilar og tílíkt, sum hevur
noyddur at fyrireika seg til nýggja próvtøku. HÓAST seinasta ?Krosskast? í SVF var áhugavert, so kom kortini ikki nógv nýtt fram. Fullveldismálaráðharrin førdi fram, at í 1998 vóru lánsgjøld landskassans á stødd [...] bert ein spurningur um tíð, so slepst ikki ímillum oyggjarnar, av tí at strandfaraskipini í meðal eru umleið 30 ára gomul. Pensjónirnar eru so afturútsigldar, at vit ikki kunnu bjóða eldra ættarliðnum mannsømilig [...] fjalt. Allir spurningar eiga at verða umrøddir og svaraðir. Tað kemst ikki uttan um, at livifóturin verður lækkaður, verður hetta ikki gjørt við skili og stig fyri stig. Annars fáa vit nakrar sosialar t
fyri hann. Bussurin hevði treytaleysa víkiskyldu, men tað helt hann ikki so nógv um tí hann koyrdi bara víðari. Bussførarin helt ikki, at hann hevði ábyrgdina av óhappinum og tí helt hann bara leiðina fram [...] gjørdist illur um óhappið, og so fór hann bara av stað, men tað hevur hann ikki rætt til. So er líkamikið um hann gerst illur ella ikki, sigur Suni Vinther av løgreglustøðini í Havn. Suni leggur afturat, at [...] slapp ikki út. Tí vóru boð send eftir sløkkiliðinum í Havn, sum hevur útgerð at hjálpa í slíkum støðum. Tá førarin var skorin leysur og síðani koyrdur á sjúkrahúsið. Av løgreglustøðini verður kortini sagt
lítil á vøkstri tá í mun til mínar javnaldrar, og hevði satt at siga ikki annað at brúka, enn mín munn, tí royndi eg at berjast, gekst ikki gott, so tað ráddi um at siga tingini og so sleppa sær til beins; [...] at vera høgravendur, tí reyðari umhvørvi haldi eg ikki, eg havi verið í í lívinum. So politisku samanbrestirnir haruppi vóru harðligir, men høvdu kortini onga ávirkan á vinskapin okkara millum. Hoydalar [...] tá droymdi um, er ikki lætt at meta, men nú er hann so sloppin »út« í Tinganes eisini. ? Hóast eg havi verið við í hornblástri og spælt popp-tónleik og flogbólt, so strekkir tíðin ikki til longur. Hesi
úrslitið av ferðini? Harra formaður. Spurningarnir verða ikki svaraði í somu raðfylgju, sum spurt varð, men skal eg svara teimum øllum kortini. Tó verður tað soleiðis, at eg í sambandi við nakrar av s [...] á norðurstrond Alaska, hevði longu í 1997 hug at bjóða føroyskum umboðum til Alaska. Hetta kom kortini ikki í lag tá. Eg fekk innbjóðing til Alaska um miðjan juni mánaða, tá fundur varð hildin í GEM samtakinum [...] leitingarloyvi til sína tíð verða tillutað. Tá komið verður til okkara fyrsta útbjóðingarumfar, vónandi um ikki ov langa tíð, skulu útbjóðingartreytirnar sambært kollvetnislógini leggjast fyri løgtingið. Tá fer
báðar ferðir fingið skrivlig boð um við tilvísing til hesa grein í lógini. Kortini viðger hann málini, sum var henda grein ikki til. Greinin ljóðar so: »Dersom een eller flere af et sogns eller sognedistrikts [...] fólkakirkjunnar; annars vóru teir ikki prestar har. Hetta sæst týðuliga av, at noktar sóknarpresturin kirkjuna, kann málið leggjast fyri Kirkjumálaráðið. Kirkjumálaráðið tekur ikki støðu í lærispurningum, men [...] lyfti, við tað at hesar lógir longu vóru í gildi, tá hann undirskrivaði prestalyftið. Men kann hann ikki annað, er bara eitt at gera, og tað er at fylgja sínum egnu ráðum og melda seg inn í eina kirkju,
n sær til teirra, og spurdu, um tey ikki høvdu hug at fara til Philipsoyggjarnar, har harðliga var brúk var fyri teirra hjálp. fýra mió. eru ikki skrásett - og ikki til Sum sagt so gjørt. Í døgunum 7. [...] var ferðin ein stór uppliving, ikki tí at alt var gleði og gaman har tey komu fram, men so stór neyð og armóð, sum vit í okkara heimsparti ikki kunnu ímynda okkum. Og kortini var gleðin til staðar. Øll tey [...] Brøðrasamkomuni, tóku seg saman um at gera eitthvørt fyri at hjálpa neyðstøddum í heiminum. Tey ungu vistu ikki í byrjanini, hvar hjálpin skuldi veitast, men tá tað frættist, at ungfólkini samlaðu pening inn við
og Ioanu Rapa, og tá báðar hesar blivu mansvardar, datt spælið hjá VÍF sundur. Men tað eydnaðist kortini útiliðnum at fáa eitt mál upp á brotskast, og so var 26-26. Tað var tætt og hendingarríkt, men tá [...] meira, sum tryggjaði teimum bæði stigini. Og sigurin var týdningarmikil, tí nú sær tað knappliga als ikki so galið út hjá klaksvíksliðnum, sum hevur spælt ein dyst færri enn tey trý liðini, sum liggja beint [...] tættir sum tann í Klaksvík leygardagin, ræður um at hava marginalarnar á sínari síðu, og tað hevði VÍF ikki í seinna hálvleiki. Men uppflytararnir úr Vestmanna eru framvegis sera væl við í kappingini, har fimm