Borgarstjórin í Miðvági, Napolion Magnussen, hevur eina áhugaverda grein í Dimmalætting, týskvøldið 12. í h.m. har hann viðger á ein skilagóðan hátt samanlegging av teim smærru kommununum. Hann sigur, sum rætt er, at tíðin er farin frá teim smáu kommununum, og at fyrimunirnir við størri eindum eru fleiri enn vansarnir. Sjálvur havi eg av og á ditta mær í bløðunum, at koyrt undir bygdaráðslimirnar her á oynni, at fáa teir at fara undir fyrireikingar til, at fáa okkara oyggj saman í eina kommunu. Men tað sær út sum her rínir einki við, fyri mær at vísa seg, sova bygdaráðini her ein Tornerosusvøvn hvat samanlegging viðvíkur. Hvat hesir bygdaráðslimir hugsa, veit eg ikki, men tað sær út fyri okkum uttanfyristandandi, at teir sita og verja hvør sítt kongaríki. Um so er, so eru teir á skeivari leið, ein má ikki lata seg velja í eitt bygdaráð, einans fyri at sleppa at sita har sum limur. Tað er ikki nokk, tað má fylgjast við, tí tíðin stendur ikki í stað, hon broytist alla tíðina. Eitt ið Napoleon Magnussen vísir á er barnaansingin, ið er so ovurhonds dýr, tað er hon sanniliga eisini her hjá okkum. Og Napoleon meinar at Vágoyggin er ikki nóg stór til eina kommunu, hann vil enntá hava Vestmanna og Kvívík við. Hvat so við okkara smáu bygdum her á oynni, sigur hettar tykkum ikki tað, at her er tíð at handla. Tað er stór synd fyri tað unga fólkið, at ikki oyggin er samanløgd fyri árum síðani. Farið og setið sjøtil á, fái ein avstemning í hvørji bygd, so tit fáa at vita hvat fólkið vil. Er eitt fleirtal ímóti samanlegging, ja, so gerst ikki við, so hava tit gjørt tykkara skyldu í fyrsta umfari. Tað verður av onkrum ført fram, at fara tær smærru kommunurnar her saman við teimum størru, so fer skattaprosenti upp, tí tær størru kommunurnar hava nokk so stóra skuld. Tað kann vera nakað um tað, men vit mugu gera okkum greitt, tað verður eingin framburður við lágum skattaprosenti. Eitt ið fólk á teim smærru plássunum stúra fyri, um kommunurnar verða samanlagdar er, at smáplássini detta burtur ímillum. Tey detta ikki meira burtur úr, enn tey longu nú gera. Samanleggingin kemur at geva teim ungu á smærru plássunum fleiri møgleikar enn tey hava sum er.










