Fótbóltssamband Føroya hevur fleiri ferðir í ár tveitt HB í steypakappingini, men í síðsta enda staðfesti Ítrottardómstólurin, at HB átti at spæla fjórðingsfinaludystin móti EB/Streymi.
Men á Mølini í gjárkvøldið var tað so EB/Streymur sum kundi sparka HB úr steypakappingini. Tað lættasta hevði verið at skrivað, at EB/Streymur lat HB-liðið úr hvørjum trevli og síðani blástu teir út á Norðhavið. Men sannroyndin er hon, at HB-leikararnir sjálvir lótu seg úr og blottaðu seg framman fyri øllum á Mølini.
Pínligt
Tað byrjaði fyri so vítt rættiliga javnt á Mølini, og kanska hevði HB munin. Teir megna eisini at trýsta EB/Streyma-verjuna, og tað var um reppið, at Tór-Ingar Akselsen slapp allan vegin í gjøgnum verjuna, tá bara ein minuttur var spældur, men René Tórgarð kom gott út og vardi fyri.
Tá eitt korter er spælt ger HB sítt fyrsta mistak í dystinum, og tað verður revsað hart av Arnbjørn Hansen.
Mistak nummar tvey verður eisini hart revsað, tá Arnbjørn Hansen átók sær leiklutin sum bøðil.
Og tá hálvur tími er spældur ger HB seg størsta mistakið av øllum. Leiðslan í HB hevur síðani síðst í mars mánaði stríðst ein pappírsdyst um lógir og paragraffir, men tá Bárður Johannesen tekur afturleggingina frá Svenn Jacobsen upp í fangi, so dumpar HB so dyggiliga á leikvøllinum og teimum reglum, ið har eru galdandi.
Felagsliðið er eirindaleyst, Hans Pauli Samuelsen ger skjótt av og finnur Ronnie Samuelsen, sum setir bóltin í netið.
Tá so EB/Streymur skorar beint fyri steðgin, eru at kalla allir kjansir hjá HB, um at koma inn aftur í dystin, burturspældir.
Mønustingurin
Var yvirhøvur nøkur vón eftir, tá HB kom út eftir steðgin, so punkteraði John Heri Dam hesa beinanvegin, og so var leyst og liðugt.
Sigurin var heima og nú skuldi tað heila bara koyrast til hús. HB fekk betri pláss, teir satsaðu frameftir og skaptu nakrar kjansir. Teir fingu eisini tvey mál, men EB/Streymur fekk eisini eitt aftrat, og tí høvdu málini ikki annað enn kosmetiskan týdning.
Bíða í 17 ár
Tá tað er sagt, at EB/Streymur fekk góða hjálp frá HB við at vinna so nógv, so skal eisini skoytast uppí, at EB/Streymur spældi stak væl. At vinna á HB krevur sítt, og EB/Streymur vísti eisini góðan hugburð og kempaðu fyri hvørjum øðrum.
Tí var tað eisini ein fegin Piotr Krakowski, ið vit fingu orðið á eftir dystin.
- Ja, nú havi eg bíðað í 17 ár eftir vinna 6-2 á HB aftur. Í 1989, tá eg gjørdist meistari við B71, var eg við at vinna 6-2 á HB, og nú seytjan ár seinni vinna vit so aftur, segði Piotr Krakowski, sum uttan at siga tað beinleiðis, vísti á møguleikarnar hjá EB/Streymi at gerast meistarar í ár.
EB/Streymur er oddaliðið í Formuladeildini, og nú eru teir í hálvfinaluni í steypakappingini. Spurningurin er so, hvat EB/Streymur satsar upp á í ár?
- Vit hava tosað nógv saman um tað, Sámal Erik, leikararnir og eg, og vit ætla at røkka so langt sum gjørligt í báðum kappingunum. Fara vit til dømis at raðfesta steypakappingina lægri enn landskappingina, og manna liðið við eykaleikarum, so kann tað fáa óhepnar avleiðingar fyri okkara avrik í landskappingini eisini, so tí manna vit altíð liðið við sterkastu manning, og royna at koma so langt sum gjørligt í báðum kappingunum, greiddi Piotr Krakowski frá eftir dystin.