Flogbóltsspælarar kenna hana best fyri hennara framúr góða verjuspæl. Onnur minnast hana serliga frá sjónvarpsskíggjanum, har hon neyvt og bersøgið hevur viðmerkt stíl og útsjónd hjá eitt nú Prix Føroyar luttakarnum. Og so eru tað allar tær, sum gjøgnum árini hava lagt hár til saks og kamb inni á hennara hárfríðkanarstovu, Vera Klipt. 38 ára gamla Vera Larsen úr Klaksvík hevur altíð nógv jørn í eldinum, ein eldsál, sum er við uppá tað mesta og helst vil sleppa undan at bíða - eisini um tað bara er fimm minuttir.
? Nær eg slappi av? Í øllum førum ikki í eini sofu. Eg kobli frá, tá eg spæli flogbólt og máli. Tá fái eg onki annað havt í tonkunum, so tær løturnar eru mínar gularøtur.
Við kambi og saksi
Men fyrst av øllum brennur Vera fyri sínum faki, og tað hoyrist alt fyri eitt, at hon er hárfríðkanarkvinna út í fingraspíssarnar.
- Tað ljóðar kanska løgi, men tað kemur fyri, at ein hárfríðkanarkvinna eisini tekur sítt arbeiðið við sær heim. Eg geri, í hvussu er. Tá eg skal pynta brúður, er hon altíð í mínum tonkum fleiri dagar áðrenn sjálvan dagin, og miseydnast ein hárliting, fái eg ikki frið á mær, fyrr enn eg havi fingið møguleika at gera tað av nýggjum. Tað sigur seg sjálvt, tí um kundin ikki er nøgdur, eri eg tað heldur ikki, sigur Vera, sum hóast hon hevur starvast í hesum yrkinum í næstan 20 ár, allatíðina heldur seg hava okkurt eftir at læra.
? Tað er kanska tað, sum ger mín arbeiði so spennandi. Tað er altíð onkur nýggjur teknikkur, tú kanst læra, og hármótin broytist ofta, so tað ræður um at endurnýggja seg sjálva. Kundarnir eru sjálvandi eisini sera ymiskir, og tað er altíð ein avjóðing at seta seg inn í teirra ynski um, hvussu tey fegin vilja síggja út. Tað krevur kanska eitt sindur av sálarfrøði, men ert tú opin og ikki bangin fyri at siga tína hugsan og koma við øðrum hugskotum, er tað sjáldan nakar trupulleiki. Fakliga loyndarmálið er so, at ein hárfríðkanarkvinna altíð skal duga at síggja endaliga úrslitið fyri sær, sigur Vera, sum fyri fýra árum síðani lat sína egnu hárfríðkanarstovu upp í Klaksvík. Og fyri at koma so væl frá byrjan, sum møguligt, fór hon við á fyrsta skeiðið í Føroyum fyri Kvinnuligar Íbirtarar, tí sum hon sigur: Uttan mun til, hvat tað snýr seg um, skalt tú kunna hyggja teg sjálva í speglið og siga: Eg gjørdi mítt besta. Ongin kann vara seg fyri mistøkum, men at tú ikki gjørdi tær ómak, kann ongantíð brúkast sum umbering.
Ítróttarkvinnan
Hóast arbeiðsdagurin hjá Veru ofta er langur, hevur hon onkusvegna altíð gjørt pláss fyri frítíðarítrivum. Ikki minst fyri flogbóltinum, sum hevur spælt ein rættiliga stóran leiklut í lívinum hjá Veru, síðani hon var 15 ár. Síðani 1993 hevur hon havt sítt fasta pláss í meistaradeildini hjá Mjølnir, umframt at hon hevur verið við á føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti á fimm Oyggjaleikum.
- Einastu tíðarskeiðini, eg ikki havi verið við á vøllinum, er, tá eg havi verið uppá vegin. Tá havi eg so sitið á beinkinum og rópt, tí tað er ógjørligt hjá mær at halda meg vekk, tá mítt lið spælir. Mín drívmegi sum ítróttarkvinna er fyrst og fremst spenningurin og trongdin til at vinna og verða best. Ongin ivi um tað. Men samanhaldið millum Mjølnirkvinnurnar hevur eisini altíð verið nakað heilt sermerkt. Eg ivist onga løtu í, at tað hevur gjørt sítt til, at vit hava rokkið so góðum úrslitum, og fyri meg persónliga hevur góða samanhaldið havt ótrúliga stóran týdning. Og hevur tað framvegis, leggur Vera áherðslu á, tí hóast hon er 38 ár, hevur hon ongar ætlanir um at gevast heilt við flogbóltinum. Tað næsta verður fyrsta deild ella Old Girls
- Eg má viðganga, at eg hugsaði av álvara um at gevast í meistaradeildini síðsta ár. Men tað var mest tí, jú eldri tú verður, jú meir mást tú venja, so tað var farið at knípa við at fáa tíðina at røkka til. Fyri nógv ítróttarfólk er tað sera umráðandi at gevast, meðan tey eru á toppinum, men soleiðis havi eg tað ikki. Tað órógvar meg ikki, at mín tíð á landsliðnum er farin, og at árini í meistardeildini fækkast, tí tað kennist nátúrligt. Alt annað hevði verið løgið, tá tú nærkast teimum 40. So fái eg kanska umsíðir tíð til at gera meir við málingina, sigur Vera, sum seinastu árini hevur fingist við listamáling í frítíðini.
Í heila tiki heldur Vera tað vera umráðandi at góðtaka støðuna, tú ert í, og fáa tað besta burturúr henni, í staðin fyri allatíðina at halda, alt hevði verið betri, bara tað var øðrvísi.
- Eg minnist einaferð, eg sat á beinkinum við stórum búki og hugdi at einum dysti, tá onkur knappliga spurdi, um eg ikki fekk brell eftir at sleppa út á vøllin. Men nei. Tað kom mær yvirhøvur ikki til hugs, hvussu deiligt tað hevði verið, at verið mitt í dystinum. Eg hevði tað veruliga fínt við at sita á beinkinum, tí soleiðis átti tað at vera - beint tá.
Óneyðug ring samvitska
Hóast puslispæli við fulltíðarstarvi og familjulívi kann tykjast fløkt, ber tað væl til at fáa tað at liggja, sum tað skal, heldur Vera.
- Tað krevur bara eitt sindur av planlegging. Eg havi til dømis valt at taka frí ein dag um vikuna, har yngra dótturin so heldur ikki fer í barnagarð, og tann eldra ikki er upptikin av ymsum øðrum aftaná skúlatíð. Tað er gull vert at eiga ein dag soleiðis heilt fyri seg sjálvan, sigur Vera, sum heldur, at nógv útiarbeiðandi foreldur plága seg sjálvan óneyðuga nógv við ringari samvitsku yvir ikki at vera meir saman við børnunum.
- Børn nú á døgum ganga til so nógv ymisk frítíðarítriv, at eg ivist í, hvussu góða tíð tey høvdu havt at verið saman við okkum foreldrum, um vit gingu heima. Og vit vilja jú, at tey skulu sleppa til hesi ítrivini, sum hava teirra áhuga, og har tey eru saman við øðrum børnum, sigur Vera, sum er sannførd um, at bara børnini merkja, at tú veruliga tímir at vera saman við teimum, ger tað minni, at tíðin onkuntíð er knøpp.
- Tá samanum kemur, ræður tað um at geva børnunum allan tín kærleika og lata tey merkja tað í tí dagliga. Og tað kanst tú gera uppá so nógvar ymsar mátar. Okkara døtur skulu vita, at tær altíð kunnu koma til okkum við øllum, og at tær her sleppa at vera, seg sjálvar. Men tað merkir ikki, at tær sleppa at gera akkurát, sum tær vilja. Eg leggi stóran dent á, at læra tær góðan fólkaskikk og tað fevnir um alt frá at sita hampuliga við borðið til at tosa fólkaliga við onnur. Burtursæð frá tí, taki eg tað, sum tað kemur. Tað fellur mær mest nátúrligt, tí eg eri sum heild rættiliga spontan.
"Vera-syndrom"
Hatta við tí spontana atburðinum hevur ivaleyst onkuntíð verið ov nógv av tí góða, flennir Vera og viðgongur, at onkur av vinfólkunum er farin at tosa um eitt serligt "Vera-syndrom".
- Eg skilti tað vist ikki beinanvegin, men tað er nakað við, at um eg ætli mær okkurt, geri eg tað bara, - eisini sovorðið, sum onnur ikki høvdu funnið uppá, tí tað skal vera so flovisligt. Men heilt erligt - lívið er alt ov stutt til at ganga og gruna yvir, hvat onnur møguliga halda sær eitt sindur býtt út. Onki er í grundini flovisligt í sær sjálvum. Tað veldst um eyguni, sum síggja. Eg vil í øllum førum ikki sita sum 80 ára gomul og angra alt tað, eg ongantíð fekk roynt, tí eg var so bangin fyri at gera mær fyri skommum, sigur Vera avgørd.
??????
Blá bók
Navn: Vera Larsen
Fødd: 25.06.66 í Klaksvík
Familja: Gift við Jonhard, eiga døturnar Sólrun, 10 ár, og Tórfríð, 4 ár
Starv: Hárfríðkanarkvinna
Frítíðarítriv: Flogbóltur og at mála
Minniligar hendingar: Túrurin við tyrluni úti í Tindhólmi í sambandi við videoupptøkurnar til "Waiting in the Moonlight" hjá Brandi Enni. Eg var við sum hárstylistur.
Og avgjørt eisini, tá vit vunnu steypafinalaluna móti Drátti í 2001. Tað var ein ordiligur gysari ...
??????????
Fimm ferðir ?
Hvørjum líkist tú mest - mammu tíni ella pápa tínum?
- Mammu - vit er báðar líka útvendar og tosa uppá sama máta. Og so eri eg næstan líka strukturera, sum hon.
Enda setningin "At vera sín egni stjóri er ... "
- ... at hava frælsi til sjálv at gera av, hvussu tín arbeiðsdagur og títt arbeiðsumhvørvið skal síggja út.
Er tað nakað, tú kundi hugsað tær at broytt við tær sjálvari?
- Eg kundi hugsað mær at verið longri. Nakrir sentrimetrar afturat høvdu komið væl við, tá eg spæli flogbólt. So hevði eg eisini sloppið frá at pumpa frisørstólin so langt niður ella altíð staðið á tá ...
Hvat gerast fólk bilsin av við tær?
Nógv undrast yvir, at eg havi málað málningarnar sum hanga í míni hárfríðkanarstovu.
Hvat brúkar tú ov nógvar pengar uppá?
Skógvar, halda míni vinfólk. Sjálv haldi eg, at eg finni óneyðuga nógvar varrastiftir í mínum taskum og lummum ...