stórt álit at fáa, og eg havi altíð havt í huga, at pengarnir hjá borgarunum skulu umsitast sum best, sigur Jan Christiansen. Hóast hann nú fer frá at verða borgarstjóri til at vera ein vanligur býráðslimur [...] tólv, fýrverkið bleiktrar yvir Havnini, og fólkini ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár, er tað ein maður, sum eitt sindur sorgblíður kann siga farvæl til ikki bara eitt farið ár, men fýra farin ár sum [...] neyðrakett« av lesarunum hjá Dimmalætting. ? Tað er við sorgblídni, at eg farið frá, men eg eri hvørki ein óður ella bittur maður, nú eg má gevast sum borgarstjóri. Eg veit, hvussu treytirnar eru í politikki
at gera ótrúlig. Ein tannlæknaroking er torfør at gera ótrúlig, sigur Rakel Helmsdal. ? Tingini mugu ikki gerast ov jørðnær. At keypa inn er ov jørðnært . Men tíverri, so er tað nakað ein noyðist at gera [...] hugsað sær at skrivað meira til vaksin, men tað krevur nógva tíð, sum er ring at finna. ? Ein góð barnabók er ein, sum ikki er við tí fyri eygað at skriva eina barnabók. Tað vil siga, at høvundurin hevur [...] skriva fulla tíð, og tað hevur havt stóra ávirkan á meg. Eg havi onki ímóti »hobby« skriving, men tá gert tú so lítið við tað, at tað er sjáldan, at ein kemur inn á kjarnan av øllum tí, sum tú veruliga vilt
í flogbólti á fimm Oyggjaleikum. - Einastu tíðarskeiðini, eg ikki havi verið við á vøllinum, er, tá eg havi verið uppá vegin. Tá havi eg so sitið á beinkinum og rópt, tí tað er ógjørligt hjá mær at halda [...] Eg havi til dømis valt at taka frí ein dag um vikuna, har yngra dótturin so heldur ikki fer í barnagarð, og tann eldra ikki er upptikin av ymsum øðrum aftaná skúlatíð. Tað er gull vert at eiga ein dag [...] at ein hárfríðkanarkvinna eisini tekur sítt arbeiðið við sær heim. Eg geri, í hvussu er. Tá eg skal pynta brúður, er hon altíð í mínum tonkum fleiri dagar áðrenn sjálvan dagin, og miseydnast ein hárliting
vørrina, rættar uppá blusuna og flytur seg eitt sindur á stólinum. Ein einsamøll kvinna frammanfyri einum upptøkutóli fortelur um ein drøjan granna, sum altíð gongur og ger seg lekran fyri henni. Nakrar [...] sum veruliga hevur kollvelt tínum lívið. Ein søga verður nýggj, hvørja ferð vit fortelja hana. Sjálvt tey minstu tingini kunnu gera, at okkurt í søguni broytist. Tað veldst um, nær vit fortelja søguna, [...] vit fortelja hana, hvør er til staðar, hvussu vit hava tað sálarliga ... ? Eg havi til dømis ikki tal á, hvussu ofta eg havi fortalt hesa søguna um, hvussu vit hava arbeitt við Territorial Statements. Nú
plássunum var Landsstýrið eisini vertur til ein døgurða í Havn, har umframt løgmann og landsstýrið eisini vóru fulltrúar og vinnulívsmenn luttóku og talur vóru hildnar, eins og spurningar vóru settir um hvat RNLI [...] samband við Umboðsstovu Føroya, sum tá var í Aberdeen. Atli var væl kendur av monnum innan fiskivinnuna eins og tey ministerier í Bretlandi, sum vit máttu samráðast við. Vit høvdu serliga gott samband við f [...] fyri at fáa betri skipasamband við Skotland, og tá ið "Smyril" varð keyptur í 1975, gjørdist hetta ein møguleiki. Hetta summarið varð avtala gjørd við RNLI, Royal National Life-boat Institution, bretska
hesar avbjóðingar, sum geva okkum hetta samfelag. Tingið er ov veikt Ein stórur veikleiki í hesum sambandi er eitt mál eg ofta fyrr havi viðgjørt. Tingið er ov veikt. Tingfólkini fáa ov lítla hjálp og møguleikar [...] bein at standa á enn fisk. Fakfeløgini neyðug Fyri at fá ein heildarleist, skulu vit eisini hava fakfeløgini við í tilgongdina. Tey umboða ein stóran part av fólkinum, eru við í lønartreytum og hvussu [...] Tað er ikki nóg mikið bert við politiskum semjum. Tær eru ein fortreyt, men neyðugt er somuleiðis at fáa arbeiðsmarknaðarpartarnar at verða ein partur í hesi tilgongd, og at sál verður løgd í at fáa gongd
Kanska er broytingaruppskotið eisini bara ein váttan um at vit bara hálvavegna taka halgidagslógina í álvara, hví loyva handli ein part av degnum og ikki ein annan part av degnum? Her haldi eg uppskotið [...] skuldi verða loyvt at hava opið millum kl. 10.00 og 14.00 sunnudagar. Havi stóra virðing fyri at vit hava eina halgidagslóg og ein sunnudag har fólk hava høvi at steðga á, hvíla og venda hugin frá tí verðsliga [...] um sjúkrahús, røkt, samferðslu, fyri at nevna nøkur øki. Samvitskan Tíðirnar broytast eins og samfelagið broytist, okkara uppgáva er allatíðina at duga at tillaga okkum og okkara skipanir til nýggju tíðirnar
sum bara er til júst hesa skiftingina. Drátturin er innanfyri Delta. Har er ein dráttur fyri bátarnar, sum skulu á sjógv, og ein fyri bátarnar, sum skulu upp á land, so vit halda, at umstøðurnar eru so frægar [...] sær heldur einki út fyri næstu framtíðini. - Tað gongst illa at fáa mannfólkini her suðuri at rógva. Ein partur av veruleikanum er, at nógv av unga fólkinum flytir skjótt burtur, og so verður tað sagt, at [...] sama skilið í Vági. Har eru tað eisini genturnar, sum rógva kapp. Vágbingurin venur norðanfjørðs. Eg havi skilt, at tríggir vágbingar, sum arbeiða í Havnini, eru partur av manningini, men annars eru tað bara
heimsspekingurin Francis Bacon segði einaferð, at "ein grundgeving er at sammeta við skotið frá einum brókarboga; tað er líka úrslitagott, um tað er ein kempa ella ein dvørgur, ið skotið hevur." Tað er gamal siður [...] tankar mínir gjørdu eina vend, tá okur ein av fyrstu døgunum fóru túr nakrar fáar hundrað metrar frá okra "fornemma" hotelli. Har, upp móti einum lyktapela, sat ein gomul, rukkut kona. Hon sat við krosskastaðum [...] ábyrgdin inn. Okur kunnu - bert okur vilja - vera við til at skapa ein betri heim fyri okra medborgarar og eftirkomarar. Sjálvandi fær ein persónur ikki broytt heimin frá degi til dags, men fært tú betra
skeivari leið, ein má ikki lata seg velja í eitt bygdaráð, einans fyri at sleppa at sita har sum limur. Tað er ikki nokk, tað má fylgjast við, tí tíðin stendur ikki í stað, hon broytist alla tíðina. Eitt [...] Napolion Magnussen, hevur eina áhugaverda grein í Dimmalætting, týskvøldið 12. í h.m. har hann viðger á ein skilagóðan hátt samanlegging av teim smærru kommununum. Hann sigur, sum rætt er, at tíðin er farin [...] farin frá teim smáu kommununum, og at fyrimunirnir við størri eindum eru fleiri enn vansarnir. Sjálvur havi eg av og á ditta mær í bløðunum, at koyrt undir bygdaráðslimirnar her á oynni, at fáa teir at fara