Heidi Petersen
løgtingskvinna
???
Viðgjørdu í tinginum lóg um afturlatingartíðir hjá handlum. Álit frá samdari vinnunevnd var framlagt, við uppskoti um broytingar í mun til lógina sum landsstýrismaðurin hevði lagt fyri tingið. Broytingaruppskotið gekk út uppá at handlum ikki skuldi verða loyvt at hava opið millum kl. 10.00 og 14.00 sunnudagar.
Havi stóra virðing fyri at vit hava eina halgidagslóg og ein sunnudag har fólk hava høvi at steðga á, hvíla og venda hugin frá tí verðsliga og til tað andaligu føðina. Haldi eisini at so skal vera framyvir.
Men harífrá og so til at fara at lóggeva í hesum landinum fyri hvat fólk skulu og kunnu ella ikki, tykist mær at vera at fara í so langt, serliga tá vit hugsa um, at í tí framkomna samfelagnum vit liva í í dag, eru nógvir ymiskir aðrir mátar at handla uppá, enn við bert eini útsølu í einum handli. Vit hava internet handlar, telefonhandil, sjálvtøku handil o.s. fr. Hesum handli fær tú ikki steðga við lógarbroytingini sum liggur í tinginum.
Hálv atlit
Kanska er broytingaruppskotið eisini bara ein váttan um at vit bara hálvavegna taka halgidagslógina í álvara, hví loyva handli ein part av degnum og ikki ein annan part av degnum? Her haldi eg uppskotið dettur sundur, tí meinar tingi at dagurin skal haldast heilagur í mun til handil henda dag, so er jú allur sunnudagurin heilagur og ikki bert ein partur av sunnudegnum.
Hetta førir so til spurningin um hvat so við øllum øðrum virksemi sum fer fram sunnudag?
Ítróttur? Lossing og landing? Vasking? Yrkisframførslur av sjónleiki og tónleiki? Filmsýningar? Tað er ongin endi á virksemi sum fer fram í samfelagnum sunnudag, og umframt hetta, er nógv virksemi neyðugt, hugsa bert um sjúkrahús, røkt, samferðslu, fyri at nevna nøkur øki.
Samvitskan
Tíðirnar broytast eins og samfelagið broytist, okkara uppgáva er allatíðina at duga at tillaga okkum og okkara skipanir til nýggju tíðirnar. At venda aftur til eina farna tíð fer ongantíð at eydnast við heppni. Vóni ikki afturhaldskreftirnar fara at vinna á vanliga skynseminum hjá tingfólki, tí í seinasta enda verður tað bert samvitskan hjá tí einstaka borgaranum í land-inum, sum fer at vinna, og henni hevur tingið ikki lógarheimild yvir.