leiðina til London fyri at fáa gongd á aftur. Vit síggja fram til, at danska stjórnin og avgjørt eisini føroyska landsstýrið taka okkurt stig, sum vit so aftur fegnir vilja svara aftur uppá sigur Anthony Layden [...] frá løgmanni til hetta málið og Árni Olafsson, sum stendur á odda fyri føroysku samráðingarnevndini, vil lítið og einki siga. Hann vísir bert á, at eingin fundur hevur verið og eingin er avtalaður. Sam [...] sum helst at leggja fram, varð gjørt av, helst av løgmanni sjálvum, at føroyska samráðingarnevndin einki útspæl skuldi hava við sær á fundin. Endamálið var at vísa ónøgdina mótvegis bretum: føroyingar kundu
steðga sosialari dumping á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hetta verður ein herferð, sum verður samskipað ímillum øll tey trý manningarfeløgini, tey allarflestu fakfeløgini hjá tímaløntum á landi og fakfeløg uttanlands [...] ógreið. - Vit hava dømi, bæði á sjógvi og landi, har setanarviðurskiftini hjá útlendskum fiskimonnum og verkafólki, eru so ógreið og ógjøgnumskygd, at tað er ómøguligt at fáa skil á, hvussu lønarviðurskiftini [...] útlendskir verkamenn á landi í Føroyum, ikki verða løntir eftir føroyskum sáttmálum. - Nógva staðni er illgruni um, at hesir arbeiða fyri eina løn, sum er nógv lægri enn føroyska sáttmálalønin ásetir.
gólvinum. So trínur hon fram á gólv. Danska Nynne Nørup, sum hevur um 17.000 undirskriftir í skjáttuni við sær úr Danmark. Danskir og føroyskir kameramenn kappast um at sleppa framat, tá undirskriftirnar [...] ófantaligu mikrofonina í andlitið á ungu gentuni. - Samvitskan tvingar meg, sigur hon frammanfyri forvitnu fjøldini. Einki kaffi í dag Løtu seinni setir tingformaðurin hol á viðgerðina. Áhoyrarar standa sum [...] nei!”, stendur at lesa á T-shirtum hjá einum riðili av ungdómi. Onkur teirra tykjast ikki vera meiri enn 12-13 ár. Ein trúboðari tutlar mær í oyra, at flestu teirra eru úr Kelduni á Skálafjørðinum. “Tú meinar
síni tíð nógv her. Á høgætt vóru teir eystanfyri ella sunnanfyri Pyntin, sum teir róptu seg uppá, og á lágætt vóru teir norðanfyri. Á Skála, sum er eitt av fleiri avtoftaðum plássum á Langanesi, róðu nógvir [...] løgdu at borði kl. 10 á kvøldi. Á, tann sjón at síggja. Patentið har frammi var meira enn ein metur uppúr og hægri aftan. Nú lá skipið meira á liðini, so tað var bratt at ganga á dekkinum. Boðin fyri framman [...] minnir um gamla vegin úr Gøtu og niðan á Eiðið. Útsýnið er framúr, og í góðveðrinum steðga vit eina løtu á Ketilsstøðum undir Dýjafjalli. Vit eru ikki púra einsamøll. Á sama lítla steðgiplássinum er ein annar
Petersen gongur á 60. ári, er føddur og uppvaksin í Sørvági, og hevur meginpartin av lívi sínum arbeitt á sjónum. Sum ungur fekk hann júst um endan á slupptíðini og hevur annars í fjórðingsøld silgt á heimshøvunum [...] skeitt eftir, hvat útlendsku ummælararnir av sjónvørpum og útvørpum hava upp á hjarta. Hesir miðlar, sum hava so stóra ávirkan á hvørt mansbarn í hesum landi, - danir t.d. hyggja eftir sjónvarpi 3 tímar dagliga [...] keðilig og liggur í bestu senditíð - og hin er synd at kalla eina føroyska sending. Tað er betri ógjørt at skoyta hasar tveir setningarnar uppí á føroyskum. - Hinvegin eru nógvar sendingar í Útvarpinum mær dámar
fullveldisrørslan vísa á hvat teir vilja, hvørjar hugsjónir teir hava at seta upp ímóti. Teir mugu greiða frá um teir vilja hava studningsbúskap ella sjálvberandi búskap. Um teir vilja siga frá sær tey amboð [...] millum politiskan vilja og søguliga ella søgufrøðiliga lýsing. Politikarar vilja nakað, virka fyri tí og tvinga mangan onnur økir, eitt nú søgu ella bókmentir og list, inn undir henda vilja. Vit kenna hetta [...] Sjálvandi var tørvur á dagføring av sosiallógunum í Føroyum - eingin flokkur gekk móti tí - men at fíggja tær við ríkisveitingum var í roynd og veru eitt misálit á evnini í føroyska samfelagnum at skapa
fellur langferðaálvari á fuglarnar, og teir standa so melankolskir á nesjum og tangum og kúra. Teir fyrireika seg til langa og vandamikla ferð, so langt suður sum til Afrika. Afturkomnir á klettarnar skulu teir [...] gamla samfelagið í dag og hvørja ávirkan hetta møguliga kann hava á okkara samleika. Tað var løgið at lesa hetta á Sandoynni, tá eg fekk fatur á bløðunum. Tað eg haldi meg hóma hjá Firouz og øðrum, er ein mótvilji [...] g ella ikki, so eru tjøldrini farin á flog. Tey sótu á sandinum í Húsavík henda várdagin sum ferðamøddir flytifuglar. Tað regnar nú. Eg verði vátur. Børnini niðri á kajuni í Skálavík senda sms-boð og líkjast
borgararnir á oynni gagna av. Tó ger óvissan um hvussu framtíðin verður, tá tað kemur til gongd í haga, at fleiri ikki tora at taka stig til tílíkar verkætlanir. Náttúruvernd Tað føroyska lendið er viðbrekið [...] fantastiskt dømi uppá, hvussu lendiseigarar hava skapt karmar fyri vinnuligari ferðavinna. Hetta er úti á Nípu, Trælanípu. Íløgur eru gjørdar í hús, skúr við vesi, stórari terassu. Húsið er mannað fleiri tímar [...] lendinum, eins og hesi hava rætt til at taka gjøld fyri vinnuliga ferðing, trygd og gongutúrar. Hetta má sleppa at halda fram, tí hetta gevur sanniliga nakað aftur til lokalsamfelagið her vesturi. Av tí, at hetta
ikki komin fram á, hvaðani í ættini sigoynablóðið er komið, men síðani hon kom niður av stjørnunum um hesa tíðina fyri 32 árum síðani í Tårnby á oynni Amager, hevur hon ikki støðast leingi á nøkrum stað. [...] fyribils, negldir fastir úti á Reyni í Havn. Hon er ein av virknastu høvundum okkara, og av tí, sum gjøgnum árini er runnið gjøgnum penn, skrivimaskinu ella telduna, er nógv komið á prent: stuttsøgur, yrkingar [...] vera stuttlig hjá vaksnum fólki at lesa, sigur Rakel Helmsdal. - Munur er á evnunum í barnabókum og vaksnamannabókum. Tað er serliga á mátanum, persónarnir verða lýstir. Tá ið tú skrivar til børn, noyðist
Andriasi á Lava Olsen á odda er í ferð við at taka seg fram í oddastríðið í føroyskum fótbólti. Og áðrenn eg sleppi ítróttini, má eg sjálvsagt eisini nevna skyldkonuna Elspu Mørkøre, og Kára á Høvdanum [...] Gøtu yður við talentum og virkisfýsni. G! og G! Mini kunnu sammetast við ventilarnar á hesi dampmaskinu, tí tað er á G!, at musikalski dampurin verður fýstur av. Úrslitið av hesum ágrýtni og evnum kenna [...] Pauli Gregersen var í Brasil og á Kuba at leita upp nýggjar marknaðir fyri saltfisk í 1950-árunum. Og skuldi nakar ivast í, um vinnulívsfólk hiðani seta síni fingramerki á føroyskt vinnulív sum heild, so