Magni Arge
Heilir og sælir allir stevnugestir!
Hugsi, eg kann loyva mær vegna øll okkum, sum vitjað hava tiltøkini í Gøtu seinastu vikuna, annahvørt tað eru til Tróndardagar, Víkingadagar ella G! Mini, at bera fyrireikarunum og gøtufólki eina hjartans tøkk fyri hesi avbera spennandi og viðkomandi tiltøk.
Gøta er nakað heilt fyri seg. Eg veit ikki, um tað nakra aðrastaðni í heiminum finst ein konsentratión av so nógvum áræði, talenti og virkisfýsni á einum so lítlum stað. Írsku granskararnir, sum vitjaðu her fyrr í vikuni, hildu tað ið hvussu er vera absurd at ímynda sær eitt so stórt tiltak fyriskipað í eini írskari bygd av somu stødd.
Tey yngru, sum vitja G! Mini, seta ivaleyst Gøtu í samband við hin heilt serstaka G!-festivalin og tónleikaumhvørvið. G!-festivalurin hevur vakt miklan ans og fingið viðurkenning langt út um landoddarnar. Tað fært tú bara, um konseptið er heilt serstakt og avrikið gott. Og serstakt er tað, tá ein heil bygd leggur hús og heim til ein tónleikafestival.
Tað er ikki heilt burturvið at lýsa Gøtu sum ein kókandi tónleikapott ella dampmaskinu, tí í Gøtu yður við talentum og virkisfýsni. G! og G! Mini kunnu sammetast við ventilarnar á hesi dampmaskinu, tí tað er á G!, at musikalski dampurin verður fýstur av. Úrslitið av hesum ágrýtni og evnum kenna vit. Stórur partur av tí framfýsni, sum eyðkennir rútmiska tónleikalívið í Føroyum í dag, er sprottið hiðani. Mær nýtist neyvan at siga, at bæði Grót-samtakið, Eivør, Gestir og Boys In a Band hava sínar røtur her.
Eisini í ítrótti hevur bygdin víst serstaka handlikraft. Eg minnist, tá eg sum smádrongur plagdi at ferðast hjá ommu og abba úti í Grógv, at eg var ikki imponeraður av fótbóltsevnunum, sum vóru í bygdini fyri 40 árum síðani. Men við sjáldsomum ídni spurtaði GÍ fram í meistaradeildina nøkur ár seinni, og í felagshúsinum hjá GÍ standa fleiri føroyameistarsteyp í fótbólti.
Hugsi eisini, felagið vísti evnir til at ganga undan, tá tey ásannaðu, at nú var tíðin komin at leggja saman við lorvíkingum og fáa í lag nýggja felagið Víkingur, sum við ágrýtna framherjanum Andriasi á Lava Olsen á odda er í ferð við at taka seg fram í oddastríðið í føroyskum fótbólti.
Og áðrenn eg sleppi ítróttini, má eg sjálvsagt eisini nevna skyldkonuna Elspu Mørkøre, og Kára á Høvdanum, sum teljast millum fremstu svimjarar yvirhøvur.
Framfýsna vinnulívið
Onkur hevur fyrr sagt, at ongin blettur í Føroyum stendur fyri so nógvari framleiðslu og innløgu fyri hvønn íbúgva sum Gøta. Veit ikki, um tað ber til at gera hetta upp matematiskt, men eg trúgvi tí væl. Her hevur verið eitt støðugt virkisfýsni ár um ár í bæði góðum og ringum tíðum. Her hava kvinnur og menn brotið upp úr nýggjum í ullavirking, fiskivinnu, skiparakstri og øðrum ídnaði. Altíð á ferð, altíð klár at leita upp nýggjar møguleikar og laga seg til nýggjar tíðir.
Vit halda, at menn eru farnir langt burtur at byggja nýtt nótaskip, tá teir eru farnir til Suðuramerika, men gøtumenn ferðaðust bæði Mið- og Suðuramerika upp og niður fyri nógvum árum síðani, tá Jóan Pauli Gregersen var í Brasil og á Kuba at leita upp nýggjar marknaðir fyri saltfisk í 1950-árunum.
Og skuldi nakar ivast í, um vinnulívsfólk hiðani seta síni fingramerki á føroyskt vinnulív sum heild, so kann eg siga tykkum, at strategarnir í føroyskum arbeiðsgevarafelagskapum hava residerað í Gøtu í mong ár. At Gøta og Lorvík eru um at kasta saman, fer bara at styrkja støðuna hjá vinnulívinum her um leiðir. Tí er nógv virksemi í Gøtu, so er tað ikki minni í Lorvík, har Kjartan og Ásmundur og Eirikur manerera líka frá Norðpólinum og suður í heitasta Afrika.
Tróndur tann góði
Tað eru nógvar sólskinssøgur úr føroyskum vinnulívi, og ein av teimum er um uppsjóvarskipið Trónd í Gøtu, sum er kallað upp eftir mætasta kappa yvirhøvur í føroyskari søgu og íslendingasøgum við.
Og kanska er júst Tróndur í Gøtu ein forkláring uppá, hví so nógv spyrst burturúr í Gøtu. Fólkið, sum her býr, kann spegla sær í eini stoltari søgu. Søguni um Gøtu Trónd, úrmælingin fram um allar í fornum norðurlendskum søgum. Ein lýsandi oddviti, sum hevði allar teir positivu eginleikarnar, tú kanst ynskja tær. Intellektuellur, klókur, djarvur, sterkur, dugnaligur í vápnaleiki – og í handli.
Í Gøtu ivast ongin í, at Tróndur er ein fyrimynd og hetjan í søguni. Hetta er lagt í beinini á øllum, sum slektað eru hiðani og her um leiðir. Harumframt hevur tjóðskaparrørslan givið Tróndi heiðurspláss. Hann, sum stríddist ímóti at geva Føroyar undir fremmant vald og lata frá sær rættindini til at ráða sær sjálvum og lívbjarga sær sjálvum. Hann stríddist fyri frælsi føroyinga, og finst nakað størri enn tað?
Men øll hava ikki somu fatan av Tróndi. Minnini frá barnaskúlanum standa púra klár fyri mær, tá vit lærdu um føroyingasøgu, og hvussu skakkur eg var, tá Tróndur varð lýstur sum eitt illmenni, og so var hann heiðin afturat. Tann myndin hóskaði ikki til lærdómin, eg hevði heimanífrá.
Tað er týdningarmikið at fáa staðfest okkara søgu, og tað er týdningarmikið at brúka søguna. Allar tjóðir í øllum heiminum brúka sína søgu til tjóðarbygging. Eisini Føroyar skulu brúka sína søgu til tjóðarbygging. Søgan um Trónd í Gøtu og hansara samtíð er ein hin mest spennandi parturin av okkara søgu. Hon umfatar eisini Sigmund Brestisson, og tað skal vera rúm fyri báðum hesum gørpum í søgu okkara.
Vit hava nógv at takka tykkum fyri, sum hava virkað fyri at reisa minnisvarða yvir Trónd í Gøtu og síðani hava skipað fyri tróndardøgum, har ymiskir tættir í Føroya elstu søgu hava verið tiknir fram.
Tit hava við hesum staðfest hansara pláss í okkara universi við eini konkretari standmynd, so Sigmundur ikki stendur einsamallur. Men eisini við ymsu tiltøkunum hava tit givið okkum øllum pláss at kjakast um og menna okkara vitan um forna føroyska søgu – uttan fordómar. Og so langt komu vit týsdagin, at írsku serfrøðingarnir førdu fram prógv um forna írska búseting í Føroyum, og prestur segði seg ikki ivast í, at Tróndur hevði tikið við keltiskt kristnari trúgv tíðliga í tíðini.
Naddoddur fann Amerika
Eitt er, hvat akademikarar fáa burturúr søgugransking. Eitt annað er at siga søgur.
Tað ger ikki petti, um vit brúka søguna positivt, tá vit skulu gera vart við okkum uttan fyri Føroyar.
Eg hitti ein íslending ein dagin, sum hevði virkað innan ferðavinnuna í USA í nógv ár. Hann spurdi, um eg visti, hvør norðurlendingur oftast varð havdur á munni í Amerika? Eg grundaði og gav nøkur uppskot – Bjørk, A.P. Møller, Victor Borge, men nei. Rætta svarið var Jónas Bronch, sum jú legði grundina undir New York. Tá sigi eg við hann, at tíverri hava vit ongantíð fingið staðfest endaliga, at hann var føroyingur, sum vit hava hildið, tí onkur sigur nú, at hann kom úr Hollandi.
Tá risti íslendingurin á høvdinum og mælti: Høvdu vit bara minsta ferilin av møguleika at gera hann til íslending, so høvdu vit langt síðan gjørt tað. Latið ikki hollendingar fara við honum! Hetta er jú ein fín søga!
Og eg má geva honum rætt. Tá tað snýr seg um marknaðarføring, so minnast fólk eina góða søgu. So nú fortelji eg hvørja ferð um drongin, sum fór úr Føroyum sum ungur sjómaður og endaði við at grundleggja New York.
Og eg kundi ikki droymt um at sagt frá søguni um víkingar við sjóverki, sum settust upp í Føroyum. Tað er nógv stuttligari at siga frá Naddoddi – einum av fyrstu føroyingunum, sum var tiltikin sjómaður og navigatørur. Tað var hann, sum leiddi íslendingar og norðbúgvar til Amerika. So vit hava ikki bara grundlagt New York. Vit funnu eisini Amerika!
Og hvat gjørdu írsku munkarnir í Føroyum, jú, teir skrivaðu av fornar grikskar og rómverskar bøkur og vísindaverk, sum annars vóru farin fyri skeyti í barbarisku miðøldini, og soleiðis varð stórur partur av versturlendsku sivilisatiónina í roynd og veru bjargaður í Føroyum.
Og hvar er heimsins elsta ting? Í Íslandi? Nei, tað er á Tinganesi í Havn.
Og hava tit nakrantíð hugsað um, hvussu lættliga Sverri í Kirkjubø hertók alt Noreg í 1100-talinum? Tað gekk so lætt og skjótt, at ongin rættiliga registreraði, at Føroyar høvdu hertikið Noreg.
Tá eg so ein dagin herfyri var saman við nøkrum írskum starvsbrøðrum og fortaldi teimum, at ættfaðir mín, Tróndur í Gøtu, sum eg meti vera 24 ferðina tipoldurabbi mín, var langabbasonur navnframa Ólav Hvíta kong, sum ráddi fyri borgum í Dublin fyri 1150 árum síðani, ja, tá var ikki eitt eyga turt.
Byggja land í samstarvi
Eg vóni, tit orka at halda dampinum uppi í Gøtu. Nú fáa tit lorvíkingar afturat tykkum at lempa uppí, so tað skuldi bara styrkt um støðuna. Vit vilja fegin vitja aftur til fleiri tónleikatiltøk og víkingadagar.
Allir føroyingar taka støðu til Trónd í Gøtu. Annaðhvørt hann var frælsishetja, bølmenni, kristin, heiðin, frælsisstríðsmaður ella sjálvsøkin. Sjálvt standmyndina av honum stendst stórt kjak av. Men í grundini snýr øll søgan um Trónd í Gøtu seg um okkara eksistens, og tí er hon so áhugaverd. Og tí er tað so sera umráðandi, at tit halda fram við tiltakinum Tróndardagar komandi árini.
Vit hava brúk fyri at skilja okkara søgu betur og at skapa toleranta rúmd fyri ymiskleikum í fatanum, tí tá ber eisini til at fáa allar føroyingar at fylkjast um at byggja okkum eitt sjálvbjargið land í samstarvi heldur enn í stríði hvør við annan.
Tøkk fái tit fyri hesi tiltøk í vikuni, sum brátt runnin er, og tøkk fái tit fyri at reisa minnisvarðan yvir Trónd í Gøtu og havið framhaldandi eina góða víkinganátt og eitt gott G! Mini.