Rakel og ótrúliga tannlæknarokningin

Kvinnugreinar

At føroyskar kvinnur eru áhugaverdar er ongin loyna. Og allar eru tær á hvør sín hátt við til at lita okkara samfelag.
Sum kunnugt er 8. mars teirra dagur, og tí fara vit, í hesum fyrsta vikuskiftisblaði í árinum undir eina greinarøð, har vit tosa við føroyskar kvinnur um teirra tankar, arbeiði, ynski, hugleiðinar og annað, sum gevur meining - alt eftir, hvønn tosað verður við. Ætlanin við greinunum er bert at lýsa nakrar ymiskar kvinnur, ið allar liva í einum lítlum samfelagi, nevniliga í Føroyum. At talan bert verður um kvinnur er orsakað av kvinnudegnum, sum virkar sum ein náttúrlig endastøð fyri prátini í hesum umfari. Hevði tað verið altjóða mannfólkadagur 8. mars, so kundi valið saktans fallið á eina greinarøð við føroyskum monnum, men fyribils fer tað at bíða til eina aðru ferð. ...

Rakel er rithøvundur. Fyrst og fremst rithøvundur. Dagliga starvast hon á jarðfrøðisavninum, men rithøvundur er hennara heiti. Hennara hugburður til lívið er ævintýrkendur, og ger hon alt fyri, at gerandisdagurin verður so litríkur sum møguligt.
? Tað er ógvuliga tilvitað, at eg royni at gerandisdagurin ikki verður gráur og keðiligur. Men nøkur ting eru altso torfør at gera ótrúlig. Ein tannlæknaroking er torfør at gera ótrúlig, sigur Rakel Helmsdal.
? Tingini mugu ikki gerast ov jørðnær. At keypa inn er ov jørðnært . Men tíverri, so er tað nakað ein noyðist at gera við jøvnum millumbilum.
Ongantíð vaksin
Rakel er mest kend fyri at hava skrivað barnabøkurnar um Hugo. Nýggjasta bókin á listanum er »Nei, segði lítla skrímsl«, sum hon hevur skrivað saman við tveimum øðrum høvundum.
? Eg havi mest skrivað barnabøkur, tí tað fellur mær lætt at skriva søgur fyri børnum. Eg eri helst ongantíð blivin ordiliga vaksin, sigur hon og flennur.
Hon leggur tó afturat, at hon kundi væl hugsað sær at skrivað meira til vaksin, men tað krevur nógva tíð, sum er ring at finna.
? Ein góð barnabók er ein, sum ikki er við tí fyri eygað at skriva eina barnabók. Tað vil siga, at høvundurin hevur ikki sett seg niður og sagt, at nú fari eg at skriva eina bók til tann og tann aldursbólkin. Barnabókarithøvundar hava nógv av barni í sær sjálvum og hava ikki gloymt tað fantastiska við at vera barn.
Sjálv hevur Rakel tvey børn. Tey eru 10 og tvey ár. Og hjá teimum fær hon eisini nógvan íblástur til bøkurnar.
? Eg fái íblástur, meðan eg skrivi. Tað er ikki soleiðis, at eg seti meg niður at bíða til Heilagi Andin kemur yvir meg. Íblásturin kemur, meðan eg arbeiði, greiðir rithøvundurin frá.
Vantandi virðing
Livikorini fyri rithøvundar í Føroyum eru smálig. Tað fær eisini Rakel at snerkja eitt sindur.
? Tað er so órættvíst, at korini skulu vera so vánalig. At vera rithøvundur verður ikki virt sum alt annað arbeiði, og tað átti tað at verið. Av tí at korini eru so ring, so noyðist ein eisini at hava eitt arbeiði við síðuna av, sigur hon. Í sama andadrátti leggur hon afturat, at bæði forløg, prentsmiðjur og bókhandlarar, ið fáa fasta løn av bókunum, rithøvundarnir skriva, men ikki høvundarnir.
Hon metir sjálv, at hon er í eini hepnari støðu, tí møguleikin fyri at taka frí fyri at skriva er har. Sum er nú, hevur hon valt at fara niður í løn og tískil fáa meira tíð til at skriva.
Harafturat hevur Rakel búð í Fraklandi í fimm ár, har hon skrivaði fulla tíð, og er hetta tíðarskeið, sum hon er ótrúliga glað fyri.
? Eg fekk møguleika at skriva fulla tíð, og tað hevur havt stóra ávirkan á meg. Eg havi onki ímóti »hobby« skriving, men tá gert tú so lítið við tað, at tað er sjáldan, at ein kemur inn á kjarnan av øllum tí, sum tú veruliga vilt siga.
At uppliva franska mentanarlívið var eisini ein ótrúligur uppliving. Rakel heldur, at fronsk mentan og mentalitetur hóskar væl saman við tí føroyska, sjálvt um tey ikki líkjast.
Men at flyta heimaftur var eisini gott.
? Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tað gevur nakrar møguleikar, sum onnur størri lond ikki hava. Eg haldi, at í Føroyum kanst tú altíð gera tað, tú vilt, sigur hon.
? Eg sigi ikki, at tað ikki er hart arbeiði, men um tú veruliga vilt, so kanst tú. Tær nýtist ikki tey somu sambondini, sum uttanlands. Tað eru nógv ting, ið eru keðilig við at vera smá, men tað eru sanniliga eisini nógv góð ting.
Sambært Rakel vantar føroyski mentanarpallurin at verða tikin í álvara. Fólk halda framvegis, at arbeiða við mentan er eitt frítíðararbeiði.
? Um vanlig fólk høvdu tikið mentanina í álvara, so kanska politikararnir eisini høvdu gjørt tað. Fólk skulu síggja virða tað sum eitt arbeiði í sær sjálvum, tí tað er tað. Og tað krevur nógva tíð. Ongin vil liva uttan list, tí so verður gerandisdagurin gráur. Men tað verður bara góðtikið, at tað er soleiðis, sum tað er í dag.
Ultimativa listin
Umframt at vera rithøvundur hevur Rakel fingist nógv við sjónleik. Hon hevur sjálv spælt við, og harafturat hevur hon eisini skrivað leik, instruerað, gjørt búnar, sett ljós, pallar og alt annað, ið sjónleiki til hoyrir.
? Fyri meg er sjónleikur tann ultimativa listin. Har hevur tú allar listirnar við tær. Orð, myndir, ljóð og ikki minst tíðarkensluna. Ein góður sjónleikur er so nógvar ferðir betri enn nakar góður filmur, slær Rakel fast.
Men sjónleikur er fyri Rakel ov hart arbeiði, tí tað krevur so nógva tíð. So á tann hátt heldur hon, at fingist við sjónleik eina, hevði ikki verið ein møguleiki fyri seg.
? Eg síggi upp til fólk, sum bara fáast við sjónleik, tí tað er so strævið.
Ávegis skriving
Ella kreativ skriving, sum skeiðið á kvøldskúlanum, verður kallað. Rakel hevur í nakrar vetrar undirvíst í kreativari skriving. Hetta er ein øðrvísi skrivingarháttur, og har hevur hon hitt nógvum skrivandi føroyingum.
? Tað er altíð spennandi at síggja, hvussu fólk taka ímóti tí, sum vit gera. Øll hava nakað listarligt í sær, um tey tíma at menna tað. Øll duga at skriva, um tey vilja, heldur hon.
Áhugan fyri bókmentum og skriving takkar Rakel foreldrunum fyri. Teirra hugburður til bókmentir hevur smittað hana, og bøkur eru ein stórur partur av lívinum hjá Rakel.
? Foreldur míni hava altíð lisið fyri mær. Síðani eg var heilt lítil ? eini tvey ára gomul hava tey lisið alt frá Palla Pumm til fagrar heimsbókmentir. Tey hava tímað at lurta eftir mær, tá eg havi fortalt søgur, og tað havi eg altíð elskað.
Rakel lesur eisini hvønn dag fyri børnunum. Tó ásannar hon, at tað er kanska minni, enn hon hevði viljað, men tíðin røkkur ikki til. Sjálv lesur hon eisini nógv. Viðhvørt meira og viðhvørt minni. Men tað er ongantíð soleiðis, at ongin bók liggur á náttborðinum.
? Bøkur hava ótrúliga nógv at siga fyri meg. Eg kundi ikki fyristillað mær eina verð uttan!
Tað ber ikki til hjá henni at velja eina bók ella bøkur út. Hetta broytist alla tíðina. Men tó eru rithøvundar, sum regluliga vent verður aftur til. Her nevnir hon millum annað Stefan Zweig, Ray Bradbury, Mikael Ende og Tove Jansson.
? Hesir rithøvundarnir hava eisini ávirkað, tað, eg skrivi sjálv. Eg kann merkja teirra huglag í tí, eg skrivi.
Hønumamma
Tað er týdningarmikið fyri Rakel, at børnini sleppa at uppliva verðina á ein hátt, har alt ikki er so banalt.
? Eg lesi nógvar bøkur og royni at vísa teimum, at verðin er gandakend. Tað eg royni at føra víðari yvir á míni børn er, at lívið er ordiliga ævintýrligt. Tí tað er tað, sigur hon.
Men hon leggur afturat, at hon er eisini ein hønumamma.
? Tað er ikki altíð tilvitað, at eg royni at gera veruleikan fantastiskan. Tað kemur líkasum av sær sjálvum. Ofta er tað ov ringt at hugsavna seg um tað, sum er ov veruligt og keðiligt. Kalla tað veruleikaflýggjan, men skít verið við tí.
Í løtuni er Rakel í holt við at skriva tvær barnabøkur. Og eisini eru tríggjar bøkur um skrímslið ávegis frá henni og hinum báðum høvundunum, Aslaug Jónsdóttir og Kalle Guettler.
? Eg hevði ynskt, at tað bar til at vera rithøvundur fulla tíð. Ella at eg í hvussu so er hevði hálva tíð at skriva í, men framvegis fingið so mikið góða løn fyri annað arbeiði, at eg kláraði meg.
????

Blá bók
Navn: Rakel Helmsdal
Fødd: 25.09.1966 á Tårnby Præstegård á Amager
Børn: Tvey, Gwenaël, 10 og Felisia, 2
Starv: Rithøvundur. Starvast annars á Jarðfrøðisavninum.
Kend fyri: Er mest kend fyri Hugo bøkurnar. Harafturat er hon saman við Hedvig Westerlund kend sum prjektleiðari av »Ung í Føroyum«

?????????
Fimm ferðir ?

Hvørjum líkist tú mest ? mammu tíni ella pápa tínum?
- Eg haldi, eg má siga pápa mínum. Á tann hátt eg geri ting, fái hugskot og fái ting at henda uppá.

Enda setningin »Ein rithøvundur er...«:
-ein, sum dugir at fortelja søgur og heldur tað vera stuttligt.

Er tað nakað, tú kundi hugsað tær at broytt við tær sjálvari?
- Eg skuldi kanska verið meira ruddilig, men harragud!

Hvørjum gerast fólk bilsin av við tær?
- Eg haldi, at tað skal nógv til, áðrenn fólk gerast bilsin av mær. Tá tað eru føstalávintsveitslur, so verða tey ongantíð bilsin, líkamikið, hvat eg fari í. Eg haldi bara, at tey væntað, at eg geri okkurt klikkað.

Hevði tú funnið uppá at etið menniskja kjøt?`
- Nei! Sum heild eti eg ikki nógv kjøt, so tað hevði als ikki komið á listan.