Í Sandoynni móti vári

Hugleiðing um føroyskar oyggjar og kjak um modernitet.
Vit koyrdu eftir vegnum til Dals á Sandoynni. Har er høgt omanav. Vegurin er smalur, sjálvandi møttu vit bussum og øðrum stórum bilum. Komin til Dals, var veðrið so toluligt, heldur dimm skýggj á himmalinum. Tað er vetur enn í Føroyum. Dagurin er tó longdur, menniskju og tjøldur leingjast eftir várinum og ljósinum

ESSAY
Kim Simonsen
Í Húsavík stóð ein flokkur av tjøldrum á sandinum, samankropin í hvassa vindinum. Tey tyktust leingjast eftir sólini, hitanum og bíðaðu eftir framtíðini. Ferðamøddir flytifuglar, júst komnir heim til Føroyar at vitja eitt bil. Tey standa eisini soleiðis, tá summarið er um at vera av. Tá fellur langferðaálvari á fuglarnar, og teir standa so melankolskir á nesjum og tangum og kúra. Teir fyrireika seg til langa og vandamikla ferð, so langt suður sum til Afrika. Afturkomnir á klettarnar skulu teir eisini venja seg við at vera her. Júst sum vit menniskju, her í bygdini hjá Húsfrunni.
Eg havi ikki verið á Sandoynni í eini 15 ár. Har er vakurt. Nógv vøtn eru á Sandoynni. Komin eftir vegnum frá Skopun kemur Norðara Hálsavatn og Heimara Hálsavatn. Síðani kemur stóra Sandsvatn. Ávegis til Skálavíkar kunnu vit síggja móti Lítlavatni og Stóravatni. Útsýnið er vakurt av Sandslíð móti Skúvoy, Stóru Dímun, Lítla Dímun og handan mjørkan hómast Suðuroyggin.
Tað er gott samband millum Sandoynna og Meginlandið, men enn eru bygdir sum Dalur, Húsavík, Skarvanes og Skálavík langt burturi, men frá hvørjum? Í dag er tað sum um ein ósjónlig ond reikar um heimin av miðsavnan, sosialari broyting ? modernitetur kalla tey tað, men hetta hevur eisini ringar avleiðingar við sær í støðum.
Støð hava fingið eina aðra merking í dag. Heimbygdin er ikki longur natúrliga miðan í heiminum hjá modernaða føroyinginum. Fyrr vóru samfeløg sjálvsnøktandi. Búði man eitt nú í Dali, var ikki so neyðugt at reika runt landið. At koma eitt nú úr Dali, Húsavík ella Skálavík segði nógv um persónin. Hetta kunnu vit vit lesa hjá Heðini Brú. Bygdamentanin og eindarmentanin í bóndasamfelaginum var sterk, ramlig og livandi. Í øldir hava fólk livað av jørðini og av at fiska. Bygdin og samanhaldið vóru karmur um ein harðan arbeiðsfelagsskap. Rundan um henda karm kom so trúgvin og kirkjan. Seinni í tíðini kom tjóðaskaparrørslan eisini til. Trúarrørslur, fráhaldsrørslur og ungmannafeløg kappast kanska serliga um tey ungu ? men bygdin stóð so ramlig, stolt og livandi sum ein mentalur topografiskur karmur og felagssamleiki í Føroyum. Enn eru fólk í Føroyum livandi áhugað í hvaðani fólk eru ættað, hvørjari bygd og av hvørjum fólki. Tey ungu tykjast líkaglað um hini ungu og øll onnur eru úr Svínoy, av Argjum, úr Dali ella av Strondum. Í dag eru helst aðrar fjølmiðlabornar flokkingar galdandi, um hesi eru áhugað í hiphop, metal, pop ? Britney Spears ella Hatespeach. Hevur tú Nokia, Erikson, Kall ella Føroya Tele? Ert tú kool, hot ella not?
Standandi á sandinum í Skálavík, dugi at síggja, at ein livandi og helst mennandi skriðan er farin á glið, har tey ungu liva í eini aðrari verð enn tey eldru. Fram við húsunum hjá Húsfrúnni, kom eg at hugsa um, at tey ungu kanska eru fortropparnir í einum nýggjum Føroyum. Tey eru uppvaksin við sms-boðum, sjónvarpi, Playstation-spølum, DVD, teldum, internet, MTV, modernaðum pedagogum og lærarum, nógvum skúla og einum øgiligum áhuga fyri umheiminum ? ið tey sjálvi ætla at vitja, búgva í og kanska flyta til, fyri ongantíð at koma aftur. Sjálvandi hevur tað einki at siga fyri tey, um hini ungu eru av Sandi ella úr Múla. Bygdafrell eru við økta samskiftinum horvin. Upprunaliga var bygdafrellið eitt skiftistíðar ólukkudýr, tí hesi vóru eitt úrslit av ósamsvarandi sannroyndum, ið kom fram í møtinum millum bóndasamfelagið og tað modernaða, av muninum millum serliga smábygdamentanina og modernaða lívið í størru bygdunum og býunum í Føroyum. Júst fyritreytin fyri henda mun er horvin í dag. Við og uttan tunnlar.
Miðsavnan og tunlar
Katrin Petersen skrivaði í Sosialinum 12. apríl, at nú eru klaksvíkingar vaknaðir við kaldan dreym. Nú kunnu teir ikki longur síggja klaksvíksdygdir og klaksvíksfólkasálina við teim somu klaksvíkseygunum, tí tað-ber ?ikki ? til ? at - koyra ? til ? Havnar. Hon endar stubban "Eg meini tað" í speisama horninum við at siga, at: "At um trý ár, so eiga sandoyingar tørn. Tá er tað Sandoynni, tað ikki ber til at búgva í ? tí eingin vegur er til Havnar." Hetta er sunt speisemi, men sum við so nógvum øðrum speisemi er tað bæði eitt vet av álvara og sannleika í hesum.
Tað er serliga stuttligt og hugnaligt at vitja vakrar smábygdir í Føroyum. Eg haldi tað vera deiligt, at alt ikki verður eins, at vit varðveita smábygdir sum livandi øki í Føroyum, men beinanvegin dugi eg at síggja, at hetta er alt annað enn lætt. Arbeiði og virksemi í eini oyggj sum Sandoynni er lykilin til nærum alla framgongd ? serliga í eini tíð merkt av altjóðagerð og ógvusligum moderniteti. Vit vita, at Sandoyggin og Suðuroyggin eru oyggjar, ið ikki eru so væl fyri í hesi menning. Hetta hava vit sæð gjøgnum 90ini.
Tað er sum man í fjøruni í Skálavík, á sandinum á Sandi og millum húsini í Skopun kann merkja ein frið, men eisini eina órógv ? ið møguliga bert eg kenni ? ið boðar frá einari mentalari broytingartíð, har oyggjar longur burturi frá høvuðsstaðarøkjum kunnu enda sum eftirbátar. Hetta er hent í Danmark, Svøríki og sera ógvusliga er hetta farið fram í USA. Ísland hevur eisini havt eina garrvilla miðsavnan, sum man í Noreg hevur roynt at tamt ? men við skiftani eydnu og við øgiligum útreiðslum.
Framgongd í Føroyum
Antropologurin Firouz Gaini skrivar í sama blaði í grein kallað: "Framgongd í Føroyum ? førleiki og vinir", um modernitet: "Ein trupulleiki í Føroyum í dag sær út til at vera, at vit standa við einum beini í tí gamla samfelagnum og hinum í tí seinmodernaða vitanarsamfelagnum". Samstundis sum hetta er ein trupulleiki, sigur Firouz, er hetta okkara styrki. Her roynir Firouz seg við einum konsensusskapandi sjónarmiði. Men so er galið aftur, seinni í greinini:
"Samfelagið er í dag merkt av óvissu um framtíðina. Moderniteturin hevur fingið nýtt skap, og politikurin flýtur á óstøðugum bylgjum. Tá ið lokalsamfelagið verður ávirkað av óstýrandi globalum rákum so er tað ógvuligani ræðandi fyri nógv fólk. Hvussu ávirkar alt tað nýggja og fremmanda okkara samleika? Og kensluna av at missa stýringina yvir egna emhvørvi kann elva til Ræðslu fyri øllum fremmandum."

Firouz siterar Ulrik Beck, týska sosiologin, ið tosar um vandasamfelagið og polska Zygmunt Baumann, ið hann tó ikki veruliga brúkar til nakað. Eg haldi hesa greinina hjá Firouz verða nakað av tí besta, eg havi sæð eftir hansara hond. Tey røttu elementini eru við, og hann er her atfinningarsamur í støðum. Men her vantar ein verulig tulking, og vandin er kanska, at longri perspektivir doyggja, tí hann at enda mótsigur sær sjálvum ? ella eisini er tað bert ógreitt, hvat Firouz heldur um modernitetin, um óttan fyri honum, um gamla samfelagið í dag og hvørja ávirkan hetta møguliga kann hava á okkara samleika. Tað var løgið at lesa hetta á Sandoynni, tá eg fekk fatur á bløðunum. Tað eg haldi meg hóma hjá Firouz og øðrum, er ein mótvilji móti at hava eina klára tulking, og hinvegin ein vilja til konsensus, fyri at halda seg frían av atfinningum møguliga, ella er hetta ein einfaldur persónligur spurningur um lyndi. Í hesi grein skrivar Firouz eisini um serfrøðingar, og um, at ongin lurtar eftir teimum. Eg havi hug at spyrja um frøðingar duga at gera seg galdandi? Um teir ikki goyma seg fyri øllum kontroversiellum sjónarmiðum, og fyrst eftir, at bardagar eru av, koma fram at skriva søguna um hetta, ið nærum eingin politikari ella vinnulívsmaður hevur tol til at lesa? Hvar hevur t.d. ein møgulig atfinning, tulking, viðgerð verið av nýnationalismuni í Føroyum frá 1998 til t.d. 2002 (nú tykist hon hæsa av) t.d. frá antropologum sum Firouz og doktarum, ph.d´arum og søgufrøðingum o.s.fv., ið frá 1998 til í dag, mær vitandi hava latið standa til.
Tað sær út sum um tað er ein gjógv millum fólkið og frøðingar, millum Fróðskaparsetrið og bløðini, enn sum fyrr? Her niðri í fjøruni í Húsavík beint við málaðu lendingina hendan dagin undir páskir tykist hetta langt burtur. Ein møgulig orsøk er, at frøðingar ikki koma fram og siga frá, ella til, ella muta ímóti? Tað er sum um ein "lekkur" serfrøðingur, er ein góður jaligur serfrøðingur í samfelagnum í dag, ið uppá ein ella annan máta er tjóðarbyggjandi og hálvavegna gratulerar fólk og tjóð uppá ein uppbyggjandi máta, meðan modernitetstulkingar, eru mangan ikki mjúkur kostur. Modernað mentanarástøði, eitt nú tulkingar av lívsstíli og virðum, eru sera torfør, eins og vanlig heimspeki og egnar seg helst illa sum greinatilfar í avísum. Um so skal vera; krevst mangan ein ávís einfaldsgerð. Endin er mangan tann, at vísindi í bløðunum endar sum bardagi fyri ella móti onkrum, har 90 prosent av kjakinum er sum í einum ísfjalli undir sjónum.
Mentan, menning og vísindi er eisini bardagi
Sum eg síggi tað, eri útlærdur, eru vísindi eisini bardagi, eins og mentan er bardagi. Kent er, at ymiskar tulkingar altíð berjast, og skulu berjast um at greina galdandi veruleika, samstundis sum ástøðismenningin er øgilig í heiminum í dag. Hetta hevur til endans ávísa ávirkan. Torført er at fylgja við øllum tí nýggja. Ofta eru tað ungir akademikarar, ið bera við sær nýggjastu ástøðina, men hesi sleppa mangan ikki at læra hetta frá sær, tí tey sum sita á størvunum, mangan enda við at verja eldri vitan, skúlar og ástøði. Tá tey yngru gerast eldri, koma tey framat og endurtaka mangan somu leið. Tað øvuta av vísindi og mentan er, at øll hava rætt (konsensus), at øll eru samd um alt (ella latast at vera tað), altíð, ella at royna at sameina ómøguligar mótsetningar sum gud og ateismu, tjóðskaparliga mentan og modernaða, altjóðagerðing og hetta at verja seg fyri útlendskum ráki, moderniteti og siðum.
Tað, eg sakni hjá Firouz og øðrum, var dirvi til at siga okkurt um føroyska samfelagið er seinmodernað og hvussu, ella hongur tað saman av gomlum siðum enn? Er tað modernistiskt, ella kanska eitt vet nationalromantiskt? Er t.d. modernað føroysk mentan seinmodernað í dag? Og var tað so, hví kann man so ikki speirekandi skriva um føroyskan tjóðskap? Hví hava øll so ikki bert teirra egnu mentan í dag? Hevði tað ikki verið postmodernað ella seinmodernað, ikki at tíma nakað, dekonstruera heila lortið? Eg eri helst ikki so ósamdur við Firouz, men veit kanska ikki, hvat hann roynir at siga.
Aftur til Sandoynna. Um man er fyri moderniteti, globalisering ella ikki, so eru tjøldrini farin á flog. Tey sótu á sandinum í Húsavík henda várdagin sum ferðamøddir flytifuglar. Tað regnar nú. Eg verði vátur. Børnini niðri á kajuni í Skálavík senda sms-boð og líkjast rappsangarum úr USA. Tær gomlu Føroyar búgva skjótt á ellisheimi.