ROYKFRÍ
Altjóða roykfríur dagur er í morgin. Upplýst verður støðugt um vandan við royking, og øll, eisini roykjarar vita, at tað er vandamikið at roykja. Kortini vísa nýggj hagtøl, at talið á føroyingum, sum roykja, minkar ikki. Heldur tvørtur ímóti. Fleiri føroyingar roykja. Hetta undrar ikki sørt, men formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Heðin Thomsen, hevur ikki nakra einfalda frágreiðing, hví so er.
- Upplýsing einsamøll og sjálvboðin tiltøk eru ikki nóg mikið. Fólk roykja jú hóast tey vita, at tað er vandamikið. Umframt upplýsing er neyðugt at seta avmarkingar fyri royking og forboð, sigur Heðin Thomsen.
Hetta ásannar eisini Heimsheilsustovnurin WHO. Í Kalifornia eitt nú, sum hevur heimsins strangastu reglar viðvíkjandi royking, ber til at staðfesta, at nýtslan av tubbaki fellur og at títtleikin av lungnakrabbameini somuleiðis er minkandi.
Fyribyrgingarráðið arbeiðir við at gera tilmæli til Almanna- og heilsumálastýrið um, hvørji tiltøk kunnu verða framd í Føroyum. Í Danmark eru góðar royndir av roykiforboðum í skúlunum, og júst hetta ætlar Fyribyrgingarráðið at hyggja nærri at.
- Vit kunnu rokna við, at Fyribyrgingarráðið fer at mæla til roykiforboð á øllum skúlum í Føroyum.
Í dag er ikki loyvt at roykja í flogførum til og úr Føroyum, umborð á Strandafaraskipum, í bussum og á einstøkum almennum og privatum stovnum. Á Landssjúkrahúsinum er heldur ikki loyvt at roykja, men har verður kortini roykt í forhøllini. Øll, ið skulu inn og út av størsta sjúkrahúsinum í landinum, eru noydd at ganga ígjøgnum roykfylta hølið. Har snýr tað seg um at gjøgnumføra forboðið, heldur Heðin Thomsen.
- Fólk, sum roykja har, vita ikki, at tað ikki er loyvt at roykja í forhøllini. Tí skal upplýsast betri. Fólk taka forboð til eftirtektar og skilja væl, at forboð verða sett fyri royking. Tey eru ógvuliga fá, sum gerast firtin av ikki at sleppa at roykja alment, sigur Heðin Thomsen.
Sjálvur heldur formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, at størri avmarkingar áttu at verið fyri royking.
- Stóð tað til mín var ikki loyvt at roykja á nøkrum almennum stovni. Prísstýring vita vit eisini hjálpir. Tubbak í Føroyum er eftir mínum tykki ov bíligt. Ein pakki av sigarettum, sum kostar uml. 32-33 krónur, átti at kosta 50 krónur. Eg eri sannførdur um, at so høvdu fólk aftrað seg við at keypt.
- Sambært hagtølum síggja vit, at nógv ung roykja. Skúlin eigur og kundi gjørt nógv. Undirvísing í heilsuviðurskiftum yvirhøvur átti at verið hægri raðfest, soleiðis at ungfólk læra at ansa eftir síni egnu heilsu. Fyrimyndin hevur somuleiðis nógv at siga.
Fyribyrgingarráðið sendi fyri góðum mánaði síðani Almanna- og heilsumálastýrinum eitt tilmæli um at hækka aldurin, tá ið loyvt er at keypa sigarettir til 18 ár. Umframt heitir ráðið á stýrið um at síggja til, at tað ikki er loyvt at seta tubbaksvøru til framsýningar í sølubúðum. Formaðurin í Fyribyrgingarráðnum veit ikki, um Almanna- og heilsumálastýrið arbeiðir við tilmælinum, ella um ætlanir eru um at seta avmarkingarnar í gildi.
- Vit hava vónir um, at tilmælini verða tikin í álvara.
Altjóða roykfríi dagurin er ein liður í eini heimsumfatandi herferð, sum WHO skipar fyri, ímóti royking. WHO hevur ásett, at 31. mai á hvørjum ári skulu serlig tiltøk verða sett í verk fyri á ein serligan hátt at gera vart við tær menniskjansligu og búskaparligu fylgjurnar av tubbaksnýtslu. Í hesum sambandi eggjar Fyribyrgingarráðið fólki til at halda heimini og arbeiðsplássini roykfrí ein dag. Tí gongur tað fyrst væl ein dag, hví so ikki fleiri dagar.