sum landsmaðurin, so hevur hann í nógv ár spælt í bestu litavisku deildini. Formaðurin í VB, John Hendrik Holm, sigur, at allar avtalur við leikararnar báðar eru komnar í rættlag, men sum hann tekur til [...] nýggjur vøllur nú er í ger. Útskiftingin av undirlendinum hevur tó viðført, at VB í løtuni ikki hevur nakran vøll at venja á. Væntandi verður arbeiðið hesum viðvíkjandi liðugt í apríl mánaði, og fram til tá [...] fólki. Predrag Zivkovic, sum í fjør var leikandi venjari, og sum annars hevur leikt við liðnum síðani 2000, verður í ár at síggja í TB, og eisini hevur felagið sagt farvæl við verjuleikaran, Slobodan Madzar
Rannvá, sum felagið fekk tillutað í aðru útbjóðingarrundu. Føroya Kolvetni hækkaði í mars mánaði partapeningin við 150 milliónum krónum, og hevur nú 270 milliónir í tøkum peningi til, millum annað, tær [...] sum fyristøðufelag. Loyvið er í landsynningspartinum av føroyska økinum, og varð boðið út undir fyrru útbjóðingarrundu í 2000. Tað var tá latið Føroya Kolvetni og ENI, sum í eini joint venture avtalu, vóru [...] fundið hjá Chevron á Rosebank/Lochnagar í 2004, har útlit eru til, at olja er til staðar í rakstrarverdum nøgdum. o Vegna ENI/Føroya Kolvetni samstarvið boraði ENI í 2003 ta fyrstu royndarboringina á loyvinum
bara í februar mánaði hava 73 greinir staðið í týskum bløðum um Norrönu, so áhugin har er ógvuliga stórur. Ein av orsøkunum til, at Smyril Line hevur avgjørt at marknaðarføra seg á henda hátt niðri í Týsklandi [...] eftir eru allir fullir, og eisini í útlondunum er áhugin stórur fyri skipinum. - Vit hava havt nakrar tíðindafundir niðri í Týsklandi, og teir hava verið væl vitjaðir. Eisini í Hollandi hevur áhugin fyri Norrönu [...] fyrr í heyst. Smyril Line hevur fingið fleiri fyrispurningar viðvíkjandi fótbóltsdystunum, men trupulleikin vísir seg tó at vera innivist í Føroyum. Men hetta er ein trupulleiki, sum ferðavinnan í Føroyum
ráðið fer at mæla til roykiforboð á øllum skúlum í Føroyum. Í dag er ikki loyvt at roykja í flogførum til og úr Føroyum, umborð á Strandafaraskipum, í bussum og á einstøkum almennum og privatum stovnum [...] tilmæli til Almanna- og heilsumálastýrið um, hvørji tiltøk kunnu verða framd í Føroyum. Í Danmark eru góðar royndir av roykiforboðum í skúlunum, og júst hetta ætlar Fyribyrgingarráðið at hyggja nærri at. - Vit [...] u til framsýningar í sølubúðum. Formaðurin í Fyribyrgingarráðnum veit ikki, um Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir við tilmælinum, ella um ætlanir eru um at seta avmarkingarnar í gildi. - Vit hava vónir
íbundin SEV-netið bara í tríggjar mánaðir sum ein roynd. Ólavur Poulsen vísir á, at tá nýggja skipanin varð sett í gongd í desember mánaði í fjør, vóru bæði umboð fyri IREM-verksmiðjuna í Italia, umboð fyri [...] verið í túninum. Men, í fjør fekk hann sær eina størri vatnmyllu, nevniliga á 11 kW, sum gevur væl meira, enn hann brúkar sjálvur til hita og el í Vatnsoyrum. Við í nýggju skipanin hjá Ólavi Poulsen í Vatnsoyrum [...] Sum nevnt í aðrari grein á In.fo fyrr í kvøld, hevur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum í nógv ár havt áhuga fyri vatnorku, og hann eigur eisini fyritøkuna VatnOrka, sum umboðar italskar vatnmyllur og mik
forsetin hevði tá framvegis virkað í minniluta. Óbroytt í 30 ár Tí veruleikin er, at politiski bygnaðurin í FSF einki er broyttur, síðani felagsskapurin varð settur á stovn í 1979. Tá var talan meira ella minni [...] á skránni. Hetta í mun til støðuna í dag, har FSF í sjálvum sær er ein stór fyritøka við árligum umsetningi omanfyri 30 milliónir, har ein heilur hópur av landsliðum hvørt ár taka lut í altjóða kapping [...] útskifting í nevndini yvir næstu trý árini. Lagnan hjá forsetanum ella aðalskrivaranum varð ikki umrødd sum so. Men sæð í ljósinum av aktuella málinum, samskiftinum teirra millum og samstarvstaktini í nevndini
Travel Mart í Keypmannahavn. - Eg eri útbúgvin bakari hjá Frans Restorff í miðbýnum í Havn, men havi fingist lítið við hetta yrki. Saman við lærutíðini, sum tók fýra ár, havi eg kanska arbeitt í fimm ár innan [...] skúlanæmingar til og úr Kambsdali. Minking í ár - Vit koyra nógv ferðafólk um sumrarnar. Hetta eru serliga fólk, sum koma í bólkum við flogfari og steðga í Føroyum í nakrar dagar, men vit hava eisini nakað [...] verið við koyring av útlendskum ferðafólki í ár. - Árið í fjør var gott, men í ár hava vit merkt eina munandi minking, leggur hann aftrat. Feløg samstarva Meðan vit í góðveðrinum práta uttanfyri Scandic Copenhagen
EB/Streymi at gerast meistarar í ár. EB/Streymur er oddaliðið í Formuladeildini, og nú eru teir í hálvfinaluni í steypakappingini. Spurningurin er so, hvat EB/Streymur satsar upp á í ár? - Vit hava tosað nógv [...] Føroya hevur fleiri ferðir í ár tveitt HB í steypakappingini, men í síðsta enda staðfesti Ítrottardómstólurin, at HB átti at spæla fjórðingsfinaludystin móti EB/Streymi. Men á Mølini í gjárkvøldið var tað so [...] mistakið av øllum. Leiðslan í HB hevur síðani síðst í mars mánaði stríðst ein pappírsdyst um lógir og paragraffir, men tá Bárður Johannesen tekur afturleggingina frá Svenn Jacobsen upp í fangi, so dumpar HB so
spælararnir og leiðslan í felagnum hava í hesi vikuni verið í Stokhólmi. Í gjárkvøldið varð UEFA Cup dysturin ímóti Djurgården spældur. Hvussu tað hilnaðist, venda vit aftur til í morgin. Todi Jónsson hevur [...] ein veg ella annan. Hóast Todi er fegin um at vera í FCK, so heldur hann ikki, at hann á nakran hátt stendur í skuld til felagið, sum hann síðani á sumri í 1997 hevur spælt fleiri dystir fyri enn nakar annar [...] ikki ætla sær at halda fram í FCK, so fer tað at síggjast aftur. Fjølmiðlarnir mintust aftur á, tá ein spælari, Kim Madsen, í fjør ikki vildi skriva undir nýggjan sáttmála, men í staðin dúvaði uppá at sleppa
Vilhelmina Larsen í Dali í samrøðu í blaðnum fyri einum mánaði síðani. Leygardagin fekk Vilhelmina Larsen Barnamentanarvirðislønina 1999 hjá Skúlabókasavnsfelagnum á almennari samkomu í hølunum hjá Grímu [...] Grímu á Gamla Meiarínum í Havn. Í grundgevingini sigur nevndin fyri virðislønina, at Vilhelmina fær virðislønina, tí hon í virki sínum í mong ár hevur vakt ans fyri føroyskum skjaldrum og barnaspølum, og fyri [...] risar og trøll, og í kvæðunum er tað jú altíð tað góða sum vinnur á tí illa. Tað er ikki at samanbera kvæðini, vit hoyrdu sum børn, við kvæðini, ið verða kvøðin í dag. Umhvørvið á Trøðni í Skálavík, har Vilhelmina