Fótbóltur
Tað var ikki bara málið um aðalskrivaran, sum føroysku fótbóltsformenninir fundaðust um á Hotel Hafnia leygardagin.
Sum vit skrivaðu í farnu viku, so hevur ein fundur millum feløgini leingi verið ávegis, og heldur enn at seta fokus á akutta trupulleikan, valdu formenninir at seta siktið hægri, soleiðis at meira grundleggjandi trupulleikar í FSF-bygnaðinum kunnu loysast.
Fyri sovítt ein skilagóð avgerð, tí ein møgulig uppsøgn ella suspendering av aðalskrivaranum hevði ikki loyst politiska trupulleikan – kanska øvut. Tí forsetin hevði tá framvegis virkað í minniluta.
Óbroytt í 30 ár
Tí veruleikin er, at politiski bygnaðurin í FSF einki er broyttur, síðani felagsskapurin varð settur á stovn í 1979.
Tá var talan meira ella minni um eina víðkaða kappingarnevndin, sum hartil hevði nakrar fáar hundraðtúsund krónur at ráa yvir um árið, umframt at onkur hissini landsdystur eisini var á skránni. Hetta í mun til støðuna í dag, har FSF í sjálvum sær er ein stór fyritøka við árligum umsetningi omanfyri 30 milliónir, har ein heilur hópur av landsliðum hvørt ár taka lut í altjóða kapping, og har ein professionel umsiting er bygd upp.
Tann støðan var kanska haldbær, tá nevndarlimirnir leingi vóru teir somu, og soleiðis kendu felagsskapin út í odd og egg. Politiskt hevur útskiftingin verið stór seinasta 10-ára skeiðið, og tí hevur politiska landslagið ongan sum helst møguleika at fylgja við í eini detailstýring av felagsskapinum. Og nóg illa er hon før fyri at fylgja við á yvirskipaða planinum.
Tí er støðan alt meira blivin tað, at aðalskrivarin – umframt fyrisitingarligu stýringina – eisini hevur havt politisku stýringina um hendi. Og tað er vorðið eitt alsamt vaksandi irritatiónsmoment hjá fleiri av fótbóltsbossunum kring landið.
Løntur forseti
Enn er ikki heilt greitt, hvussu endaliga loysnin upp á bygnaðarligu trupulleikarnar sær út, men nakrar greiðar ábendingar eru tó kortini.
Ein tykist heilt víst at medda eftir eini størri fakligari profeissionalismuí sjálvari FSF-nevndini. Talan verður um løntan forseta, sum kanska verður valdur fyri fýra ár. Og grundleggjandi kriterium hjá hesum skulu vera fíggjarstýring og leiðsluroyndir. Umframt at pondus, hegni og treiskleiki til at fremja neyðugu broytingarnar er sjálvsagt krav.
Hugsandi er eisini, at undirnevndir ikki longur einvíst verða mannaðar av starvsnevndini. Heldur verður tað so, at ein starvsnevndarlimur er formaður í hvørjari nevnd, og at leikfólk annars verða tikin við í hesar.
Til at halda eftirlit við nevndini er ætlanin, at fastir formansfundir – les partaeigarafundir – verða hvønn ársfjórðing, og er talan um størri avgerðir, sum hava avgerandi týdning fyri felagsskapin, eiga hesar at verða lagdar fyri tann fundin.
Og so er at enda lagt upp til, at talan verður um stillisliga útskifting í nevndini yvir næstu trý árini. Lagnan hjá forsetanum ella aðalskrivaranum varð ikki umrødd sum so. Men sæð í ljósinum av aktuella málinum, samskiftinum teirra millum og samstarvstaktini í nevndini annars hetta seinasta forsetaskeiðið, so vil tað vera løgið, um nakar teirra verður sitandi í sessi sínum serliga leingi afturat. Og eingin skal vera bilsin, um fýra – og kanska fimm – av starvsnevndarlimunum p.t. eru skiftir út, tá aðalfundurin í februar mánaði 2011 er farin aftur um bak.
Í so máta var eitt av endamálunum við forsetafundinum at leggja lunnar undir eina friðarliga kollvelting. Eini kollvelting, har bygnaðurin í FSF verður lagdur undir lupp og skipaður av nýggjum. Men har tað samstundis ræður um at fremja útskiftingar við skili. Bæði við atliti til ikki at missa royndir og diplomatisk sambond í alt ov stóran mun, samstundis sum teir persónar, sum verða skiftir út, fáa møguleikan at gera hetta upp á ein snøggan máta.