Landsliðsleikarar til VB

Við tilgongd av tveimum litaviskum leikarum, hevur VB fingið hópin til komandi kappingarárið í fótbólti upp á pláss

Fótbóltur

Kring landið eru fótbóltsvenjingarnar so smátt farnar í gongd aftur, og í flestu feløgunum kring landið hevur aktiviteturin verið nógvur hesar seinastu mánaðirnar. Nógva staðni hevur verið tosað um frágongd av leikarum, og hetta leggur so upp til, at feløgini eisini mugu finna nýggjar mans at seta fyri frágongdina.

Litaviskur landsliðsleikari
Eisini í Vági hava tey havt úr at gera, og haðani eru boðini, at tey nú halda seg hava hópin til komandi nógvu mánaðirnar kláran.
Av hópinum frá í fjør hevur VB mist nakað av fólki. Predrag Zivkovic, sum í fjør var leikandi venjari, og sum annars hevur leikt við liðnum síðani 2000, verður í ár at síggja í TB, og eisini hevur felagið sagt farvæl við verjuleikaran, Slobodan Madzar, og danska álopsmannin, Brian Andresen, sum tó bara var við liðnum seinnu hálvu av kappingarárinum.
Fyri hesar báðar hevur VB fingið fatur á tveimum litaviskum leikarum, og okkurt bendir á, at hetta eru leikarar, sum væl kunnu vísa seg at gerast góður fongur. Serliga tykist tilgongdin av 22 ára gamla Mindaugas Grigalevic spennandi. Hesin hevur upp gjøgnum ungdómsárini verið fastur fúsur á litavisku ungdómslandsliðunum, og í november fekk hann sín fyrsta skrásetta A-landsdyst, tá Litava leikti venjingardyst móti Pólandi.
Hin leikarin, sum talan er um, er 28 ára gamal og spælir í verjuni, og tó at hann ikki hevur somu altjóða royndir sum landsmaðurin, so hevur hann í nógv ár spælt í bestu litavisku deildini.
Formaðurin í VB, John Hendrik Holm, sigur, at allar avtalur við leikararnar báðar eru komnar í rættlag, men sum hann tekur til, so er helst best ikki at staðfesta nakað, fyrr enn endaligt arbeiðs- og uppihaldsloyvi eisini er komið.
Umframt teir báðar litavarnar, so hevur VB framvegis tveir av útlendsku leikarunum, sum í fjør vóru á liðnum. Danski Anders Sørensen fer aftur í ár at gera um seg á miðvøllinum, og tað sama fer Milan Kulic, sum eftirhondini má sigast at vera gamal kenningur í Vági.
Og so hevur VB eisini fingið fatur á einum leikara úr føroyska landsliðshópinum. Símun Samuelsen royndi seg í fjør hjá GÍ, men nú er studentatilveran á Kambsdali skift út við eina tilsvarandi á Miðnámsdeplinum í Suðuroy, og so verður tað VB, sum komandi árið fer at fáa gleði av fótbóltsevnum hansara.

Skifta vøllin
Soleiðis er líkt til, at mest sum allur hópurin er komin upp á pláss til komandi kappingarárið, og tá fara vágbingar eisini at spæla á nýggjum undirlendi.
Gjøgnum árini hevur VB fingið mong høgg fyri standin á vøllinum vesturi á Eiðinum, sum fleiri feløg hava sagt vera lívshættisligan, og har tað eisini hevur verið ført fram, at VB hevur fingið órættvísan fyrimun, men serliga hetta seinasta vilja vágbingar sjálvir als ikki kennast við.
John Hendrik Holm sigur eisini, at standurin á vøllinum einamest hevur gingið út yvir VB sjálvar, tí tað eru fyrst og fremst teir, sum hava merkt bágan av hesum, og hann leggur afturat, at tey øll fegnast um, at nýggjur vøllur nú er í ger.
Útskiftingin av undirlendinum hevur tó viðført, at VB í løtuni ikki hevur nakran vøll at venja á. Væntandi verður arbeiðið hesum viðvíkjandi liðugt í apríl mánaði, og fram til tá noyðast vágbingarnir so at venja aðrastaðni, eins og tað helst verður neyðugt at gera onkrar tillagingar í steypakappingini. Antin soleiðis at VB spælir heimadystirnar aðra staðni í oynni, ella soleiðis at kappingin verður lagað, soleiðis at VB spælir allar útidystirnar fyrst.