Tað sær nú ikki mætari út enn, at skal gongd koma á aftur marknamálið millum Føroyar og Bretland, so má ein triði partur uppí. Við hesum verður ikki í fyrstu atløgu hugsað um dómstólin í Haag men um eina politiska viðgerð av málinum. Og her kunnu orðini hjá danska forsætisráðharranum Poul Nyrup Rasmussen undir vitjan hansara í Føroyum herfyri verða eitt møguligt tekin um, at málið er um at verða búgvið til, at tann politiski parturin tekur sær av tí. Undir vitjan síni í Føroyum herfyri segði forsætisráðharrin seg fúsan at fara til London at hitta Blair um tað skuldi vera - fyri at fáa eina ella aðra loysn í marknatrætuni, sum nú hevur vart í meira enn 20 ár.
Men danski forsætisráðharrin legði dent á, at hetta vildi hann bert gera, um hann fekk boð um tað frá føroyskum myndugleikum og tað vil siga løgmanni.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá løgmanni til hetta málið og Árni Olafsson, sum stendur á odda fyri føroysku samráðingarnevndini, vil lítið og einki siga. Hann vísir bert á, at eingin fundur hevur verið og eingin er avtalaður. Samráðingarnar eru formelt ikki slitnaðar, men tað sær ikki út til, at nakar av pørtunum fer at taka stig til at fáa ein nýggjan fund.
Fundir í juli og september
Gongdin í málinum var annars tann, at eftir ein steðg í meira enn eitt ár tóku bretar seg loksins í juli í fjør saman og bóðu um fund. Sosialurin hevur skilt, at bretar á hesum fundinum komu við einum nýggjum útspæli, har teir linkaðu um krøvini, og fyri fyrstu ferð vildu teir tosa um eina ella aðra miðlinju sum mark.
Fundur varð so avtalaður aftur í september. Tá lá tað í luftini, at føroyingar skuldu koma við einum ella øðrum, nú bretar vóru komin við sínum útspæli í juli. Tað skal tó gerast vart við, at tá høvdu føroyingar bíðað í eitt ár eftir einum útspæli frá bretum.
Eftir innanhýsis fundir í Føroyum, har fleiri møguleikar vórðu viðgjørdir, frá tí at flyta seg evarska lítið til einki sum helst at leggja fram, varð gjørt av, helst av løgmanni sjálvum, at føroyska samráðingarnevndin einki útspæl skuldi hava við sær á fundin.
Endamálið var at vísa ónøgdina mótvegis bretum: føroyingar kundu ikki góðtaka seinasta útspæl teirra, tí hetta var ikki nóg gott - og harvið settu føroyingar einki nýtt uppskot fram á fundinum í september.
Firtnir bretar
Sosialurin hevur frá keldum fingið at vitað, at bretar gjørdust sera firtnir inn á nýggja samráðingarhátt føroyinga og fóru av aftur fundinum sera ónøgdir. Teir hava helst mett, at føroyingar bóru seg løgið fyri ikki at siga óhøviskt at. Avtalað varð, at formenninir skuldu hava samband hvør við annan, um nakað varð at tosað um.
Og eftir øllum at døma hevur einki verið at tosað um síðani, og útlit eru heldur ikki til, at nakar av pørtunum fer at taka málið upp aftur í bræði.
Løgmaður hevur úttalað til Sosialin, at hann helt tað vera rímuligt at bíða eftir, hvat bretar høvdu at siga, aftaná tað hálva árið, sum teir sjálvir skutu upp skuldi ganga, til ein ella onnur avkláring varð gjørd. Tað hálva árið gekk út hálvan januar - og eingi tekin eru til, at bretar fara at koma við nøkrum.
Fegnir um orð Nyrups
Vit hava biðið ein av oddamonnunum í bretsku samráðingarnevndini, Anthony Layden, sum í dag er ein av næstu monnum uttanríkisráðharrans, um eina viðmerking til úttalilsini hjá Nyrup og gongdina í málinum annars.
Hann er fáorðaður, tí samráðingarnir eru í trúnaði, men váttar kortini, at bretar hava lagt sær í geyma orðini hjá danska forsætisráðharranum, tá hann vitjaði í Føroyum.
-Vit hava við stórum áhuga fylgt við í tí, sum Poul Nyrup Rasmussen segði um marknamálið - at hann hevur einki ímóti at leggja leiðina til London fyri at fáa gongd á aftur. Vit síggja fram til, at danska stjórnin og avgjørt eisini føroyska landsstýrið taka okkurt stig, sum vit so aftur fegnir vilja svara aftur uppá sigur Anthony Layden við Sosialin.
Keldur, sum blaðið hevur tosað við, siga, at soleiðis sum støðan er vorðin, er neyvan vantandi, at bretar fara at koma við einum útspæli. Og kunnu orð Laydens helst eisini tulkast so.
Og er tað so, at løgmaður hevur sett sær fyri ikki at geva seg ein tumma aftrat, og tí heldur ikki vil koma við nøkrum nýggjum útspæli, líka mikið hvussu lítið tað enn er, so bendir nógv á, at støðan er læst føst.
Tað kann vera, at løgmaður sigur sum so, at tá bretar nú hava toygt seg so langt í 1. umfari við at krevja rættin heilt inn at klettinum, so hava teir eisini gjørt sær sjálvum trupult at taka hondina nóg langt aftur. Hetta er tí teirra trupulleiki og ikki okkara.
Politiskt umfar
Eru samráðingarnar á embætismannstigi við at verða úttømdar, so er spurningurin nær og hvør skal taka stig til at fáa málið upp til eina politiska viðgerð. Vit ella bretar! Sum støðan sær út í løtuni er tað helst eisini løgmaður, ið hevur síðsta orðið at skula hava sagt frá føroyskari og danskari síðu.Og tá bretar tykjast at bíða eftir okkum, so er tað upp til okkara, nær og um ein politisk runda skal takast nú.
Hyggja vit so eftir leikluti løgmans í hesum máli, so er tað at siga, at Edmund Joensen fekk málið latið upp í hendurnar frá undanfarna løgmanni fyri skjótt fýra árum síðani. Nú hevur hann so havt fýra ár til at loysa knútin, og tá hetta ikki er eydnast honum við vanligum samráðingum, so er greitt, at hann verður noyddur til at taka onkra avgerð, hvussu víðari skal farast fram, og her skuldi ein trúð, at tað var mest náttúrligt at tikið málið upp á politiskum støði. Tað kann eisini vera, at løgmaður velur at bíða sum longst og ikki fyritaka sær nakað hasarderað fyri komandi løgtingsval. Hann kann jú siga, at nú eitt val er í hondum, vil hann ikki fyritaka sær meira men heldur lata tað vera upp til eitt komandi løgting at gera av.
Tað er neyvan hugsandi, at Edmund Joensen vil hava sitandi á sær fyri eftirtíðina, at hann skundaði sær ov nógv at fáa eina loysn, sum ikki var tann besta fyri Føroyar. So leikirnir eru nógvir í hesum drúgva talvi.
Nú hevur verið samráðst uppá vanliga mátan síðani 1991, og tað hevur ikki ført til nakað úrslit. Skaðin við at fara frá tí kósini tykist tí avmarkaður. Spurningurin er so, um tað er hetta, sum løgmaður ætlar. Eitt tykist tó heilt greitt, og tað er, at málið er í hondunum á løgmanni.
Útbjóðingin og markið
Meðan bíðað verður eftir, hvat skal henda í samráðingunum, verður arbeitt við at fyrireika eitt 1. útbjóðingarumfar á føroyskum øki.
Sosialurin skilur, at tað frá føroyskari síðu verður kannað, hvussu ein ella onnur útbjóðing kann skipast, uttan at hon skal ávirka samráðingarnar tvs. hvørt tað er ráðiligt og í hvønn mun tað er ráðiligt at bjóða út í eini støðu, har markið ikki er avklárað.
Av tí at avleiðingar av eini ávísari útbjóðing kunnu skaða okkara støðu í marknamálinum, um tað endar í Haag, er greitt, at menn vilja hugsa seg væl um. Um somu tíð, sum tað hendir, verður bíðað í stórum spenningi eftir, nær tann 1. útbjóðingin verður kunngjørd. Henda óvissa og tann sannroynd, at oljuprísurin er farin niður í bont, kann verða óheppið fyri eina føroyska útbjóðing.
Sosialurin hevur roynt at ?grava? eitt sindur í hesum málinum og hava vit við tilfari av ymsum slag og við keldum sett upp nakrar møguleikar.
Vit kunnu sjálvandi bíða at bjóða nakað út, til markið er endaliga ásett. Tað var møguliga hetta løgmaður hevði í huganum, tá hann á tingsins røðarapalli segði, at markið hevur hægri prioritet enn ein útbjóðing, og tá hann síðani tók Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini og gav honum boð um at brúka alla sína orku uppá markið. Avleiðingarnar av hesum kunnu verða, at eingin líkinda útbjóðing verður fyrr enn um nøkur ár. Tá kann vera, at nógv av oljufeløgunum hava mist áhugan fyri Føroyum. Eisini kann vera, at vit tá hava vunnið eina sak í Haag og harvið hava eitt nógv betri útgangsstøði. Men møguleikin er eisini fyri tí øvugta.
Vit kunnu so eisini velja at bjóða út øki, sum ikki eru umstrídd. Tað kann verða, at fleiri oljufeløg fara at vera áhugað, men sannlíkt er helst eisini, at nøkur halda, at hesi økini ikki eru nóg áhugaverd.
Møguleiki er so eisini at bjóða øki út, sum í samráðingunum eru umstrídd, tvs. øki, sum bretar hava gjørt krav uppá men tó ikki alment. Her er tann stóri spurningurin: bjóða vit slík øki út og bretar tá fara at gera síni krøv alment galdandi, verða vit so ikki noydd til at taka útbjóðingina aftur, tí tað stríðir móti fólkarættinum at bjóða út øki, sum vissa er um eru umstrídd!
Endamálið við eini útbjóðing er at fáa eina leiting í gongd, og vísir tað seg, at økini, sum boðin eru út, eru umstrídd, so fara oljufeløgini neyvan at gera stórar íløgur har. Tey vilja helst sleppa undan at arbeiða í økjum, sum eru umstrídd. Hetta er sostatt eisini ein jokari í øllum hesum torføra og margháttliga spæli.
Ein møguleiki er so eisini, at báðir partar gera eina sínamillum avtalu, har loyvt verður at bjóða út við verandi miðlinju/fiskimarki, sum mark og so lata ein dómstól taka endaliga avgerðina seinni - og tá laga seg eftir henni. Hetta er helst ein støða, sum føroyingar høvdu kunnað góðtikið, men neyvan nakað, sum bretar høvdu viljað gingið inn fyri, nú teir als ikki vilja góðtaka verandi fiskimark og miðlinju sum undirgrundarmark. Men tað hevði so gjørt, at báðir partar høvdu kunnað bjóðað út øki til oljuleiting báðumegin núverandi fiskimark/miðlinju. Tvs. at alt tað Hvíta økið hevði kunnað verða boðið út.
Hvat tú enn gert í eini einvísari útbjóðing, so kann hon verða tað skumpið, sum skal til fyri at broyta javnvágina so mikið, at hin parturin rætt og slætt leggur fútaforboð, ið er tað sama sum at fara til Haag við málinum.
Ein kann við hesum í huga siga, at bretar í veruleikanum hava buktina og báðar endar í øllum málinum. Tað er so eisini lættari at definera juridiskt, hvar markið gongur fyri føroysku krøvunum enn fyri teimum bretsku.
Skuldi tað hent, at ein útbjóðing verður útsett ella seinkað, so er greitt, at hetta fer neyvan at gera, at oljufeløgini missa áhugan fyri føroyska økinum, hóast tað møguliga er ein broyting í ætlanum teirra.
Oljufeløg, sum eru von at arbeiða í ymiskum londum, vita, hvussu ytru politisku karmarnir kunnu broytast, og hetta hava tey uttan iva forstáilsi fyri, ikki minst tá hugsað verður um, at ein útbjóðing verður ikki útsett vegna vánaligt arbeiði frá føroyskari síðu men av uttanífrá komandi orsøkum.
(Sosialurin fer í eini grein í komandi blað at hava samrøðu við norska professara í havrætti, har hann kemur við sínum metingum um marknatrætuna)