VÍF fekk einki við sær úr Klaksvík

Hondbóltur: Enn einaferð fingu vit ein sera javnan og spennandi dyst í KÍ-høllini, men hesaferð eydnaðist tað so Stjørnuni at vinna, meðan VÍF sat eftir við ongum

Áskoðararnir fingu spenning fyri allar pengarnar, tá kvinnuliðið hjá VÍF vitjaði í Klaksvík leygardagin. Meginparturin av teimum vóru klaksvíkingar, og teir fóru væl nøgdur heim aftur eftir ein góðan og undirhaldandi dyst, sum Stjørnan vann 28-27.

Tað var annars VÍF, sum kom betur frá byrjan og legði seg á odda 2-0 og seinni eisini 6-2. Ioana Rapa og Jacklin Durhuus vóru sum vanligt raskastu málskjúttarnir hjá VÍF, og bara í fyrra hálvleiki skeyt Jacklin seks mál. Høgra verjusíðan hjá Stjørnuni vísti seg eisini at vera veika punktið hjá klaksvíksliðnum fyrra umfarið, men tá heimaliðið móti endanum av fyrra hálvleiki fór at mansverja Jacklin, misti VÍF-liðið eitt sindur av broddinum. Men VÍF var betra liðið í fyrra hálvleiki, sum endaði 14-11.

Mansverjingin av Jacklin helt nakað inn í seinna hálvleik, og so líðandi fekk Stjørnan fatur á endanum aftur. Serliga Annika Ljósstein og Anna Kristina Samson spældu væl, og hendan seinna nevnda avdúkaði, at VÍF hevur veikleikar í síni høgru síðu, tá mótstøðuliðið slær kontra. Anna Kristina er skjót, og fleiri ferðir rann hon frá høgru verjusíðuni hjá VÍF.

Mótspælið hjá VÍF var at mansverja Anniku Ljósstein, og frá støðuni 17-17 bleiv munurin ongantíð størri enn eitt mál, og fyri tað mesta var tað Stjørnan, sum hevði leiðsluna.

Tá góðir fimm minuttir vóru eftir, fór Stjørnan eftir bæði Jacklin og Ioanu Rapa, og tá báðar hesar blivu mansvardar, datt spælið hjá VÍF sundur. Men tað eydnaðist kortini útiliðnum at fáa eitt mál upp á brotskast, og so var 26-26.

Tað var tætt og hendingarríkt, men tá ein minuttir var eftir, og støðan var 27-26 til Stjørnuna, fekk VÍF ein spælara útvístan, og tað lá í luftini, at Stjørnan nú fór at tryggja sær stigini. Men tá eitt skot hjá Stjørnuni endaði á stongini, og bólturin fór út aftur til Angelie Jógvansdóttir, sum longu var á veg fram, stóð knappliga á jøvnum aftur, 27-27.

Nú sá út til, at Stjørnan enn einaferð noyddist at taka til takkar við javnleiki í egnari høll, men tá tvey sekund vóru eftir, fingu klaksvíksgentur 3-metur kast. Tær stillaðu upp, og Annika Ljósstein smekkaði bóltin í málið til 28-27, og so var liðugt.

Sum heild var VÍF betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan Stjørnan hevði munin í seinna. Og tað eydnaðist altso eisini heimaliðnum at skjóta tað eina málið meira, sum tryggjaði teimum bæði stigini. Og sigurin var týdningarmikil, tí nú sær tað knappliga als ikki so galið út hjá klaksvíksliðnum, sum hevur spælt ein dyst færri enn tey trý liðini, sum liggja beint omanfyri á stigatalvuni.

Tá dystirnir eru so tættir sum tann í Klaksvík leygardagin, ræður um at hava marginalarnar á sínari síðu, og tað hevði VÍF ikki í seinna hálvleiki. Men uppflytararnir úr Vestmanna eru framvegis sera væl við í kappingini, har fimm lið tykjast hava næstan eins góðar møguleikar fyri at vinna føroyameistaraheitið.

VÍF hevur nú bert ein dyst eftir í grundspælinum. Hann verður leygardagin á heimavølli móti VB, sum annað vikuskiftið á rað skal spæla tveir dystir norðanfyri, og tann dystin eigur VÍF at vinna.

Stjørnan hevur tveir dystir eftir. Leygardagin skulu tær á Kambsdal at spæla móti GÍ/Tjaldrinum, og sunnudagin verður tað ivaleyst aftur sera spennandi í KÍ-høllini, tí tá koma Neistakvinnur á vitjan.


(Av misgáum kom henda greinin ikki við í blaðið í gjár, blðm.)