Tá gerandissøgur verða list

Duchamp gjørdi tað í 1917 - setti eitt pissoir inn á eitt savn og kallaði tað list. Birgit Johnson og Hanne Nilesen gera tað nú - fortelja gerandissøgur á Listasavninum og kalla tær list. Restin er upp til tín, og gongur tú við uppá treytirnar, verður tað ikki keðiligt ...

Hon bítur seg í vørrina, rættar uppá blusuna og flytur seg eitt sindur á stólinum. Ein einsamøll kvinna frammanfyri einum upptøkutóli fortelur um ein drøjan granna, sum altíð gongur og ger seg lekran fyri henni. Nakrar dagar seinni situr hon aftur har í sama rúmi frammanfyri sama upptøkutóli og fortelur somu søgu. Og aftur nakrar dagar seinni. Sama kvinnan, sama søgan. Ella næstan, tí sjálvt um søgan er tann sama, er okkurt øðrvísi. Vit fara at ivast. Nær kunnu vit vera vís í, at vit hoyra tað sonnu søguna?
Video-installatiónin "Territorial Statements" hjá teimum báðum Birgit Johnsen og Hanne Nielsen, sum er at síggja í Listasavninum í løtuni, letur spurningarnar hanga í luftini, meðan áskoðarin verður spunnin inn í eina søgu fyri og aðra eftir - seks í alt, fyribils í fýra útgávum, fyribils í Listasavninum sum eitt brot av tí, vit plaga at kalla veruleikin
Fremmant vinkonuprát
Territorial Statements snýr seg um mørk. Persónlig og listarlig mørk, sum verða flutt og tambað í eini áhaldandi provokatión av gomlum sannføringum og siðvenjum. Kvinnan á skíggjanum dregur teg inn í eina søgu, eina persónliga tvístøðu, sum er løtt at kenna aftur, og sum tú avgjørt veit, hvussu tú sjálv hevði snúð tær úr. Inntil tú hoyrir hoyrir søguna fyri 3. ella 4.ferð, tá søgan, hóast hon er tann sama, knappliga ikki er so einføld longur, tí hon er kropin inn undir húðina á tær, har hon hevur vaksið seg stóra, sum smáar hendingar bara kunnu gera tað í einum vinkonupráti .
Intima vinkonuhuglagið stendst í fyrsta umfari av at kvinnurnar eru so ótilgjørdar. Onki smyrsl, vanlig klæðir og ongin roynd at spæla sjónleik. Tær fingu 20 minuttir einsamall-ar saman við upptøkutólinum hvørja ferð, og vórðu tær lidnar at fortelja aftaná 5 minuttur, skuldu tær bara sita har og bíða. Bíðiløturnar eru síðani kliptar inn á ein hátt, sum gevur tær kenslu av at eygleiða nakað privat. Tú verður tveitt aftur og fram millum leiklutin sum eygleiðari og vinkona, millum list og veruleika, har tað eftirhondni er ógjørligt at gera av, hvar markið gongur. Eina løtu, í hvussu er. Inntil ógvusliga installatiónin knappliga fær teg at rakna við og verða varuga við, at alt er ein stór pallseting.
Gamlar søgur av nýggjum
Ongin av okkum fortelur somu søgu uppá sama máta hvørja ferð. Tað er bara nakað vit halda. Tað er líka mikið, um tað snýr seg um eina lítla gerandishending ella okkurt, sum veruliga hevur kollvelt tínum lívið. Ein søga verður nýggj, hvørja ferð vit fortelja hana. Sjálvt tey minstu tingini kunnu gera, at okkurt í søguni broytist. Tað veldst um, nær vit fortelja søguna, hvar vit fortelja hana, hvør er til staðar, hvussu vit hava tað sálarliga ...
? Eg havi til dømis ikki tal á, hvussu ofta eg havi fortalt hesa søguna um, hvussu vit hava arbeitt við Territorial Statements. Nú fortelji eg hana so einaferð afturat fyri tær. Eg royni at vera so greið og neyv, sum til ber, men eg veit, at eg sikkurt havi gloymt okkurt, at tað er okkurt, sum eg haldi meg hava sagt fyri tær, men sum var nakað, eg segði seinast ella næstseinast, eg fortaldi hesa søguna. Men tað veist tú jú ikki av, so tú heldur teg beint nú fáa alla søguna um Territorial Statements, sigur Hanne og smílist eitt sindur argandi.
Tað eru nú tvey ár síðani Hanne og Birgit byrjaðu hesa verkætlanina. Tær eru báðar myndahøggarar, men hittust á einum filmsskeiði, har hugskotið til Terrritorial Statements byrjaði so smátt. Hvørgin av teimum hevði serliga nógvar royndir við upptøkutóli, og sjálvar halda tær kanska hetta vera ein av orsøkunum til, at tær hava verið so opnar fyri øllum teimum møguleikunum, sum eru í hesum miðlunum.
Væntanir og innihald
At síggja til er tað onki, sum órógvar kvinnurnar í Territorial Statements, meðan tær fortelja sínar søgur. Onkuntíð er tað týðiligt at søgan broytir dám, tí kvinnan er glað, spent, ill ella keðir seg, men eisini tá onki av hesum hendir, tá søgan eftir øllum at døma verður søgd orðarætt umaftur, fata vit hana kortini øðrvísi. Og kanska, kanska ikki verður tú, sum frá líður, greið yvir, at tínir egnu fordómar eru vorðnir partur av listaverkinum.
? Vit hava øll eina rúgvu av fastløstum mynstrum við í okkara visuella viðføri. Vit kenna altíð ein dokumentarfilm aftur, vit vita, hvat vit kunnu vænta okkum av eini heimavideo ella eini tíðindasending, og í einum gysarafilmi er ljóssetingin nokk til at geva okkum gásahúð. Í filmsheiminum er tað ein viðtikin lóg, at formurin skal hóska til innihaldið - tú finnur til dømis ikki uppá at taka eina tíðindasending upp við gysaravinklum og -ljósið, sigur Birgit.
Í Territorial Statement er tað formurin, sum skapar innihaldið. Ella tað vil siga - okkara væntanir til formin skapa nýggjar væntanir til innihaldið. Velja vit at ganga við uppá nýggju treytirnar, fáa vit eina nýggja søgu hvørja ferð - eitt listaverk, um vit vilja, har gerandisdagurin hevur fingið eina røð av nýggjum týdningum.
"I?m so fucking happy"
Á ein meir beinleiðis og ágangandi hátt halda listakvinnurnar fram at kanna, hvar okkara mørk ganga í stutta filminum "I?m so fucking happy", sum koyrir uttan steðg á einum lítlum skíggja. Í filminum verða tilvildarligar kvinnur steðgaðar á gøtuni og bidnar um at siga "I?m so fucking happy" framman fyri einum upptøkutóli. Summar eru við uppá hugskotið alt fyri eitt, stilla seg gleðiliga upp og mestum rópa setningin við eldhuga. Aðrar eru meir kroystar, standa gráar í andlitinum og siga setningin á ein næstan mekaniskan hátt fyri at vísa, at tær ongan lut eiga í honum.
Aftur her verður markið millum list og veruleika togað og tambað. Vit og kvinnurnar vita, at útsøgnin ikki botnar í veruligum kenslum, at tær hava fingið boð um at spæla sjónleik til æru fyri upptøkutólinum, og at fleiri av kvinnunum ikki kundu funnið uppá at brúkt ein slíkan setning nakrantíð. Men mátin, tær siga setningin, avdúkar samstundis kenslurnar hann vekir í teimum, á ein hátt so sjónleikurin í sær sjálvum verður autentiskur.
"I?m so fucking happy" stendur eftir sum ein slag av fyribils speiskum punktum í einum langum spæli við mørkini millum tað veruliga og tað pallsetta, tað erliga og tað konstrueraða, tað privata og tað almenna. Tað hevur list gjørt fyrr, og í so máta flytur Territorial Statements neyvan nøkur listasøgulig mørk. Men framsýningin er áhugaverd, tí hon er so jarðbundin og insisterar uppá, at list oftast hendir, har tú minst væntar tað - nakað, sum tær báðar listakvinnurnar hava gjørt til sítt listarliga sereyðkenni, og sum fekk rættiliga nógva umrøðu, tá tær fluttu listina út á gøtunar í Esbjerg herfyri. Ein ummælari tók soleiðis til:
"Tá myndlistakvinnurnar Johnsen & Nielsen seta upp-tøkutól og ljós upp í smogum og sýnisgluggum í Esbjerg, broytir nýggja og óvanliga samanset-ingin týdningin á støðunum. Frá at vera ein sniðgøta, millum tvær gøtur, sum hevur til endamál at vit kunnu koma skjótari fram, verður smogan til eitt hugtakandi listaverk. Við uppsetingunum umskapa tær smogurnar til verk, vit ikki sleppa undan at traðka inn í, um vit annars vanliga ferðast í hesum rúmum. Men áðrenn vit velja at uppliva tey sum myndir, kunnu vit ikki fata hesi rúmini sum list. Og harvið eru vit aftur við valið. Listafólkið og áskoðarin hava her eitt felags ørindi. Tí tað er bara, tá vit velja at hyggja at einum verki sum list, at tað veruliga verður til sum listaverk.. Velja vit tað, kunnu vit í listaverkunum hjá Johnsen og Nilesen førka okkara vanamyndir av verðini, merka at vit eru til og hugsa um, hvar okkara pláss í verðini er."
???????
Seks kvinnur, seks søgur
Í Territorial Statements hitta vit:

Ungu kvinnuna, sum verður meir og meir frustrerað av, at vinkonan altíð er meir upptikin av sínum barni enn at vera saman við sær.
Iransku gentuna, sum verður noydd at taka støðu til, um hon skal fara við foreldrunum aftur til Iran, um kollveltingin gerst veruleiki.
Føroysku kvinnuna, sum ein vanligan gerandisdag knappliga skal verja sín tjóðskaparliga samleika yvir fyri eini púra fremmandari kvinnu.
Kvinnuna, sum uttan at vita hví, knappliga fortelur persónligu søguna um sín hjúnarskilna fyri einum, hon ikki kennir serliga væl.
Ungu kvinnuna, sum framvegis pínist av eini hending, har hon ikki gav sær tíð til at hjálpa einum skaddum manni, sum bað hana um hjálp.
Afrikansku kvinnuna, sum ikki fær sín nærgangandi granna at skilja, at hon ikki er áhugað í honum.